Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 -28. apríl 2006 7 Stákast í túninum Heini S. Kristiansen Harry Joensen verður 81 ár tann 29. juni, men hóast aldurin trýstir, heldur hann seg ikki aftur at fríðka um í túninum, nú tunnilin letur upp. – Tað regnaði so illa, at vatnið skolaði uppum garðin, sigur Harry Joensen. Tað er komin ein riva í garðin hjá honum. Harry ruddar rennurnar, og í summar ætlar hann sær at fáa garðin gjørdan umaftur. – Eg rokni við, at eg fari at fáa fólk til at gera garðin, sigur hann. Harry Joensen er hugagóður og raskur at arbeiða, men hann merkir væl, at kroppurin orkar ikki so væl sum fyrr. Skal í brúdleyp Heini S. Kristiansen Anita Jacobsen situr og fær sær hárið gjørt. – Tað er ikki tí, at norðoyatunnilin opnar, at eg eri til frisør. Eg skal í brúdleyp skjótt, og tá skal hárið vera snøgt, sigur hon. Anita Jacobsen væntar, at tað koma nógv fólk til Klaksvíkar leygardagin. – Fólkini fara at streyma norður, tí at tað verður jú ókeypis at koyra ígjøgnum tað fyrstu vikuna, sigur Anita Jacobsen. :Anita Jacobsen er til frisør Mynd: Jens Kr. Vang Gamli Kirkjugarður í Klaksvík verður broyttur fullkomuliga, nú Karl Heri Joensen og hansara menn hava verið til verka í eina tíð Mynd: Jens Kr. Vang Norðoyastevnan er málið Gamli kirkjugarðurin í Vágstúni verður nú gjørdur í stand – ella rættari: Hann verður broyttur fullkomuliga. Í eina tíð hava grótlaðarin, Karl Heri Joensen og hansara menn arbeitt við at snøgga økið í miðbýnum í Klaksvík. Allur garðurin rundan um kirkjugarðin er niðurtikin, og nú verður arbeitt við at gera ein nýggjan garð úr góðum føroyskum gróti. Hóast arbeiðinum líður væl, verða teir ikki lidnir til leygardagin, tá Norðoyatunnilin letur upp. – Okkara mál at verða lidnir til Norðoyastevnu. Og tað fara vit eisini at klára, sigur Karl Heri. sb. Harry Joensen ruddar í túninum Mynd: Jens Kr. Vang