mánadagur 24. apríl 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 78 - 24. apríl 2006 ]
Ljungberg spælir HM
við skaða
Svenski landsliðsspælarin Frederik Ljungbjerg spælir í
løtuni við einum minni skaða í fótinum, og hann ætlar
sær eisini at spæla HM-endaspælið við hesum skaða.
Fóturin hovnar eftir dystir, og ímillum dysturinar verður
roynt at fáa blóðið burtur aftur. Stundir eru ikki til eina
skurðviðgerð í løtuni, og tí ætlar Ljungbjerg at spæla
næstu mánaðirnar, hóast hann hevur hendan skaða at
dragast við.
Seks telvarar úr
Havnar Telvingarfelag
mynda toppin í
føroyskari telving.
Klaksvíkingar eiga
hinvegin bert eitt
umboð millum
landsins bestu
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Føroyameistaraskapurin í
Klaksvík hevði nakrar fáar
broytingar við sær í topp
10: Heini Olsen (2309) fór
frá 3. plássi niður á 4.pláss.
John Rødgaard (2323) er nú
triðfremstur á ratinglistanum.
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
(2247) datt somuleiðis eitt
pláss skeiva vegin og er nú
á 7. plássi, beint niðanfyri
Flóvin Tór Næs (2251).
Tríggir telvarar í topp 10
telvaðu við í FM. Umframt
omanfyrinevndu telvarar,
royndi Hans Kristian Simon
sen seg eisini. Undan FM
var kollfirðingurin á 9.
plássi við 2214, men hann
er nú á 11. plássi við 2178
ratingstigum.
Klaksvíkingar
í fríum falli
Havnarmenn
eru
væl
umboðaðir millum landsins
bestu. Heili seks telvarar úr
Havnar Telvingarfelag eru
í toppinum. Til stuttleikar
kann nevnast, at Carl Eli og
Rógvi W. Rasmussen (2215)
hava fyrr telvað mong ár við
HT. Teir telva nú ávíkavist
fyri Vestmanna Talvfelag og
Talvfelagið Streymur.
Helgi D. Ziska (2306) er nú
á 5. plássi. Helst fer Helgi at
telva fleiri altjóða kappingar
í summar. Gloppið frá Helga
til Flóvin á 6. plássi er yvir
50 ratingstig. Topp 5 hevur
skorið seg leyst frá restini.
Undarligt at bert ein
klaksvíkingur er í topp 10,
nevnliga Heini Olsen. Fyri
fáum árum síðani vóru eisini
Rani Nolsøe (2041, nr. 23),
Ólavur Simonsen (2093, nr.
20) og Eyðun Nolsøe (2177,
nr. 12) í absolutta toppinum.
Tíbetur er talvítrótturin ikki
oyramerktur til eitt ávíst
aldursmark og tí ber væl til
hjá hesum telvarum at hevja
seg aftur úr dustinum.
Ikki allir klaksvíkingar
venda pílin niðureftir.
Hóast Steintór Rasmussen
(2121, nr. 17) fyrr verið
longri frammi, hevur hann
ment seg og sína rating
eftir framúr góð úrslit í
liðkappingini. Hann er nú
triðfremsti klaksvíkingur
eftir Heina og Eyðun. Finn
bjørn Vang (2109, nr. 18)
tykist somuleiðis í góðum
formi eftir eitt flott 3. pláss
í FM og eina støðuga góða
liðkapping.
20 ár og yngri
Hjá telvarum føddir í 1986
og seinni er Helgi trygt
fremstur. Olaf Berg og
Sjúrður Thorsteinsson, báðir
føddir í 1986, eru í løtuni teir
einastu, sum geva Helga
kapping á unglingalistanum.
13 ára gamli unglingafør
oyameistarin Rógvi E. Niel
sen klintrar spakuliga rætta
vegin.
CorpSoft Nordic Cup
Havnarmaðurin Flóvin Tór
Næs roynir seg aftur eftir ein
longri steðg. Flóvin telvar
við í CorpSoft Nordic Cup
í Valby, Keypmannahavn.
Flóvin er styrkismettur sum
nummar fimm av teimum
tíggju telvarunum og miðal
ratingin í kappingini er
2306.
Flóvin hevur longu vunnið
sær allar tríggjar normarnar
og jagstrar hann nú 2400 í
altjóða rating, ið er kravið
fyri at verða útnevndur
altjóða meistari. Altjóða rat
ingtal Flóvins er 2291.
Ikki hevur gingist væl hjá
Flóvini fyrstu trý umførini. Í
1. umfari hevði Flóvin telvað
seg fram til vinnandi støðu
ímóti Henrik Dahl Pedersen
(2256), men ólukku tíð
vendi gongdin óvæntað og
Flóvin tapti eitt drúgvt talv.
Í 2. umfari var Flóvin undir
trýsti at kalla alt talvið ímóti
Jacob Carstensen (2315) og
tapti hann somuleiðis hetta
talvið.
IM Ole Jakobsen (2395)
snøgt sagt hølvaði Flóvin
í 3. umfari og tískil hevur
havnarmaðurin enn einki
stig. Flóvin hevur hvítt móti
IM Emil Hermansson (2467)
í 4. umfari mánadagin.
Brasilsk legenda deyð
Venjarin, sum í 1982 og 1986 stóð á odda fyri
brasilska fótbóltslandsliðnum í HM-endspølunum
í Spania og Mexico, er deyður. Tele Santana skapti
ein undirhaldandi og positivan fótbóltsstíl á
brasilska landsliðnum hesi árini, og hugtakið varð
kallað O Jogo Bonito – tað vakra spælið. Santana
gavst í 1996 av heilsuorsøkum við at vera venjari,
og í farnu viku doyði hann 74 ára gamal.
Havnin
best
umboðað
í topp 10
Helgi Dam Ziska hevur nú strítt seg upp á eitt fimta pláss á føroyska talvstyrkilistanum
Topp 10
1 John Arni Nilssen, FM
HT
2368
2 Martin Poulsen
HT
2338
3 John Rødgaard, IM
VT
2323
4 Heini Olsen, FM
KTF
2309
5 Helgi Dam Ziska
HT
2306
6 Flóvin fiór Næs, FM
HT
2251
7 Carl Eli Nolsøe Samuelsen VT
2247
8 Rógvi W. Rasmussen
TFS
2215
9 Jóan Hendrik Andreasen
HT
2207
10 Olaf Berg
HT
2195