Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 78 - 24. apríl 2006 Tað er ikki lætt at bera seg at á sjónum í bjargingarbúna. Hetta staðfestu 18 næmingar frá vetrar- skeiðnum í dugna- skapi í sigling leygar- dagin SKEIÐ Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Í sambandi við at P/F Trygd hevur stuðlað vetrar- skeiðnum í dugnaskapi í sigling, vóru 18 næmingar, ið hava luttikið á skeiðnum í allan vetur, í eini bjarging- arroynd inni á Sundi leyg- ardagin. Fyrst skulu næmingarnir sjálvir royna at sleppa upp í ein stóran bjargingarbát, ið lá á sjónum. Næmingarnir stríddust alt teir vóru ment- ir, og at enda vóru allir komnir umborð á bjarging- arbátin. Eftir hetta varð báturin vendur á høvdið, og næm- ingarnir skuldu síðan venda bátinum við aftur og klúgva uppí aftur. Eftir tógvið stríð fóru næmingarnir út á fjørðin, har tyrlan hjá Atlantic Air- wais stóð og bíðaði eftir teimum. Tyrlan dró síðani ein og ein næming upp úr sjónum og fleyg teir heim aftur á tyrlupallin á Boða- nesi. Bert var pláss fyri seks næmingar inni í tyrlu- ni í senn. Petur Hans Dahl hevur verið lærari á vetrarskeið- num í dugnaskapi í sigling og sigur, at næmingarnir skulu til próvtøku í hesi vikuni: - Úr hesum skeiðnum fáa næmingarnir nógv burtur- úr. Flestu næmingarnir eiga bát sjálvir, og á henda hátt vita teir júst, hvat teir skulu gera í neyðstøðum. Tað er sera umráðandi at vita, hvussu ein skal lata seg í bjargingarbúnan. Vit hava dømi um menn, ið eru druknaðir á sjónum, hóast teir vóru í bjargingarbúna. - Tá tú hevur latið teg rætt í bjarginarbúnan, eigur einki vatn at sleppa inní, og tískil flýtur tú upprættur sum ein tundurproppur á sjónum, sigur Petur Hans Dahl. Stríddust fyri lívið - Næmingarnir stríddust fyri lívið á sjónum: - Hetta er ikki bara sum at siga tað, segði ein næmingur Mynd: Lív Højsted Horsdal - Tyrlan dró ein og ein næming upp úr sjónum og fleyg teir heim á tyrlupallin á Boðanesi Mynd: Petur Hans Dahl