mánadagur 1. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 83 - 1. mai 2006
37. Talvolympiadan
verður í Torino í
døgunum 20. mai - 4.
juni 2006. Føroyska
landsliðið er sterkt og
fer eftir metinum frá
OL 1994
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Á heimasíðuni hjá Talv-
sambandi Føroya, stendur
soleiðis skrivað: ”Føroyar
luttaka við einum sera
spennandi hópi. Vónirnar og
ikki minst vánirnar eru av
tí sama rættiliga góðar fyri
einum munadyggum úrsliti.
Á fyrsta sinni luttaka vit við
2 IM´arum og annars einum
blandingi av (rættiliga)
royndum
og
nýggjum
spennandi kreftum”.
Rætt er. Hóast nøkur
avboð,
millum
annað
frá Heina Olsen, er liðið
rættiliga sterkt og áhugavert.
Málið er sum altíð at fáa 50
% ella meira. Stigarmetið er
frá 1994, tá ið Føroyar fingu
52,7 %. Við manningini í
ár eigur at verða møguligt
at fáa eitt úrslit, ið líkist
metinum.
John Arni Nilssen - sum
nú hevur fingið staðfest sítt
heiti sum altjóða meistari -
er eitt vala umboð á 1. borði.
Hann var ikki við á seinastu
olympiadu í Mallorka í 2004,
men í Bled, Slovakia í 2002,
fekk hann 50 % á 1. borði
og stóð harvið ruddiliga sína
roynd sum generalur.
Niðanfyri sæst, hvussu
liðið er mannað. Føroyska
ratingtalið er tað fyrra í
klombrini og tað seinna
upplýsir altjóða ratingtal
teirra.
OL-liðið 2006
n 1
IM John Arni Nils-
sen, 31 ár
( 2 3 6 8 )
(2356)
n 2
Martin Poulsen, 22
ár (2338) (2325)
n 3
IM John Rødgaard,
51 ár
(2323) (2344)
n 4
Helgi Dam Ziska,
15 ár
(2306) (2306)
n 5
Hans Kristian Sim-
onsen, 22 ár (2178) (2295)
Føroymeistarin Martin
Poulsen mannaði 1. borð
í seinastu olympiadu og
fekk heiðurlig 4 stig av 11
møguligum. Í ár sleppur
hann at royna seg sum
næstovasta umboð. Martin
svimur í løtuni í góðum
stima og fær allarhelst gott
úrslit á 2. borði.
John Rødgaard hevur
síðani 1984 telvað 128 OL-
talv fyri Føroyar. Heili 73,5
stig ella 57,4 % er úrtøkan.
John er og verður helst í
mong ár álitið á føroyska
liðnum. Á 3. borði fer hann
væntandi at vinna Føroyum
mong stig.
Fjórði maðurin á liðnum
er Helgi Dam Ziska.
Havnarmaðurin hevur mál,
mið og rættan hugburð.
Framgongdin er støðug,
tveir normar eru fingnir til
høldar, og ung eru árini.
Eins og Rødgaard fer Helgi
helst at verða stigslúkari á
liðnum.
Fimti maðurin, og harvið
eykamaðurin, ætlar at fóta
sær eftir vánaligu gongdina
í seinastuni. Hans Kristian
Simonsen fekk bert eitt
6. pláss í FM á páskum. Í
liðkappingini gekk tað heldur
einki serligt hjá honum og
liðnum úr Kollafirði, sum
flutti niður í 2. deild. Hans
Kristian er ein sokallaður
”humørtelvari”. Fær hann
góða kappingarbyrjan, eru
nærum eingin mørk fyri
góðum úrsliti.
Ferðaleiðari og liðleiðari
verður Finnbjørn Vang,
varaforseti í Talvsambandi
Føroya.
CorpSoft Nordic Cup
Illa gekst Flóvini Tór
Næs í CorpSoft Nordic
Cup, sum varð telvað í
Keypmannahavn. Flóvin
var styrkismettur nummar
fimm av teimum tíggju
telvarunum í kappingini,
men hann endaði aftastur
saman við einum dana við
2 stigum.
Flóvin fekk eina keðiliga
byrjan við fýra nullum. Hann
vann tó eitt vælleikt talv
ímóti Esben Lund (2290)
í 7. umfari. Flóvin missir
umleið 45 stig á føroyska
ratinglistanum.
Sviin Emil Hermansson
(2441) vann sannførandi
Nordic Cup við 8 stigum,
meðan Simon Bekker-Jensen
(2395) og Ole Jakobsen
(2388) býttu 2. plássið við
5,5 stigum.
Olympiaduliðið úttikið
John Arni Nielssen er sterkasta kortið á føroyska
talvlandsliðnum, sum í næstum fer til Torino at royna seg í
OL-høpi