Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 -28. apríl 2006 5 Hóast tað ikki er langt í kilometrum úr Havn til Klaksvík, finnast tað kortini tey, sum ikki hava ferðast henda teinin. Ein teirra er ein ung genta úr Havn, sum á fyrsta sinni setti fót sín á land í Klaksvík í farnu viku Ferðafólk Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Leirvíksfjørður: Tað er hósdagur 20. apríl. Klokkan er fáar minuttir í 11, og Dúgvan er í ferð við at leggja til bryggju í Leirvík. Hetta er ein av teimum seinastu túrunum, ið Dúgvan er á hesi farleiðini. Veruleikin er, at niðurteljingin til end­an av siglingini um Leir­víks­ fjørð er byrjað. Henda dagin eru undir eitt­ hundrað túrar úr Klaksvík til Leirvík eftir: Seinnapartin leygardagin er Leið 50 Leir­ víksfjørður søga hjá Strand­ ferðsluni. Henda hósdagin eru ikki nógv ferðafólk við til Klaksvíkar. Og tó – millum hesi er ein ung og vøkur kvinna úr Hoyvík, sum er á serstakari uppgávu henda dagin. Samstundis við hetta er talan um fyrsta túr henn­ara við Dúgvuni um Leir­víksfjørð. Fyri hana verður tað sostatt eisini hin seinasti við hesum strand­ faraskipinum. – Eg havi faktiskt ikki nakran at fara til í Klaksvík. Tí havi eg ongatíð verið her, ikki fyrrenn í dag, sigur henda unga gentan, 16 ára gamla Silja Joensen úr Hoy­ vík. Hinvegin so verður henda vitjanin í Klaksvík sera stutt. Sum skilst skal hon aftur til Havnar so at siga beinanvegin sama dag. Til fotografIN Hóast Silja bert er 16 ára gomul og gongur í 9 Ð í Eysturskúlanum, veit hon hvat hon ætlar sær at gera í framtíðini. Tað eru tað kanska ikki øll í hennara aldri sum vita, men fyri Silju er greitt, at hon ynskir at arbeiða sum fotografur í framtíðini. Eins og aðrir skúlanæm­ ingar hevði Silja tí eisini møguleikan í ár at fáa meiri kunnleika um føroyska ar­ beiðsmarknaðin, tá møgu­ leikin fyri at fara út í starvs­ venjing beyðst teimum. Fyri Silju var hetta eitt kærkomið høvi: Hon ynskti at koma í starvsvenjing hjá einum av bestu mynda­monn­ um okkara – Per á Hædd. Tá tað eydnaðist henni, var vegurin greiður hjá henni at hitta ein fotograf í starvi – ikki bert ein fotograf, men í hennara eygum kanska FOTOGRAFIN! – Mær hevur altíð dámað sera væl myndirnar hjá Per. Eg síggi veruliga upp til hann sum fotograf, sigur Silja. Mynd á fjørðinum Henda hósdagin vóru Silja og ein av hjálparmonnunum hjá Peri, ein ikki verri mynda­ maður Finnur Justinus­sen ávegis til Klaksvíkar við Dúgvuni. Á ferðini yvir um fjørð skuldu tey loysa eina upp­ gávu saman við tveimum av ferðafólkunum. Her skuldi Silja eisini hjálpa til. Talan var um myndatøku til einhvørja lýsing, sum fyri­ tøkan hjá Peri skuldi fram­ leiða. Við sær hevði Silja ein stóra silvurlittan skerm, ið skuldi nýtast sum reflektor fyri ljósið. Meðan Finnur tók myndina av hesum parinum, var tað uppgávan hjá Silju at halda skerminum eftir boðunum frá fotografinum. Fyri hana var hetta eisini ein spennandi uppgáva, sam­ stundis sum hon á fyrsta sinni slapp at seta føtur sínar á land í høvuðsstaði norð­oyinga. Per fær persónin fram Silja hevur í longri tíð vitað at hon slapp í starvsvenjing her, og hon hevur sæð fram til at sleppa at arbeiða saman við einum fotografi, sum dugir sítt fak. Henda uppgávan umborð á Dúgvuni var kortini bert ein av mongum uppgávum, sum hon hevur loyst hesar dagarnar hon hevur verið í starvs­venjing hjá Per á Hædd. Í aðrar mátar hevur arbeið­ ið hjá henni verið bæði fjøl­ broytt og spennandi. Hon er m.a. sloppin at taka fleiri myndir í studio. Eitt annað arbeiði hjá ein­um fotografi er at taka myndir og síðani seta tær í myndabøkur. Hetta arbeiðið kann kanska tykjast lítið áhuga­vert, men fyri Silju hevur hetta eisini verið ein partur av stóru upplivingini at arbeiða saman við Per og Finnur. – Per er ein heilt ótrúliga góður fotografur. Hann hevur tann serstaka eginleikan at kunna fáa persónin fram í myndini. – Og tá man dugir tað, so er man ein góður fotografur, sigur Silja. Fyrsta – og seinasta ferðin um Leirvíksfjørð – Lættari hjá norðoyingum Norðoyatunnil: Sum longu nevnt er hetta fyrstu ferð at Silja Joensen er ávegis um Leirvíksfjørð. Tí, sum hon sigur: – Eg havi onga familju í Klaksvík, og havi tí ongan at fara til her. – Ein má líkasum hava onkran at fara til í Klaksvík, sigur Silja. Hóast hon ikki hevur verið her áður, hevur hon kortini sínar hugsanir um samferðsluna hjá norðoyingum, nú Norðoyatunnilin letur upp. Sjálv heldur hon, at Dúgvan er eitt gott skip. Her er hugnaligt umborð og gott pláss til ferðafólkini. – Men við tunlinum fer tað at vera nógv lættari. Nú verður lættari hjá teimum at planleggja. – Nú verður ikki longur neyðugt at skula avstað til ávísar tíðir. Nú ræður ein sjálvur yvir tíðini, sigur 16 ára gamla hoyvíksgentan. – Arbeiðið sum fotografur er sera áhugavert, sigur Silja, sum næsta ár ætlar sær á eftirskúla í Danmark. Her fer hon at velja fotografering sum linjufak. Annars er hon virkin í Tensing-kórinum í KFUM í Havn, og brúkar annars frítíðina saman við vinkonum og í Yndi – Tá eg lesi eg eitt blað hyggi eg fyrst eftir myndunum, sigur Silja Joensen, sum er sera áhugað í fotografering