Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 83 - 1. mai 2006 ] B68 mistøk vóru eirindarleyst sektað, og sum tíðin leið gjørdist tað alt meiri eyðsýnt, hvussu væl betri klaksvíkingar vóru fyri enn heimamenninir B68-KÍ Jóannes Hansen Tað var veitslurómur á Svangaskarði sunnudagin. Fyrsta royndin gjøgnum tunnilin hjá mongu KÍ viðhaldsfólkunum var eftir døgurða sunnudagin út á Toftir, og hon var framúr væl eydnað. KÍ vann 4-0, og við býtinum av málmøguleikum í huga hevði einki forgjørt verið í tí, um sigurin var uppaftur størri. Lotið var frískt í 1. hálvleiki. Tá var vindurin við gestunum, sum beinanvegin trýstu. Luturin hjá toftamonnum var fyri tað mesta at verja, og fyrstu løtuna vóru teir ikki so illa skipaðir. Um tað eydnaðist at halda tætt, so kundi álopsspælið hugsast at koma til sín rætt eftir steðgin. Men hetta kiksaði alt hjá B68. Eftir steðgin var lotið so at siga burtur. Og tá hevði KÍ longu lagt seg so trygt á odda, at spurningurin um, hvagar stigini skuldu fara, var avgreiddur. Toftamenn hjálptu væl til í 1. hálvleiki. Tá ið Paul Clapson, sum – hóast hann misnýtir nógvar upplagdar møguleikar – er álopsfongur, takkaði fyri góða gávu miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir B68 kiks í uppspælinum í vinstru spældi Harley Bertholdsen, sum var við í tí mesta, Clapson bóltin mitt fyri, og 22 metrar úr málinum fluktaði hann í besta Kurt Mørkøre stíli, og bólturin sang í meskunum. So var dagsskráin sett. At tað var stórur munur í orku og skjótleika og eisini taktiskari tilvitan varð undirstrikað eftir hálvan tíma. Eftir B68 hornaspark! streyk KÍ avstað. Harley Bertholdsen fekk bóltin heilt í høgru, hann bíðaði inntil Hjalgrím Elttør var komin fram á miðjuna, sendingin tvørtur um var neyv, Hjalgrím gjørdist púra leysur, og eitt sindur úr vinstru var hann kaldur, tá ið hann trillaði bóltin framvið B68 málverjanum. Eftir hetta var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur KÍ sigurin skuldi gerast. Triðja málið átti B68 verjan lítlan heiður av. Eftir óneyðugt hornaspark, sum Marek Wierzbicki legði innfyri úr vinstru, vóru bæði Paul Clapson og Símun Joensen púra blankir mitt fyri og fýra metrar úr málinum. Símun skallaði bóltin í høvdið á Paul, sum stýrdi bóltinum í málið og so var 3-0. Eftir hvíldina var Øssur Hansen, sum hevði verið vongverji í vinstru, á sentrala miðvøllinum, har Høgni Madsen hevði gott tak á Jann Inga Petersen, men tá var slagið tapt fyri heimaliðið. Á vøllinum hildu klaksvíkingar á at vera eirindarleysir. Teir vóru langt frammi á vøllinum, og tað var eyðsýnt, at orkan hjá teimum at spæla og stríðast og breiddin á liðnum hjá teimum vóru størri, enn tað var hjá heimamonnunum. Teir bláu fingu frið at spæla, og tað dugdu teir at gagnnýta. Gott dømi um hetta var, tá ið fýra klaksvíkingar bara høvdu tveir verjuspælarar fyri sær, eftir at B68 hevði havt hornaspark. Atli Danielsen førdi við ferð bóltin fram, hann valdi at spæla í høgru til leysa Paul Clapson, sum valdi kiksaða skotroynd heldur enn at spæla tvørturum til tveir blankar viðspælarar. Toftamenn møddust og vóru illa sperdir av, at KÍ togaði spælið so nógv út í borðini. Hjalgrím Elttør var heilt úti á síðulinjuni í høgru, og Heðin á Lakjuni hevði sama leiklut í vinstru. Síðsta málið undirstrikaði klassamunin og uppskriftina hjá KÍ. Harley Bertholdsen stakk í høgru framum vongverjan, sum Hjalgrím Elttør rann frá. Av baklinjuni legði hann út frá til púra leysa Símun Joensen. Úr blonku støðuni ellivu metrar úr málinum takkaði stríðsmaðurin fyri og plaseraði hegnisliga við innaru síðuni bóltin upp í nettakið. So var ballið buðið. B68, sum tríggjar fjórðingar av tíðini varð spælt niður og norður, hevði ongan rættuligan málmøguleika. Kanska kundi tað kallast hálvur møguleiki, tá ið annars arbeiðsleysi Meinhardt Joensen legði seg niður til vinstru fyri at steðga frísparksroynd úr høgru frá Øssuri Hansen. Men so var einki meiri hjá B68. Stigini fóru sendandi gjøgnum undirsjóvar- tunnilin, og um hugburðurin verður varðveittur, og tað fer at eydnast framvegis at betra um spælið, so fara mong stig afturat um Leirvíksfjørð. Ongland bíðar eftir Rooney Michael Owen hevur seinastu vikurnar stríðst við at fáa bilbukt við skaða í fótinum, soleiðis at hann kann verða tøkur, tá HM-endaspælið í Týsklandi fer ígongd. Enska tjóðin hevur fegnast um, at kviki framherjin tykist gerast tøkur, men nú hevur sama tjóð fingið annað at hugsa um. Wayne Rooney noyddist nevnliga skaddur av vøllinum, tá Manchester United tapti 3-0 fyri Chelsea á Stamford Bridge, og tað er lítið, sum bendir á, at ungi framherjin verður púrasta klárur, tá HM byrjar. Vónin er nú, at Rooney kann verða tøkur, tá triði dysturin í bólkaspælinum er á skránni. -mørk So vann Stóri Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, slapp um vikuskiftið at kenna seg aftur sum vinnara, tá Holbæk hevði vitjan av botnliðnum, Avarta. Dysturin endaði við 1-0 sigri til Holbæk, sum soleiðis reistist eftir stórtapi fyri KB seinasta vikuskiftið. Tann dysturin var tann fyrsti hjá Stóra sum venjari hjá oddaliðnum, men tað løgdu teir hjá KB líka í og vunnu ikki minni enn 6-1. -mørk Excellent gáva KÍ venjarin, Tony Paris, hevði 51 ára føðingardag sunnudagin. Tað gongur væl hjá KÍ, og at venjarin er høgt í metum sást, tá ið KÍ áskoðararnir reistust og sungu Happy birthday, meðan var á veg á beinkin, eftir at spælararnir høvdu hvílt seg, og hann hevði givið teimum ráð. Excellent var skoðs- málið, sum KÍ venjarin gav sínum monnum eftir 1. hálvleik. Semja var kortini um, at tað skuldi farast inn til seinna umfarið sum um, at støðan framvegis var málleysur javnleikur. Hjá KÍ vóru Jan Andreasen og Ovi Nysted ikki við. Hetta bar við sær, at tað í høgra borði var pláss fyri 19 ára gamla Oddmari á Lakjuni – lítli beiggin hjá Heðini á Lakjuni. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum teir fyrstu ellivu. – Uppstillingin var 3- 4-3, og eg var uttastur í høgru. Men av tí at Øssur Jacobsen í 2. hálvleiki lá rættuliga frammarlaga, so var eg nógv afturi á vongverjanum, staðfestir ungi maðurin, sum stóð seg væl. Besta mótstøðan higartil Í toftaleguni var lagið einki serligt, eftir at B68 hevði lagt rygg til størsta tapið higartil í Formula- deildini. – KÍ spældi betri, enn nakað annað lið hevur gjørt, sum vit higartil hava kappast við í ár. So mugu vit leggja afturat, at vit hjálptu teimum rættuliga nógv. Vit gjørdu ov nógv mistøk, men tað er sjálvandi eisini ein partur av spælinum at vera førur fyri at sekta mistøkini hjá hinum, søgdu teir í B68. Ralph van Dooren verður tøkur, tá ið B68 sunnudagin skal til Vágs. B68-KÍ 0-4 (0-3): Tunnilsveitslan rakk út á Svangaskarð KÍ B68 Paul Clapson stóð fyri tveimum av málunum, tá KÍ sera sannførandi tók øll stigini við sær aftur gjøgnum Norðoyartunnilin Mynd: Álvur Haraldsen