hósdagur 4. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 86 - 4. mai 2006
ALV søkir eftir
starvsfólki
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum
• at hava basu í verkstøðunum í Smiðjugerði í Havn og verða sparrari í tí dagliga
arbeiðinum.
• at hava ábyrgdina fyri tí ávísa verkstaðnum tá tørvur er á tí (tað kann verða t.d.
vegna sjúku, fundarvirksemi o.l.)
• ymiskar fyrifallandi uppgávur
• at gera ymiskar skrivligar uppgávur, so sum ráðleggingarskriv, viðv. næming
unum á ALV og mannagongdir
• at hava samrøður við næmingar, ið arbeiða á ALV, tá tørvur er á tí.
Ávíst timatal verður til skrivligt arbeiði, men annars er talan um at verða ein
partur av starvsfólkatoyminum á verkstøðunum og at taka lut í tí dagliga
arbeiðinum har.
• at finna áhuga og førleika hjá næmingunum, at menna, upplæra og geva
næmingunum vinnuligar royndir, sum eru at javnmeta við vanlig arbeiðskor.
• at læra næmingarnar ymiskar uppgávur á eindunum og vera við til at geva
gerandisdegnum innihald.
Broytingar kunnu koma í starvsuppgávurnar.
Førleikakrøv
• hóskandi útbúgving
• góðan skriviførleika
• evnir at samstarva, eisini við aðrar fakbólkar
• dugir at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar
• evnir at læra frá sær
• ert hugskotsfullur, kreativur og positivur
Vit bjóða
• spennandi arbeiði, har góðir møguleikar eru fyri ávirkan
Løn og setanartreytir
• starvið er fullað tíð
• starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran
• løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið
• starvið verður at seta 1.juni 2006 ella skjótast tilber.
Meira fæst við at vita um starvið við at venda sær til: Hannu Jacobsen,
deildarleiðara á tlf. 350072 ella Súsanna.Winther 350070.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2006.
Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m. skal sendast til:
Sjálvsognarstovurin ALV
Smiðjugerði 6. kj.
Postboks 301
110 Tórshavn
brævbjálvin skal viðmerkjast »umsókn«