Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 82 -28. apríl 2006 Snøgga bygningin Seinnapartin í gjár var Paul Nielsen til arbeiðis í bygninginum, har Føroyabók heldur til. Hann hevur verið arbeiðsleysur, men átekur sær smærri arbeiði fyri fólk, tá hann verður biðin um tað. Nú var hann so til arbeiðis í Vágstúni í Klaksvík. Hann var í ferð við at banka rustin av einum parti av klædninginum, og skuldi síðani mála her. – Tað eru nakrir dropar beint nú, men tað fer ikki at bila fyri málingina, sigur Paul Nielsen. Hann væntar nógv fólk til Klaksvíkar leygardagin. Børnini spæla í góð­ veðrinum Heini S. Kristiansen Hesi fittu børnini stóðu úti og hugnaðu sær í góðveðrinum. Hóast tey vóru eitt sindur flov, so stillaðu tey upp til myndatøku til æru fyri Sosialin. Paul Nielsen er til arbeiðis í Vágstúni Mynd: Jens Kr. Vang Børnini hugna sær úti Mynd Jens Kr. Vang