mánadagur 24. apríl 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2006
17
– fyri listarliga virksemi
sítt sum teknari, har hann
støðugt hevur megnað at
seta fokus á evni og sam-
felagsviðurskifti, ið hava
týdning fyri fólkaræðið
VIRÐISLØN
Í sambandi við at framsýningin
"Blaðtekning og fólkaræði" lat
upp
í
Norðurlandahúsinum
leygardagin varð eisini latin ein
virðisløn - ársins kjakvirðisløn.
Tað er Miðlahúsið, sum hevur
tikið stig til hesa virðisløn, sum
verður latin einum persóni, felag,
felagsskapi ella stovni, sum hevur
givið sítt góða og stóra íkast til at
fremja samfelagsliga kjakið, ið er
ein av grundarsteinunum undir
fólkaræðinum.
Tað eru Miðlahúsið og Føroya
Banki, sum lata hesa virðisløn, ið
er uppá 25.000 kr. Og hesa fyrstu
ferðina hon verður latin varð gjørt
av at lata hana fara til Óla
Petersen, blaðteknara.
Tað var Bjarni Djurholm, var-
aløgmaður, sum handaði blað-
teknaranum virðislønina, eftir at
framsýningin við blaðtekningum
varð sett í Norðurlandahúsinum
leygardagin.
Grundgevingin fyri at lata Óla
Petersen "Ársins kjakvirðisløn
2006" er soljóðandi:
"Óli Petersen fær ársins kjak-
virðisløn fyri listarliga virksemi
sítt sum teknari, har hann støðugt
hevur megnað at seta fokus á evni
og samfelagsviðurskifti, ið hava
týdning fyri fólkaræðið. Við
blaðtekningum sínum og teimum
viðmerkingum, sum ofta fylgja
tekningunum, megnar Óli Peter-
sen á listarligan og sera bein-
raknan hátt at lýsa mangt, ið
torført er at siga í skrivt og talu.
Á henda hátt hevur Óli Petersen í-
gjøgnum eitt heilt lív á ein framúr
skemtiligan hátt givið sítt góða
íkast til eitt samfelagsorðaskifti,
sum er grundleggjandi fortreyt
fyri einum nútímans fólkaræði."
Ársins kjakvirðisløn til Óla Petersen
Óli Petersen, móttakari av ársins
kjakvirðisløn, saman við Jan Müller
frá Miðlahúsinum og Edvard Heen
frá Føroya Banka
Mynd: Jens Kristian Vang
Óli Petersen, blaðteknari,
fyrsti føroyingur, sum fær
ársins Kjakvirðisløn