fríggjadagur 5. mai 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 5. - 7. mai 2006
41
Leys størv
Les meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv
www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni
Starvsfólkafulltrúi
Tórshavnar kommuna søkir eftir starvsfólkafulltrúa til nýtt starv á starvsfólkadeildini.
Høvuðsarbeiðsøkið hjá starvsfólkafulltrúanum verður gerð og viðlíkahald av yvirskipaða
starvsfólkapolitikkum, starvsfólkamenning og aðrar menningaruppgávur fyri miðfyrisitingina.
Av uppgávum kunnu nevnast, orðing av politikkum, reglugerðum og mannagongdum, skipa fyri
førleikamenning, ráðgeva og skipa fyri skeiðum. Ein partur av arbeiðinum verur menningaruppgávur
uttanfyri starvsfólkaøkið.
Starvið, kommunan bjóðar, er í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi, ið gevur tær møguleika
fyri stórari fakligari og persónligari menning.
Setanarviðurskifti
Neyðugt er at umsøkjarin hevur prógv frá hægri lærustovni dugir væl at samskifta, bæði innan- og
uttanhýsis.
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært avvarðandi sáttmála.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 22. mai 2004 kl. 12:00. Viðmerk á umsóknina
„Starvsfólkafulltrúi“.
Meiri fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Janus Isfeldt, deildarleiðara ella Bjørgfríð Ludvig,
miðfyrisitingarstjóra, tlf. 30 20 10.
Tórshavnar kommuna
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo