fríggjadagur 28. apríl 2006síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 82 - 28. apríl 2006
Søkt verður eftir dugnaligum starvsfelagum til avbjóðandi
størv á Deildartænastuni í Føroya Sparikassa.
Deildartænastan tekur sær av týðandi avgreiðsluuppgáv-
um í Føroya Sparikssa, t.d. avgreiðslu av virðisbræva-
handlum og øllum gjaldingum til og úr útheiminum.
Harumframt tekur deildin sær av umsiting og skráseting
av kundaviðurskiftum, so sum stovnan av lánum og
tinglýsing.
Søkt verður eftir 2 starvsfelagum:
Starvsfólk til avgreiðslu av virðisbrøvum
Vit leita eftir einum starvsfelaga, ið kann hava dagligu
avgreiðsluna av virðisbrøvum og gjaldføri um hendi,
avstemma kontur hjá korrespondentbankum okkara og
umsita flytingar í SWIFT-skipanini. Harafturat koma
ymiskar ad-hoc uppgávur.
Starvsfólk til skráseting
Vit leita eftir einum starvsfelaga at arbeiða við umsiting og
skráseting av kundaviðurskiftum. Ein partur av starvinum
er eisini útskriving av skjølum og skjalagoymsla. Harafturat
koma ymiskar ad-hoc uppgávur.
Í báðum størvum er nógv samskifti bæði innan- og
uttanhýsis, og ábyrgdarkensla og samstarvsevni eru av
stórum týdningi. Umsøkjarar skulu vera nærlagdir og
tænastusinnaðir.
Deildin er merkt av tøttum samstarvi og til tíðir er stórt
arbeiðstrýst á deildini; tí er neyðugt at kunna arbeiða í
toymi eins væl og sjálvstøðugt.
Føroya Sparikassi er eitt spennandi og avbjóðandi
arbeiðspláss við góðum møguleikum fyri persónligari
og fakligari menning. Tey, ið sett verða, fáa neyðugu
upplæringina til at røkja størvini, men viðkomandi
útbúgving, eitt nú innan peningastovnsøkið, er ein
fyrimunur. Arbeiðsstaðurin er Yviri við Strond í Havn og
lønin verður ásett eftir avtalu.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Elina Sigvardsen, deildarleiðara, á telefon 348290 ella við
telduposti til: elin.sigvardsen@sparikassin.fo ella
Marjuna Eystberg, starvsfólkaleiðara, á telefon 348510 ella
við telduposti til: marjun.eystberg@sparikassin.fo
Størvini verða sett skjótast gjørligt og umsókn skal vera
Starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. mai.
Send umsóknina til:
FØROYA SPARIKASSI
Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
petur & petur • 320870
Avbjóðingar á Deildartænastuni
Visjónin hjá Føroya Sparikassa er at vera brúkaravinaligasti peningastovnur í Føroyum. Í Sparikassanum starvast 211 fólk. Á 16 privatkunda- og 2 vinnukundadeildum kring landið veita vit ráðgeving og selja
fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Á Deildartænastuni starvast 14 fólk. Í samtaki Sparikassans eru tvey dótturfeløg: Húsameklarafelagið INNI og Eik Bank.