týsdagur 9. mai 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 9. mai 2006
3
Í góðveðrinum sunnu
dagin, kundi ein sann
ur sorgarleikur verið
í Gundadali, tá drukk
in bilførari var meiri
enn nær við at renna
á ein pápa og tvíburar
hansara
RÚSDREKKA
KOYRING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sunnudagin aftaná døgurða,
fóru Hans Jákup Hansen,
konan og børnini ein túr. Tey
ætlaðu sær í viðalundina
at geva dunnunum, og
komu gangandi niðaneftir
Gundadalsvegnum. Konan
og 11 ára gamli sonurin
steðgaðu við Statoil, og fóru
inn at keypa okkurt smáting
at hava við í viðalundina.
Hans Jákup og teir báðir
tvíburarnir í vogninum
gingu spakuliga víðari niðan
móti
Hvíldarheiminum.
Staddur miðskeiðis mill
um
Hvíldarheimið
og
Ferðaskrivstovuna hoyrir
Hans Jákup ein bil koma
við øgiligari ferð. - Fyrst
steðgaði eg á og hoyrdi, at
ein bilur kom við rúkandi
ferð. So sá eg hann koma
oman eftir vegnum í svingi
num, greiðir skelkaði pápin
frá.
Hans Jákup sá beinan
vegin vandan, og bakkaði
tí eitt sindur, áðrenn hann
tók
beinini
á
nakkan
vendi við, og rann út á
vegin við vognum. - Eg sá
beinanvegin, at bilførarin
als ikki hevði tamarhald
á bilinum, so tí gjørdi eg
so skjótt av, fortelur Hans
Jákup. Eygnavitni siga, at
sera trupult er at meta um
ferðina bilurin hevði, men
øll vóru á einum málið um,
at bilurin koyrdi alt ov skjótt
í mun til hámarksferðina.
Onkur segði eitt stað mill
um 80 og 100 km/t, men
um so er vita vit ikki við
vissu.
Kundi dripið fleiri
Men Hans Jákup var ikki
einsamall ur við barnavogni
á Gundadalsvegnum júst tá.
Uppi við Hvíldarheimið var
ein annar pápi við einum barn
avogni, men hann slapp sær
inn eftir lítla vegnum har, og
slapp tí eisini snikkaleysur.
Bilurin tók í grótgarðin
sum er beint har, og fór í
leysari luft nakrar metrar
gjøgnum luftina, áðrenn
hann endaði í nøkrum runn
um við endan á garðinum.
- Tað minti mesti av øll
um um hesar samstoytirnar
vit kenna frá Formel 1, tí
kúfangarin lá eftir har bil
urin tók fyrst, sigur Hans
Jákup.
Alt steðgaði upp
- Tá bilurin var steðgaður,
var tað fyrsta eg gjørdi
at seta vognin uppá gong
ubreytina aftur. Hesa løt
una kendist tað sum um,
at alt steðgaði upp. Eg
rann yvir til bilin, fyri at
kanna hvussu bilførarin
hevði tað. Men annað fólk
kom beinanvegin til, so eg
fór aftur til vognin. Lítla
løtu seinni kom kona mín
og sonurin, og tað fyrsta
hon segði var, at tað var
gott at vit ikki vóru fyri,
greiðir Hans Jákup frá.
- Tá eg so fortaldi henni
hvussu nærvið vit vóru, so
gjørdist hon eisini ógvuliga
skelkað.
Seinni vísti tað seg, at bil
førarin var ómetaliga drukk
in, og í útvarpinum mána
morgunin segði løgreglan
beinleiðis, at maðurin var
skítfull ur, so hann kann
rokna við at spæla av við
koyrikortið.
Ótúliga heppin
Skelkurin situr framvegis í
foreldrunum, og Hans Ják
up sigur, at tilbururin fyll ir
ómetaliga nógv. - Vit hava
tosað nógv um, hvussu
heppin vit hava verið í
hesum her. Hevði tað ikki
verið tað, at vit steðgaðu í
nøkur fá sekund við Statoil,
har eg gav konuni pengar,
so høvdu vit verið komin
tað pettið longur niðaneftir
vegnum, og hvør veit, um
vit ikki høvdu verið beint
fyri tá. Eisini kundu tví
burarnir gingi við síðuna
av vogninum, og tá hevði
ikki borið til at runnið
undan, heldur Hans Jákup
fyri, sum eisini vísur á, at
hevði hendingin verið ein
tíma seinni, so hevði nógv
fólk verið í Gundadali til
fótbólt, so tað er ófatiligt,
at onki álvarsamt hendi.
- Hetta situr framvegis í
kroppinum, tað er so sikk
urt og vist. Hevði eg verið
einsamall ur hevði støðan
verið ein onnur, og skelkurin
kanska ikki eins stórur, men
nú hevði eg børnini við, og
tað ger støðuna so ógvuliga
álvarsama, sigur skelkaði
pápin at enda.
Leyp undan
fullum bilførara
Heini S. Kristiansen
Týskvøldið 09. mai, kl.
19.30 verður spennandi
og øðrvísi leikur í Norð
urlandahúsinum. Talan
er um eina joiku-operu
av Harriet Nordlund.
Tað
er
sámiska
leikarafelagið Beai
vvás, ið kemur hig
ar
við
leikinum.
Leikurin er úrslitið av
einum samstarvi millum
BeaivváS Sámi Teáhter
og Musikk i Finnmark.
Frásøgnin stavar frá
norðurumráðnum og er
um ein mann, ið verður
funnin í fjøllunum,
sum
aldrin
áður
hevur havt samband
við tann nýmótans
vesturheimin.
Skuolfi verður í frá
søgnini fluttur til tað
lítla samfelagið, har ið
hansara kunnleiki ikki
verður virðismettur.
Hann verður tí noydd
ur til at læra nýggja
siðvenju eftir nýggjum
reglum, og stríðist hann
fyri at gerast ein partur av
sínum nýggja samfelag
og verða góðtikin har.
Høvuðspersónurin Sku
olfi er vanur við og
hevur royndir við at
búgva í einum arktisk
um øki. Hann hevur eitt
ment og opið sinnalag og
eina náttúrliga nærveru
til náttúruna, alheimin
og náttúrufyribrigdi.
Hetta verður til tíðir
nevnt
siðvenju-
kunnleiki, ell a eisini
tann still a vitanin, ið
verður borin víðari við
frásøgnum í mótspæli
til tann skrivliga heimin.
Skuolfi - maðurin
frá fjallinum - er ikki
komin í samband við
hjálandageringina av
sámunum fyrr enn
hann verður noyddur
til at fara frá sínum
øki sum vaksin maður.
Tað er honum ikki
neyðugt
at
fara
ígjøgnum nakra pro
ces fyri at vera av-hjá
landagjørdur fyri at vita,
hvør hann er, og hvørjir
hansara kunnleikar eru.
Skuolfi er sostatt í
einum heilt øðrum
grundarlagi enn nógv
av okkum "nýmótans
sámum". Hann kannar
forvitin tí sokall aðu
" m e n n i n g i n a " .
Kann nærveran, ið
Skuolfi hevur til Skap
anina - tað stóra loyn
darmálið, ið lívið og
alheimurin eru, leggja
nakað afturat?
»Skuolfi«
Samiskur
gestaleikur í
Norðurland
ahúsinum
Her gekk Hans Jákup Hansen við tvíburunum sunnudagin, tá ein fullur bilførari brádliga koyrdi upp á gongubreytina. Hevði hann ikki verið kvikur og flutt seg
undan, hevði verið galin endi
Mynd: Jens Kristian Vang