Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 82 - 28. apríl 2006 HEILSANIR Góði Hjarnar Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum. Takk fyri at tú altíð er ein so góður beiggi. Heilsan allar 5 systrarnar Til piparsveinum inni á Giljanesi í Sandavági Tillukku við tí stóra degnum 28. apríl. La la la la.... eftir túsund og eeiiinnnaaa nátt.... Gleða okkum til ballið. Heilsan áhoyrararnir Til Hjarnar Gudmundsen í Sandavági ja, ikki hevur tað altíð verið so gott skil í... Tillukku við piparinum 28. aprí. Vit gleða okkum til ballið. Heilsan Regin, Eiler og Oystan Takk fyri dansin og Hjartaliga tillukku við piparinum. Heilsan vinurin úr Skúvoy Til piparsveinin inni á Nesi Tað er ikki løgið, at tú ert blivin piparsveinur við has­ um yvirskegginum. Heilsan Hans Dánial og Uni Hettar var eitt av kvøldunum Hjarnar var cowboy. Hjartaliga tillukku við teimum 30 árunum. Heilsan sanda­ vágsboys Piparsveinurin inni á Giljanesi í Sandavági Tillukku við degnum 28. apríl. Heilsan áhoyrararnir Her royni eg meg sum DJ í Spanien, men tað er eingin ið tímur at lurta eftir pipartónum. Hvar skal ein gera, tá hann er vorðin 30 ár. Nú koyrandi verður undir Leirvíksfjørð, er tað ikki bara í Klaksvík og Leirvík, at nógvir lutir eru at fáa frá hondini. Skeltingin kring landið skal eisini broytast, tí ert tú á Streymoynni, Vágum ella Eysturoynni, er koyriteinurin til Klaksvíkar brádliga longd­ ur við 10 kilometrum. Hetta tí skeltingin til nú hevur víst frástøðuna til Leirvík og Dúgvuna, Ternuna ella Sam. Tað verður nú søga, og hesar myndirnar vórðu tiknar, tá menn frá reklamu­ felagnum, Karmur, broytti skeltið í Kollfaradali. Hetta so skeltið nú sigur frá, at 59 kilometrar eru til Klaksvíkar. -mørk Klaksvík-Leirvík- Fuglafjørður er rutan, sum nýggja leið 410 fer at koyra. Talan er fyrst og fremst um lokala farleið, sum tó verður samskipað við bygdaleiðum bygdaleiðir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Strandferðslan við nýggja tunlinum missir eina sjóvegis rutu, so merkir hetta samtundis byrjanin til nýggja land-rutu. Bygdaleiðir byrja nevnliga leygardagin at koyra rutuna hjá nýggju leið 410. Í fyrsta umfari verður talan um royndarskipan, sum tær tríggjar kommunurnar hava játtað at rinda fyri. Men miðað verður ímóti, at skipanin skal verða roynd í eitt áramál, soleiðis at haldgott grundarlag er at byggja eina veruliga niðurstøðu á. Fyri at fáa sum mest burt­ ur úr teimum skipanum, sum frammanundan eru gald­andi hjá Bygdaleiðum, hava kommunurnar valt at skipa leiðina í samstarvi við Strandferðsluna. Harvið fær brúkarin allar teir somu møguleikarnar, sum Bygdaleiðir longu kunnu bjóða, so sum samskipan við aðrar farleiðir og avsláttar- møguleikar Stóra forðingin í saman­ sjóð­ingini av hesum økinum tvørtur um Leirvíksfjørð verður gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Endamálið við bussleiðini verður tí ikki minst eisini at avmarka forðingina, sum kostnaðurin ber í sær. Í tíð­indaskrivi, sum er sent miðlunum, verður dentur lagdur á gjaldið, sum er sett rættiliga lágt. Dýrasta ferðin er úr Fuglafirði/ Kambs­dali til Klaksvíkar, og kostar hendan 30 krónur. Úr Gøtudali/Leirvík til Klaksvíkar er kostnaðurin 20 kr., meðan aðrar rutur kosta 10 kr. Hansa Vest, sum hevur starvst sum hárfríðka í nøkur ár, metir møguleikarnar vera góður, nú hon letur upp nýggja salon í Klaksvík Handilslív Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hárlist eitur nýggja salongin, sum rættiliga hóskandi letur upp sama dag, sum Norð­oyatunnilin letur upp. Og tað er nú heldur ikki av tilvild, at júst hesin dagurin er valdur. – Eg havi onkra tíð hugsað tankan at lata upp egna salon. Og skuldi tað vera, so haldi eg, at tunnilin er eitt fínt høvi til hetta. Sjálv ivist eg ikki í, at hetta økir um kundagrundarlagið. Og tá eg so eisini fann eini hóskandi høli, sum mær dámar væl, so var avgerðin ikki so øgi­ liga trupul at taka, sigur Hansa Vest, sum stendur fyri nýggju salongini. Hansa, sum er 29 ára gomul, er annars av Tvør­ oyri, men við manni, húsi og børnum í Klaksvík, hevur hon nøkur ár á baki í býnum. Í 2002 varð hon avlærd hjá Salon Sólrun, og síðani hev­ur hon starvast hjá Vera Klipp og hjá Salon West í Leirvík. Spurd um sjálva salongina sigur hon, at hon hevur lagt seg eftir, at kundin skal kenna seg væl, umframt at handverkið sjálvandi eisini skal vera í lagi. – Eitt nú hava vit valt at hava massasjustólar við vaskini, og ætlanin er so eisini, at talan at kalla bert skal vera um náttúruproduktir, sum verða nýtt til liting, vask og annað. Hetta er nakað, sum er við at vinda uppá seg aðra­staðni, og í longdini er tað væl nakað, sum er betri fyri bæði meg og kundan, heldur hon. Nýggja salongin heldur til á Klaksvíksvegi 59 - beint við síðuna av gamla bankanum, sum nú er ungdómshús. Frá 49 til 59 Fýra-talið er burtur, og so skal nýggja fimm-talið setast á skeltið Myndir: Birgir W. Høgnesen Lokal-bussur um tunnilin Talan er um samstarv millum Bygdaleiðir og tær tríggjar kommunnurnar, sum føra til lokalu bussleiðina millum Klaksvík, Leirvík og Fuglafjørð Tunnilin økir um marknaðin Saman við nýggja tunlinum letur eisini upp nýggj frisørsalon í Klaksvík