Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 5. desember 2000 13 12 Nr. 234 - 5. desember 2000 SL fara við hesari viðmerk- ing at geva eitt ískoytið til eina konstruktiva umrøðu av útbjóðingum á SL Inngangur Tað er seinastu tíðina gjørdar nakrar politiskar viðmerkingar til arbeiðið at skifta út motorarnar á Tern- uni. Sambært teimum við- merkingum, sum gjørdar eru, fær ein tað fatan, at SL ikki bjóða út umvæling- ararbeiðir og onki verður sagt um tær nógvu ferðir umvælingararbeiðir verða boðin út og hvat er hent í fleiri av málunum. Tað er altíð óheppið at niðurstøður verða gjørdar útfrá einstøkum málum og tí fer leiðslan á SL at royna við hesari viðmerking at geva eina meira avvigaða mynd av, hvussu farið verð- ur fram í sambandi við út- bjóðingar. Evnið eigur eisini at hava almennan áhuga og er við- komandi fyri almennar stovnar og tí verður roynt at gera hesar viðmerkingar upplýsandi. Galdandi mannagongd SL hava tann 9. juni 1998 latið gera eitt løgfrøðisligt upprit um útbjóðing í sam- bandi við skipabygging. Brot úr hesum uppriti kunnu hóskandi brúkast í sambandi við útbjóðingar innan fyri tað almenna í sambandi við ymisk ar- beiðir, innkeyp o.a. Alment kann sigast, at fyri almennar stovnar eru galdandi vanligar reglur um at halda »góðan umsiting- arsið« . Hetta er fyri ein part niðurfelt í løgtingslógum, herundir serliga møguliga lóg fyri avvarðandi al- menna stovnin og løgtings- lóg um fyrisiting, fyri ein part óskrivaðar reglur. Haraftrat skulu teir sjálv- andi halda fíggjarkarmin, sum ásett í galdandi fíggj- arlóg. Viðvíkjandi teimum óskrivaðu reglunum kann ikki sigast nakað eintýðigt um hvat er galdandi, men nevnast kunnu t.d. reglur um at tað almenna í síni umsiting skal miðja eftir at sleppa undan, at virðir fara fyri skeyti (»værdispildsbe- tragtninger« ), at allir borg- arar skulu viðfarast so vítt møguligt eins (»lighedsbe- tragtninger« ) og annars, at borgarnir skulu viðfarast við »hensyn og velvilje« . Eisini má tað vera ein skylda hjá almennum myn- dugleikum í síni umsiting (innan fyri lógarinnar karmar) at verja landskass- ans áhugamál. Strandferðslan má tí eis- ini hava atlit fyri at fáa skip bygd, keypa inn og umvæla so bíliga sum gjørligt, og um hetta best verður gjørt við at bjóða út, má tað á- liggja ein ávís skylda hjá Strandferðsluni til at gera hetta. Skyldan er tó ikki absolutt, og kunnu onnur atlit, t.d. til at arbeiðið verður gjørt í Føroyum, grundgeva, at tikið verður ikki av einum bíligari út- lendskum tilboði. Útbjóðingar eru annars reguleraðar av løgtingslóg um útbjóðing v.m. (løg- tingslóg nr. 106 frá 15. nov- ember 1984), sum er gald- andi fyri bæði privat og almennar stovnar. Lógin er tó ikki galdandi fyri bygg- ing av skipum, jvb. § 1, har skipabygging er greitt und- antikin frá lógini. Strand- ferðslan er sostatt ikki við eini útbjóðing av bygging av einum nýggjum strand- faraskipi bundin av áseting- unum í lógini. SL halda seg til hesar meginreglur og tað er bara í heilt serligum førum, at stovnurin víkur frá hesum meginreglum, men í staðin brúkar aðrar búskaparliga forsvarligar mannagongdir. Útskiftingin av motorununm á Ternuni Upprunaliga var ætlanin, at Ternan skuldi skifta motor- arnar út í mai mánað í ár. Hetta kundi ikki lata seg gera, av tí, at játtanin var skerd og tí mátti Ternan verða til at taka um Leir- víksfjørð, tí Smyril skuldi í dokk og møguliga skuldi Dúgvan setast í sigling á Suðuroyarleiðini. SL mátti nevnliga útseta motorskifti vegna vantandi játtan, men nú hastaði tað. Leiðslan hevur í hesum konkreta føri mett tað verða av alstórum týdningi at útskiftingin av motorunum varð gjørd í einum tíðar- skeiði, har ferðslan varð minst møguligt tarnað. Annars er kriterii fyri at velja skipasmiðju: – Kostnaður – Royndir – Skjótleiki – Góðska í arbeiðinum Við hesum útgangsstøði varð kannað, hvør í heila takið kundi gera hetta ar- beiðið. Talan er um eitt rímuliga stórt arbeiði, sum krevur nógva orku og fasili- tetir at loysa uppgávuna. Hesir møguleikarnir vóru kannaðir: – Vágs Skipasmiðja – Sleipistøð í Klaksvík – Skipasmiðjan á Skála – Tórshavnar Skipasmiðja Vágs Skipasmiðja kundi ikki átaka sær uppgávuna við tað, at gamla Ternan var til eftirlit á Vágs Skipa- smiðju. Í Klaksvík er ikki gjørligt at taka Ternuna uppá sleipistøð. Á Skála hevði skipasmiðjan ov nógv at gera um hetta mundi. Tann einasti tryggi møguleikin fyri at gera arbeiðið júst hetta tíðs- punkt og skjótast gjørligt, vísti seg at verða á Tórs- havnar Skipasmiðju. Í hes- um sambandi gav Tórs- havnar Skipasmiðja eina kostn- aðarmeting, áðrenn farið var undir arbeiðið. Møguleikin at fremja umvælingar uttanlanda varð eisini umrøddur, men mett varð, at tað kom at gerast kostnaðarmiklari við nógvari sigling, eftirliti o.a. Talan er um eitt umvæling- ararbeiði, sum er av einari slíkari upphædd, at tað ikki kann loysa seg búskapar- liga at fara av landinum. Tað er víst á, at tað ikki er rætt, at neyðugt varð, at ferjan skuldi takast upp á sleipistøð, men hetta varð neyðugt fyri at seta nýggjar botnventilar í. Hetta varð gjørt í tíðarskeiðnum leyg- ardagin tann 04/11, kl. 10:00 og til mánamorgunin tann 6/11, kl. 07:00. Altíð tá slík arbeiðir verða gjørd og eisini í hes- um føri, eru fólk frá SL á staðnum alla tíðina og hava eftirlit við arbeiðinum. Tá so rokningin kemur frá skipasmiðjuni verður hetta gjøgnumgingið væl og virðiliga og um neyðugt verður farið inn at umrøða innihaldið í arbeiðinum samanborið við rokningina. Higartil royndir av útbjóðing Tað eru sera ymisk, hvussu tað hevur roynst at bjóða út størri umvælingararbeiðir av ferjum og skipum. Í 1998 vórðu innheintað tilboð uppá umvæling av Másanum og tikið varð av tí lægsta boðnum uppá umleið 300 tús. kr. Tá skip- ið kom aftur av sleipistøð- ini fekk SL eina rokning uppá 1,2 mió. kr. Frágreið- ingin uppá hetta er, at tað er ógjørligt at gera eina kostn- aðarmeting og geva bind- andi tilboð uppá størri um- vælingararbeiðir og serliga, tá talan er um eldri skip. Tað sum hetta dømið m.a. vísir er, at tað í fleiri førum verða send alt ov lág tilboð, fyri at fáa arbeiði. Ella er tað heilt einfalt ikki gjørligt at geva eitt tilboð uttan at nærum alt verður tikið sundur í sambandi við eitt ávíst arbeiðið, soleiðis at tað týðuliga sæst hvat tað er givið verður tilboð uppá. SL hava fingið upplýst frá ráðgevum uttanlanda, at tað er sera vanligt, at skipa- smiðjur ikki ynskja at geva bindandi tilboð uppá størri arbeiðir og serliga ikki, um so er, at talan er um eldri ferjur/skip. Í vár varð ætlanin at bjóða út stóra arbeiðið at umvæla Smyril í útlandin- um, men hetta kundi ikki lata seg gera, av tí, at løg- tingið valdi at skjera játt- anina við einari lutfalsliga stórari upphædd uppá 7,5 mió. kr. Harafturat kann nevnast, at SL slapp ikki fyri polit- isku myndugleikunum at bjóða út Sandoyarferjuna, við tí endamáli at tryggja sær, at bygt verður, har tað er bíligast og best. Leiðslan hevur eisini havt umvælingina av Dúgv- uni til nærri viðgerðar. Um so var, at SL valdi at bjóða arbeiðið út, hevði tað tikið munandi longri tíð, men spurningurin er relevantur kortini. Trupulleikin í hes- um føri var m.a., at Dúgvan onga aðrastaðnis í Føroyum kundi takast upp á henda hátt. Marknaðar- effektivitetur Á fleiri vinnuøkjum í Før- oyum er marknaðareffekti- viteturin vánaligur. Hetta kemst av, at ov fá feløg o.a. eru um at veita tilboð uppá arbeiðir ella tænastur. Í fleiri førum er ónøgdin eisini grundað á, at SL er ein almennur stovnur, og tí skulu arbeiðir fyri tað fyrsta gerast í Føroyum (samfelagsbúskarplig atlit) og harnæst skal stovnurin royna at býta út arbeiðir út- frá tí, at øll skulu hava møguleikar fyri at gera arbeiðir og fáa inntøkur, hetta ofta uttan mun til um tað kostar meira, tekur longri tíð ella góðskan í arbeiðinum er á einum lág- um støði. Leiðslan á SL vónar, at hesar viðmerkingar, kunnu verða eitt ískoyti til eina konstruktiva umrøðu av útbjóðingum á SL og innan tað almenna annars. Heilsan Strandfaraskip Landsins Reidar Nónfjall, stjóri Magnus Magnussen, tekniskur leiðari VIÐMERKINGAR Útbjóðingar á SL Eftir Sinnisbatafundin farna vikuskifti› í Lands- sjúkrahúshøllini um bú- sta›artørv teirra psykiskt sjúku, lá sjálvsagt mangt og hvat eftir, eins og fundurin í sjálvum sær kveikti n‡ ggjar hugsjónir, og sostatt var fundurin vi›komandi og væl eydna›ur og tøkk skulu stigatakararnir (Sinnisbati) hava fyri ta›. Eg vi›urkenni, at spurn- ingurin er trupul bæ›i so og so, men onkunsta›ni skal so byrjast, at ein byrjan er so altí› ein roynd, sum sí›- ani kann bøtast og lagast nærri til ta› endaliga stavn- haldi›, sum er at veita sálarsjúkum bøtta tilveru og psykiatrisku deild økt og bøtt virkisambo›. Øll tykjast samd um, at sálarsjúk skulu eiga frægari møguleikar at fóta sær aftur uttandeilda, og so vítt gjørligt aftur gerast náttúr- ligur partur av samfelags- samlívinum, so sum nú annars brek og førleiki loyvir tí. Sálarsjúk fólk eru van- liga eins heimkær og onnur. Tó í onkrum føri ber sjúkan vi› sær, at sjúklingar sjálvir illa orka fyri sínum næstr- ingum ella tey ikki fyri teimum, men fyri nógv, sum frammanundan hava svikaliga sjálvsmynd, er ta› sera umrá›andi so vítt gjørligt at var›veita sítt til- kn‡ ti til ta› familjuliga og umhvørvisliga upphavi›. Men tá familja og a›rir næstringar av einihvørji orsøk ikki orka nóg væl at flættast vi› hin sálarbrek- a›a, so eiga hesi javnbjó›is ø› rum at kunna fara náttúr- liga fyri seg sjálvi frá »fa›ir og mó›ir« og búleikast undir umstø›um, sum flest- øll vi› gó›um vilja kunnu liva vi› og hóast alt fáa sum frægast burturúr. Júst her er ta›, at vit hava ein høvu›strupulleika, tí me›an vanlig hálvvaksin hava nóg trupult vi› at útvega sær egnan bústa›, er ta› í verandi »købers og sælgers marked« á privata bústa› armarkna› inum margfalt trupult hjá breka›- um at fáa egi› tak yvir høvdi›. Tískil mugu tær almennu Føroyar tra›ka til, ver› a hesi okkara minstu og veikastu í samfelagnum vi›urkend sum ney›ugur partur av samfelagshóp- inum, og ta› skulu tey vera, sí›ani slík hóttaføll kunnu ráma okkum øll í faktiskt óhugnaliga høgum lutfalli. Ta› er eingin einføld loysn og funnin fressur í hesum spurningi, men heldur talan um eitt fjøl- broytt og li›iligt úrval av møguleikum. Fyrsta stigi› kann vera øktir útslúsningsmøguleik- ar beinlei›is av psykiatr- isku deild og væl meira enn vi› verandi einstaku tí›ar- avmarka›u royndaríbú› á sjúkrahúsøkinum, Sólteigi o.ø.. Ta› kann gerast vi› eini heilari hædd í ell einari heilari bústa›areind (einum heilum íbú›arblokki, so sum skilagott skoti› upp av fundarluttakara). Annars er ta› ikki minst t‡› andi, at sálarbreka›um ofta leingist heimaftur til sítt gerandisumhvørvi, sítt upphav og sína familju, og í tí føri er ta› heilt upplagt, at kommunur úti um landi› kenna sína ábyrgd fyri eis- ini hesum sínum borgarum og fara undir at byggja n‡ ggj ella keypa hóskandi brúkt samb‡ li til hesi fólk, enn sum higartil í ávísan mun bara at avhenda hesar skyldur sínar til Su›ur- streym.. Nú eina drúgva tí› hava vit veri› vitni til eitt drúgvt kommunuvalstrí›, har ta› hevur veri› lova› í stóran stíl til høgru og vinstru. Bústa›armál teirra sinnis- breka›u hevur veri› havt á lofti, tó líti› ítøkiliga, men væl meint, og ta› kostar so ikki beinlei›is. Væl fer ta› at kosta, men her sum so mangan man ta› fara at vera, at »det koster at være kar« , tí í veruleik- anum er stavnsbindin av sjúkum innandeilda á psykiatriskari deild hin d‡ rasta loysnin, me›an lands- og bygdapolitikarar fyri ta› nógva bara lena seg afturá og lata standa til. Og so hevur eingin nevnt spurningin um trivna› og lívsdygd teirra sjúku, og ney› okkara vi›ger›afólka innandeilda at fáa tiki› ímóti n‡ tilkomnum sálar- sjúkum, tí at deildin frammanundan er ovurfylt og »sanda› til« av annars innandeilda li›ugt vi›- gjørdum sjúklingum, sum bara ikki fáast út aftur, tí at ta› reint faktiskt einki er at útskriva tey til. Veit ikki akkurát, hvar hundurin er grivin, men er talan um bera økonomi, costbenefit og denslags, so skal eg loyva mær at veita teimum fákunnugu, blint taltrúgvu og einoygdu fíggjarkønu eitt einasta dømi av, Gu› havi lov, hóast alt fleiri: Siga vit, at eitt døgnrøkt- arpláss á psykiatrisku deild kostar framm vi› 2000, og tá er ta› lágt sett. Í hesum høpi minnist meg sjúkling, sum verandi illa psykiskt sjúk framman- undan hev›i ligi› inn á psykiatrisku deild ni›ri í eini 20 til 30 ár út í eitt fyri – lat okkum siga – hesa somu útrei›slu á kr. 2000 pr. døgn. Seinastu 30 árini hevur hesin framvegis illa sjúki persónur heima hjá okkum tó kunna› búleikast í egnari íbú› vi› avlamispensión svarandi til 200 til 300 kr. pr. døgn. Vi› komandi hevur so av síni pensiónsupphædd goldi› fyri sítt upphald, húsaleigu, fyri mat og klæ›i, ljós og hita, lisens til útvarp og sjónvarp o.s.fr., umframt at persónurin, hóast framvegis illa sálar- sjúk, trívist sera væl heima hjá sær sjálvum og hevur eftir umstø›unum eitt vir›iligt lív. Væl er hetta ein glæstri- søga og møguliga eitt und- antak í ney›ini, sum tó hev- ur eydnast vegna tess, at øll hjálparfólk hava veri› beinasom og lati› formligar for›ingar víkja, men sam- anumtiki› ivist eg sjálvur onga løtu í, at eiga vit og fáa framyvir fleiri lagalig tilbo› til og umstø›ur fyri at stu›la sálarsjúkum til eitt vir›iligt lív uppá teirra serligu treytir, so ver›ur einki óført fyri nógv teirra. Higartil verandi økis- psykiatri er vegna tilfeing- istrongd og av ø›rum gó›- um grundum fyribils ste›g- a›. Ta› er í sjálvum sær eitt afturstig og harmuligt, sí›- ani útja›araborgarar sjálv- andi skulu hava somu møguleikar fyri sálarsjúku- vi›ger› sum eitt nú næstu grannar psykiatrisku deild, men eg kundi hugsa› mær eina vir›iliga og væl endur- reista økispsykiatri endur- stovna›a solei›is, at kommunur ví›a um landi› eftir tørvi reistu bústovnar ella samb‡ li til sínar sálar- sjúku borgarar vi› absolut- um tørvi fyri slíkum, og at økispsykiatriin sí›ani var endurstovna› forsvarliga sum sjálvstø›ugt arbei›s- team, tó vi› útgangsstø›i í pyskiatrisku deild, til m.a. at veita sálarsjúkum úti um landi› regluliga tænastu á lokalsjúkrahúsum, røktar- heimum, læknami›stø›um og/ella í tilkn‡ ti til samb‡ li og bústa›ir fyri sálarsjúk, sum av einihvørji orsøk ikki kunnu búleikast heilt á jøvnum føti vi› onnur. Og omaná alt er ikki tal- an um berar luftkastelir, sí›ani vit á pyskiatrisku deild longu hava roynt hetta í ávísan mun, men skulu vit hava eina forsvarliga skip- an frameftir, má ta› endur- reisast av n‡ ggjum vi› hóskandi tilfeingi, manning og umstø›um annars, og samanumtiki› er ikki vist, at ta› ikki fer at løna seg samfelagsbúskaparliga. Psykiatriska deild, Landssjúkrahúsi› 29.11.2000 Ey›un Joensen, sálarfrø›ingur/bm Aftaná Sinnisbatafundin TEKNIFILMUR Tí›indaskriv Fólk frá animatiónsverk- sta›num í Viborg eru í Før- oyum vi› einum fer›andi listaverksta›i og halda skei› í at læra børn at gera teknifilm úr søgum og sagnum bæ›i vi› pappírs- klippi og modelerivoksi. Í viku 46 vóru tey í Nólsoy, í viku 47 vóru tey í Fámjin, í viku 48 eru tey í Funningsfir›i og í viku 49 vera tey í Nor›urlanda- húsinum í Tórshavn. Bygdirnar Nólsoy, Fám- jin og Funningsfjør›ur eru saman um verkætlanina Grannar. Endamáli› vi› hesi verkætlan er at n‡ ta KT sum ambo›, at skapa trivna og virksemi á smá- bygnum og styrkja sam- starvi› millum bygdirnar vi› eini felags heimasí›u. Enn eru kvæ›i, og ta› at siga frá søgum og sagnum á bygdarmálum, livandi í fólkamunni. Endamáli› er tí eisini at binda saman ta› at siga frá í fortí› og nútí›. Í hesum skúlum eru 32, 7 og 7 børn. Harafturat eru 4 børn úr Gjáar skúla saman vi› teimum í Funningsfir›i. Í Nor›urlandahúsinum í Tórshavn koma 24 børn, ta› er 4. b í Venjingarskúl- anum. So tilsamans eru eini 70 børn vi› í tiltakinum. Animatiónsverksta›urin hevur spurt Undirvísingar- og Mentamálast‡ ri›, um áhugi var fyri hesum skei›- um innan skúlagátt. Vit hildu, at hetta var sum fótur í hosu til verkætlanina Grannar, og Undirvísingar- og Mentamálast‡ ri› hevur havt hond um virksemi›. Nor›urlandahúsi› hevur stu›la› tiltakinum í Tórs- havn, og bygdará›ini hava givi› fólkunum innivist, me›an tiltøkini hava veri› á bygd. Møguleiki ver›ur hjá skúlunum at síggja film- arnar á stórskíggja í Nor›- urlandahúsinum í januar 2001. Stu›la› tiltakinum fíggj- arliga hava: Nordisk Filmfond År 2000 fonden Dansk-Færøsk Kulturfond Nor›urlandahúsi› Smyril Line Filmarnir eru tøkir á: Landsmi›stø›ini fyri Undirvísingarambo› Hoyvíksvegi 72 100 Tórshavn Vi› hesum vilja vit n‡ ta høvi› at takka øllum tykkum sum beinlei›is og óbeinlei›is, stu›la›u okkum til bygdarrá›s- vali› á Sandi 2000. Úrsliti› var› ein grei› tala frá fólkinum í okk- ara bygd, sum ynskti at listi C, skuldi stjórna bygdini komandi 4 árini. Vit fara saman vi› bygdafólkinum at gera alt vit eru ment at halda okkara vallyftir, og ta› fyrsta vit fara til verka vi›, ver›ur at fáa spæli- pláss í bygdini. Fyrsta fíggjarætlanin hjá n‡ ggja bygdarrá›num er tó evna til av sitandi bygdarrá›, og henda stø›a kemur í ein ávísan mun at ávirka arbei›i› fyrstu tí›ina. Ongin skal tó vera í iva um at vit á lista C vilja framá vi› Sands bygd, og oynni sum heild. Vi› vón um at tit framhaldandi fara at stu›la okkum í tí›ini sum kemur. Vir›ingamest Eli Hentze Mary Petersen Rúni Winther Anja Sandoy Tórur Johannesen Jónhild Jacobsen Jóan Petur í Soylu Olga Fossdalsá Edvard Hjalt Nicodemussen Lis Clementsen Páll á Reynatúgvu Takk fyri stuðulin! Læra børn at gera teknifilm VI‹MERKINGAR Ey›un Joensen, sálarfrø›ingur Mánadagin 4. december hevur Dagblaðið tey stórtíðindi fyri okkum sum búgva her Suðri, at fíggjarnevndin hjá løg- tinginum ætlandi fer á »rannsóknarferð« til Suðuroyar. Formaðurin í fíggjar- nevndini er siteraður fyri at siga, at ætlanin er at liggja »eina« heila nátt í Suðri, so at nevnd- in fær »ein« heilan dag at vitja ymsu støðini. Vónandi kann hendan »rannsóknarferð« eisini vísa politikarum, hvussu umráðandi tað er, at ein útgerðarhavn verður løgd í Suðuroy. Í endanum á greinuni um hesa »rannsóknar- ferð« kemur tað fram, at tingformaðurin kann leggja meinbogar fyri hesu sjálvsomu ferð, tað fer so tíðin at vísa. Henda greinin í Dag- blaðnum vísur greitt hvussu trupult tað er, at koma til og frá Suðuroy og at títtleikin á suður- oyarleiðini skuldi verið øktur. Tað er ein politisk avgerð og einki annað, um SL fær tað játtan á fíggjarlógini sum skal til fyri at økja títtleikan á suðuroyarleiðini. Finnleif Guttesen Tvøroyri Suðuroy og kunningarferð Ein útoyggj, staðfest í Dagblaðnum