fríggjadagur 28. apríl 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 82 -28. apríl 2006
Gongur sum Óli
Marner Christiansen
ætlar, letur ein stórur
handilsdepil upp
í Klaksvík longu í
november mánaði
næsta ár.
– Hetta skal gerast
tann nýggi savningar
staðurin hjá øllum
norðoyingum, sigur
hann um ætlanina,
sum varð víst fram
ígjár
Miðbýarætlan
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Klaksvík: – Tvær lítlar und
irskriftir, sum koma at koll
velta handilslívið í býnum!
Øðrvísi kann ein ikki
lýsa løtuna, tá stigtakarin
Óli Marner Christiansen
og borgarstjórin, Steinbjørn
O. Jacobsen seinnapartin í
gjár settu undirskriftir sínar
undir miðbýarætlanina í
Klaksvík.
Talan er um at byggja
næststørsta handilsbygning
í Føroyum, og sum kemur
at hýsa einum hópi av handl
um, skrivstovum og øðrum
virksemi.
Hinvegin fevnir ætlanin
eisini um eina sonevnda
MargHøll, har møguleikar
verða fyri einum hópi av
tiltøkum, heilt frá ráðstevnum
og sølustevnum til innandura
fótbóltskappingar.
Umframt hetta er eitt
Torg í miðjum bygningi, har
mong ymisk tiltøk kunnu
stáplast uppá beinini. Við
hesum ynskir ein at fáa ein
savningarstað fyri klaksvík
ingar og norðoyingar – og
helst ein góðan part frá rest
ini av landinum.
Ætlanin er at fara undir
verkið sum skjótast, tí mið
að verður eftir at lata Hand
ilsdepilin upp í november
mánaði 2007 – tað vil siga
um hálvtannað ár.
Kostnaður fyri ætlanina
er um 130 mió. kr. Miðað
verður eftir at alt skal verða
merkt av góðsku og dygd,
og tí slepst neyvan undir ein
minni prís enn henda.
Tað eru longu liðin nógv
ár síðani ein partur av vík
ini varð fylt út til eitt slíkt
endamál. Hetta hevur higar
til ligið um ein myrk og køld
grótrúgva í hjartanum av
Klaksvík.
Nú er umsíðir líkt til at
hetta økið verður fylt við
lívi, fólki og fjølbroyttum
virksemi.
– Hetta skal ikki bert
snúgva seg um handlar og
tílíkt. Hetta skal eisini gerast
eitt sosialt savningarstað fyri
allar Norðoyingar, sigur stig
takarin, Óli Marner Christ
iansen.
Royndir savnast
Í Klaksvík varð í síni tíð
eitt 20.000 fermetrar stórt
øki fylt út innan í sjálvari
víkini, har ætlanin leingi
hevur verið at ein slíkur
handilsdepil skuldi standa.
Spurningurin hevur bara
verið, hvat tað skuldi brúkast
til – og nær, ið nakað virk
semi fór at koma her.
Fleiri ætlanir hava verið
frammi, men henda ætlanin
sum seinnapartin í gjár varð
løgd fram, er løgd væl til
rættis og er kannað og fyri
reikað út í æsir.
– Vóru vit byrjaðir fyrri,
høvdu vit neyvan havt eitt
so gott prosjekt, sum tað vit
hava her í dag. At vit hava
bíðað so leingi, hevur bara
gjørt ætlanina betri og við
størri undirtøku, sigur Óli
Marner.
Stigtakararnir hava havt
gott samstarv við tvær dansk
ar fyritøkur, sum á hvør sín
hátt hava drúgvar royndir í
slíkum arbeiðum.
Millum verkætlanirnar
sum hesar báðar fyritøkur
hava átt lut í eru Fields, Fiske
centeret og Frederiksberg
centeret, umframt ein hóp av
øðrum miðbýarætlanum og
handilsdeplum í Danmark,
Íslandi og øðrum londum.
Allar hesar royndirnar til
samans verða nú savnaðar á
einum og sama staði – mitt
í hjartanum í Klaksvík, sum
eftir ætlan skal gerast tað
nýggja savningarstað norð
oyinga.
Ætlanin er tí at hesin hand
ilsdepilin og Marghøllin
skulu hýsa konsertum, ráð
stevnum og øðrum stórtil
tøkum.
18 handlar
Hóast ætlanin ikki varð
kunngjørd fyri almeninginum
fyrrenn í gjár, er líkt til at
stigtakararnir hava havt
samband við ein hóp av fyri
tøkum og handlum, sum í
framtíðini kunnu og skulu
hava innivist her.
Óli Marner vildi undir
framløguni ikki nevna nøvn á
fyritøkum og handlum. Hann
vísti kortini á, at Norðoya
Sparikassi, sum er ein av
eigarunum, skal hava nýtt
høvuðssæti í miðbýnum.
– Annars hava vit seriøsar
samráðingar við ein matvøru
handil, sum eisini skal inn.
Men tað er ov tíðliga at
nevna nakað navn enn, sigur
Óli Marner.
Í aðrar mátar er ætlanin
at einir 16-18 serhandlar
skulu inn í handilsdepilin,
umframt fitness-depil, Net
café, bókasavn og tílíkt.
Mennir handilslívið
Undir fyrireikingunum hava
stigtakararnir havt fleiri
fundir við Handilsfelagið í
Klaksvík.
Fyrr var kanska ein størri
mótstøða ímóti eini slíkari
ætlan, men í dag er vent í
holuni: Stór semja tykist vera
um, at ein slíkur handilsdepil
er avgjørt neyðugur í dag.
Ein annar spurningur er,
um hesin kanska fer at drepa
handilslívið í býnum. Men
hesum er Óli Marner als ikki
samdur í.
Fleiri av handlunum í
býnum sýna nevniliga hesi
ætlanini stóran áhuga, og
er longu nú gjørd munnlig
avtala við 18 teirra. Umframt
hesar verða eisini handlar
uttanfyri Klaksvík í depl
inum.
– Tað er eisini spennandi,
at fleiri klaksvíkingar ætla
sær nú undir nýggjar handlar
sum ikki finnast í býnum í
dag.
– Hetta haldi eg vera sera
positivt og er at fegnast um,
sigur Óli Marner.
Handilsmiðdepil fer at kollvelta
Óli Marner Christiansen leggur fram nýggju ætlanina fyri miðbýin í Klaksvík. – Vit vænta góða undirtøku frá fólki, sigur hann
Mynd: Jens Kr. Vang
Fólk lurta við áhuga – onkur er kanska eitt sindur hugsunarsamur