fríggjadagur 21. apríl 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 77 - 21. apríl 2006
. at tað er gott samband og tilknýti
ímillum tað einstaka barnið og
starvsfólkið
. at barnið kennir seg sum ein
týdningarmiklan lið í einum
sosialum felagsskapi
. at menna samskifti, sjálvhjálp
og sjálvsvirði
. tryggleika, umsorgan og nærveru
. virksemi, sum hóskar til aldurin
og menningina hjá tí einstaka
barninum.
Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert starv, har tú saman
við øðrum fakfólki og hjálpar-
fólkum fært møguleika fyri at seta
dám á stovnin.
Starvið verður sett við einum
vikuligum tímatali uppá 30 tímar
at byrja skjótast tilber.
Vit ynskja
Okkara ynski er, at tú ert virkin
og nýhugsandi, hevur góð sam-
starvsevni og arbeiðir sjálvstøðugt
við at loysa uppgávurnar í sam-
svari við endamálið hjá stovni-
num og teir málsetningar,
stovnurin hevur.
Í tí dagliga arbeiðinum leggur
Reiðrið dent á
. at hava fyrilit til menningina,
aldrinum og tørvinum hjá
tí einstaka barninum
Meir fæst at vita
Nærri upplýsingar um
starvið fáast við venda sær
til Hannu Juul, leiðara, á
telefon 447003.
Umsókn
Skrivlig umsókn skal verða
Almannastovuni í hendi
í seinasta lagi 8. mai 2006
kl. 12.
Send umsóknina til:
Almannastovan
Smyrilsvegur 20
Postboks 3096
110 Tórshavn.
Dagstovnurin Reiðrið er ein dagstovnur
fyri fjølbrekað børn undir 18 ár, har
møguleiki eisini er fyri umlætting.
Endamálið hjá Reiðrinum er at skapa eitt
trygt grundarlag fyri børnini, at tey kenna
seg væl, verða vird, eru við í sosialari
samveru og fáa eitt mennandi tilboð
saman við neyðugu venjingunum.
Reiðrið er ein dagstovnur undir
Almannastovuni. Á stovninum eru 8 børn.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
www.almannastovan.fo
Dagstovnurin Reiðrið
søkir starvsfólk
Søkt verður eftir starvsfólki til Dagstovnin Reiðrið á Saltnesi. Vit vænta, at tú hevur
viðkomandi útbúgving so sum sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, fysioterapeutur,
ergoterapeutur ella aðrar drúgvar viðkomandi royndir á økinum.