Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 26. apríl 2006 33 Flaggdagshald varð hildið nógvastaðni kring landið seinna­ partin í gjár. Eisini í høvuðsstaðnum var nógv fólk saman­ komið á Vaglinum Flaggdagur Snorri Brend Havn: Landsbókavørðurin, Martin Næs var nóg illa byrjaður uppá flaggdags­røðu sína, tá eitt grovt heglingsæl kom yvir Havnina. Hetta forðaði honum kortini ikki í at halda røðu sína, sum var merkt av øllum tosinum um visjón 2015 og aðrar ætlanir í framtíðini. Tolsemi, visjón 2015 og hetta at seta hvønn annan í bás, vóru orð sum gingu aftur fleiri ferðir í røðuni. Martin Næs segði, at vit hava øll rætt at liva her í samfelagnum, og tann dagin tá tolsemið til hvønn annan verður sett í hásætið, tá verður av sonnum orsøk at flagga. Væl av fólki hevði aftur í ár leitað sær oman á Vaglið í Havn, har bæði skótar og Havnar Hornorkestur gjørdu sítt til at tiltakið enn einaferð eydnaðist til fulnar. Flaggdagshald í ælaveðri