Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 82 -28. apríl 2006 Bryggjaríið, sum er sjálv­boðin gestur við mangt eitt gestaboð í landinum, hevur í mong harrans ár verið sjálv ímyndin av Klaksvíkini Við meiri enn hundrað árum á baki er Føroya Bjór ein av teimum elstu og kendastu vinnufyritøkunum í Føroyum Fyritøkan hevur eina drúgva og spennandi søgu, sum fór av bakkastokki longu í 1888, tá Símun úr Vági fór undir at bryggja øl. Símun F. Hansen, sum var hans­ara borgarliga navn, var abbi teir núverandi odda­ menninar á Føroya Bjór, brøð­ urnar Einar og Heina Waag, og líka frá byrjan valdi hann veðrin at mynda bryggjaríið. Og nú, fyritøkan hevur 118 ár á baki, er veðrurin framvegis sjálv ímyndin av Føroya Bjór. Símun vaks upp norðuri í Vági, og var giftur við Karin úr Funningsstovu í Havn, og áttu tey átta børn. Hann var ivrigur sjálvstýrismaður og var eitt nú millum undan­ gongufólkini, sum kallaðu inn til jólafundin í 1888. Harumframt var hann há­skúlamaður um ein háls, og var eisini millum teir føroyingar, sum veitraðu við Merkinum nógv ár fyri, at tað var alment góðkent. Tey trý ættarliðini Tá Símun í Vági fór til Dan­markar í 1883 at læra til bakara, lærdi hann sam­stundis at bryggja øl. Fimm ár seinni var hann aftur í Føroyum og byrjaði sína egnu fyritøku. Eftir at hava arbeitt sum bakari, bryggjari, bóndi og reiðari í næstan 50 ár doyði hann 72 ára gamal í 1935. Sonurin, Einar Waag eldri, sum eitt skifti var løgtingsmaður, tók yvir og bygdi bryggjaríið út fleiri ferðir, áðrenn hann fyri skjótt 30 árum síðani lat triðja ættarlið koma til. Góðskan í hásæti Í dag siga teir á Føroya Bjór, at teir leggja størsta dentin á ølgóðskuna, og at ølið hev­ur luttikið og vunnið heið­­urs­prísir í mong­um al­tjóða øl­kapp­ ing­um. Bryggja­ríið sendir alla tíðina øl til kanningar á starvsstovu og eisini til uttanveltaðar smakkroyndir hjá ølserfrøðingum á Al­fred Jørgensen Gærings­fysio­ logisk Laboratorium. Hesir siga, at ølið roynist væl mill­ um bestu øl sløg í heimin­ um. Føroya Bjór røkir umleið 70 prosent av føroyska markn­aðinum fyri pilsnarøl og 60 prosent av gulløli. Men Føroya Bjór er ikki bert øl. Sodavatnið er eisini vælumtókt, og er meiri enn onnur hvør sodavatn, ið verður drukkin í Føroyum, frá Føroya Bjór. Umleið 40 fólk starvast á Føroya Bjór, harav 18 á skrivstovuni og bryggjarínum í Klaksvík. Bryggjaríi hevur fimm deild­ ir kring landið, á Tvøroyri, í Skálavík, í Havn, Leirvík og Klaksvík. Føroya Bjór – ímyndin av Klaksvíkini Tá Símun í Vági fór til Dan­markar í 1883 at læra til bakara, lærdi hann sam­stundis at bryggja øl Á myndini síggja vit ein Austin lastbil lastaður við eyðkendu trækassunum. Arbeiðsmennirnir eru: Ólavur Thomsen, sum enn starvast í fyritøkuni, Olgar Hansen, skipari, Álvur Magnusson, motorpassari, Volmar Biskopstø, stýrimaður Viðoyggin avloysti Ósa og virkaði fram til umleið 1988, tá Føroya Bjór fór at brúka Strandferðsluna Ósi var upprunaliga eitt vrak, sum blev sett í stand. Hann var seldur til útróðrarbát síðst í sekstiárunum. Olgar Hansen førdi ølbátarnar Ósan og Viðoynna Brandur endaði sum útróðrarbátur í Esbjerg fyrst í seksti­ árunum