fríggjadagur 4. februar 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
Í
dag
kunnu
hjúnini
Aðalbjørg
og
Sigurd
Joensen úr Oyndarfirði
halda fimtiára dagin fyri at
tey játtaðu seg hvørjum
øðrum í heilaga hjúnarlagið.
Dagurin er stórur, tí slett
ikki øll hjún náa so høgan
aldur og onnur klára slettis
ikki at halda hvønn annan
út í so mong ár og forføllini
kunnu verða mong á eini
fimtiára lívsbreyt. Dagurin,
tá hjún halda fimti ára
brúdleysdag er altíð stórur í
eini lítlari bygd. Hetta er
triðja brúdleypsveislan hjá
teimum fle,stu og í einum
lítlum bygdarsamfelag hev-
ur tú á ein ella annað hátt
tætt samband við tey flestu.
Tá tvey giftast úr somu
bygd, sum Sigurd og Aðal-
bjørg, so er tú ella hjúna-
felagin í familju við so at
siga hvørt mannsbarn í
bygdini. Og tá gerast há-
tíðardagarnir altíð stórir og
viðkomandi fyri øll.
Sigurd er ein kendur
maður. Hann hevur siglt alt
lívið og hann var tiltikin
raskur og sterkur maður
sum yngri. Sigurd er ein av
Guttabeiggjunum í Oyndar-
firði og teir hava allir sjey
sum ein verið dugnaligir og
álítandi sjómenn. Í dag
verður ikki tosað so nógv
um styrki sum ein neyðugur
eginleiki, skal tú klára teg í
lívinum, men tá Sigurd var
ungur og sjólívið var hart
og baldrut, tá stóð tú teg
betri, vóru evnini í lagi ella
í meira lagi.
Siglingarsøgan
hjá
Sigurdi er drúgv og litrík og
ov rúmlig at festa á blað her.
Míni fyrstu barnaár var
hann við línubátum úr
Klaksvík. Hann sigldi við
skyldmonnum
sínum,
Laksafossbrøðrunum. Eg
haldi, at hann undan hetta
eisini var við Álaker, sum
bróðurin John á Sýnuni so
fyrimyndarliga førdi. Har
vóru teir flestu beiggjarnir
við.
Tá nótabátarnir komu
miðskeiðis í sekstiárunum
vóru boð eftir Sigurdi. Hann
fór at sigla við Saturn úr
Gøtu og har var hann við í
mong Harrans ár. Skipari
var Per Gregersen, sáli úr
Gøtu og teir vóru vinmenn.
Síðan sigldi hann við nóta-
bátinum “Gøtunes”.
Sigurd gavst ikki á hond-
um, tá hann legðist uppi
fyrst í áttatiárunum. Tá varð
havnin í Oyndarfirði liðug
og beinanvegin fór hann
undir at fyrireika fiskaar-
beiði í Oyndarfirði. Hann og
Hans Pauli Johannesen,
saltkongurin, sáli, høvdu
nógv virksemi í Oyndarfirði
eitt skifti.
Sigurd er fittur í hond-
unum og sum smádrongur
øvundaði eg mangan allar
reiðskapin
hann
átti.
Nógvar eru messinga-flagg-
stengurnar, sum Sigurd
hevur evnað til á frívaktum
umborð á skipi og seinni
heima. Hesar prýða mangar
stovur í dag. Tillukku við
degnum Sigurd.
——
Aðalbjørg er fastur mín,
tað vil siga hon kemur av
Marknagili í Oyndarfirði og
er
dóttir
Jústinus
og
Magninu Eidesgaard. Hon
verður als ikki kalla Aðal-
bjørg heima hjá okkum
millum systkin. Hon verður
bara nevnd gumma, hóast
hon bert er gumma at elstu
systrinni í okkara systk-
innaflokki, ið telir seks.
Og gumma er ikki hvør
sum helst heima hjá okkum.
Hon er ein so stórur partur
av familjuni, at neyvan fer
dagur afturum, uttan at hon
verður nevnd og tað fleiri
ferðir eisini. Pápi var
yngstur av systkinnum á
Marknagili og hann er
vorðin so gott og grundiga
forkelaður av systrunum
báðum og tit kunnu ætla at
tær hava stórt pláss í
hansara lívi. Eg minnist ikki
eina tí einastu hending míni
barnaár av týdningi, har hon
ikki hevur luttikið á ein
positivan og sum oftast
stuttligan hátt.
Gumma
er
eitt
so
einastandandi interessant
menniskja og hevur hjartað
á tí røttu síðuni. Hon
minnist væl og hevur áhuga
fyri slekt. Sjálvur havi eg
notið gott av hennara minni,
nú eg sjálvur flytist spaku-
liga longur út á greinina og
mín ætt fær størri týdning.
Hon greiðir frá við einum
smíli og hon er ikki sørt
errin av ættini. Ja, Ja, tað
vil sjálvsagt altíð vera
onkur, sum vit tosa meira
um enn onnur í familjuni,
men tað vil so vera og
kanska røddin verður eitt
sindur meira hulin, tá
okkurt, sum var ikki heilt
sum tað átti at verða, verður
tikin upp á mál. Og tit
kunnu ætla, at nógv hevur
verið prátað síðan Eides-
gaard ættin helt ættarveislu
á Kambsdali fyri góðum
tveimum árum síðani, í
fagrasta summarveðri.
Og so er hon so luttakandi
í samrøðunum. Eg kenni
einki menniskja, sum vísir
sínar kenslur so berar og
ófjaldar sum gumma. Hon
smílist tá evnið er lætt og
tár fella, tá evnið er tyngri
og so skjótt hon kann skifta
ímillum. Ja, tú hvøkkur
næstan við. Alt lívið rúmast
í henni næstan í einum. Tær
syrgiligu hendngarnar, tað
lagnutunga og síðan tað
lætta og deiliga, blandað
saman soleiðis helvt um
helvt, júst sum lívið lagar
seg hjá teim flestu. Ella sum
danska sálmaskaldið Kingo
tekur til í 1681:
“Sorrig og glæde, de vand-
rer til hobe,
lykke, ulykke de ganger på
rad
medgang og modgang hin-
anden tilråbe
solskin og skyer, de følges
og ad.
jorderigs guld
er prægtig muld,
Himlen alene af salighed
fuld.”
Og so er gumma full av
skemti, hon dugir at sita
undir, hon dugir at siga frá,
soleiðis at tú gloymir tíð og
stað og rættuliga livir teg
inn í hendingarnar so hvørt
sum tær búnast, og taka
skap, áðrenn tær sleppa
varrum hennara.
Gumma er trúføst og
“uppmærksom” sum vit
siga á vanligum talumáli.
Neyvan fer ein føðingar-
dagur framvið í familjuni,
sum hon ikki minnist og
sleppir hon ikki sjálv, so
ringir hon ella skrivar. Hon
hevur so stak vakra hond-
skrift og fleiri eru brøvini,
hon sendi mær, tá eg læs
niðri. Øll eru goymd, sum
flógv minni um eina farna
tíð.
Sjálvur sleppi eg ikki í
brúdleyp í kvøld, tí hesi
orðini. Heilt erligt, stuttligt
hevði verið at sitið millum
míni, millum kend fólk í
kvøld og reypað mettur og
skorrreyður av góðum døg-
urðamati og onkrum róma-
kendum omaná. Kenni eg
gummu rætt, so hevur hon
havt ein fingur við í spæli-
num, tá kokkarnir hava sett
matseðilin saman.
Hjartaliga tillukku við
degnum og góða eydnu tit
bæði á leiðini fram.
heilsan
Jústinus Eidesgaard
úr Hamborg
Gullbrúdleypsparið Aðalbjørg
og Sigurd Joensen í Oyndarfirði
Tað sum
hjartað er
fylt av
Maður hevur gjørt seg
sjálvan til nakað, sum lík-
ist einum føstum blað-
medarbeiðara í at spilla út
alt, sum kristið er. Eg havi
lisið eina fitta søgu, sum
sambært
evangelium
hansara í veruleikanum er
ein djevulsins illgerð úr
enda í annan. Tað sum
kristin fólk yvirhøvur
uppfata sum gott, vil hann
við Bíbliuni í hond lýsa
at vera synd og óndskap-
ur. Sjálvur havi eg eisini
eitt dømi, sum kundi verið
lýst á sama hátt. Tað er
um Mariu og Josef. Tá
Josef fann útav, at Maria
var uppá vegin, sjálvt um
hann ikki hevði verið
henni nær, tá vildi hann
skilja seg frá henni í
loyndum, fyri at skomm
ikki skuldi koma yvir
hana.
Men lógin segði, at hon
skuldi lata lív, so hvussu
kundi hann gera nakað so
»syndadálkað«, sum at
verja hana? Vit sum
trúgva Bíbliuni, kenna
svarið so væl: »Tí hann
var rættvísur maður«. Tey
sum ikki vilja trúgva
sannleikanum, tey skulu
trúgva lygnini. Og lygnin
skapar hatur, hatur til
sannleikan. Tí skilja tey
ikki lógina, og als ikki
boðskapin.
Norðmenn hava eitt fast
útsagn um fólk, sum hava
sálarligar ella hugsjónar-
ligar blokeringar, vit siga:
»Han har hakk i plata«,
og vísir hetta til tað fyri-
brigdi, at ein grammofon-
pláta koyrir í sama spor
umaftur og umaftur, og
sleppur
ikki
víðari.
Grammofonin er søga í-
dag, men fólk sum hava
»hakk i plata« fara vit al-
tíð at hava okkara millum.
Medarbeiðarin er at
sammeta við ein mann,
sum brýtur tvørt við for-
eldur síni, sum hann hev-
ur okkurt ímóti.Hetta ger
hann ikki fyri at fáa frið
fyri teimum. Hann leggur
upp til at forfylgja teim-
um við ábreiðslum og á-
kærum um líkt og ólíkt.
Hann kann eisini sam-
metast við ein mann, sum
hevur skilt seg frá konu
síni, men vil ikki lata hana
hava frið. Hon sleppur
ikki at liva sítt egna lív, tí
hann vil altíð blanda seg,
oa ltíð spilla hana út so
nógv hann er førur fyr.
Eg havi sæð, at fólk í
vælvild hava roynt at
svara medarbeiðaranum
aftur, sum hampafólk
ynskja at gera. Hvørjum
halda tit a tit svara? Spyrj-
ið fakfólk, sum hava ta
neyðugu útbúgvingina og
royndirnar. (Tað hevði
dómsvaldið gjørt). Og
svarið hevði verið, at has-
in eldurin fer at brenna til
dómadag. Men hví skulu
tey trúgvandi bera brenni
til bálið?
Helst kemur einki gott
burturúr tí. Medarbeiðarin
kennir Bíbliuna eins væl
og djevulin ger, og hann
lesir hana í sama anda.
Thorbjørn Brochs
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
Tað verða tvey ymisk
dómarapør, sum fara at
leiða teir báðar finalu-
dystirnar uppi á Hálsi í
dag.
Hjá kvinnunum verða
tað altjóða dómarar okk-
ara, Hjalmar Petersen og
Kristian Johansen, sum
skulu stýra dystinum.
Einki er at ivast í, at
dysturin tá er í góðum
hondum, tí bæði her
heima og uttan fyri land-
oddar okkara, hava teir
báðir í fleiri ár stýrt dyst-
um, har nógv hevur stað-
ið á hjá báðum pørtum.
Nýggj andlit
Hjá monnunum verða tað
teir báðir runavíkingarnir,
Kári og Dánjal Hansen,
sum skulu hava ábyrgd-
ina av leiðsluni.
Teir báðir hava nú í
nøkur ár dømt saman, og
tá inniverandi kappingar-
ár byrjaði, var gjørt av, at
hetta skuldi verða eitt av
teimum pørum, sum skul-
du fáa nógvar dystir.
Tað var nevnliga sol-
eiðis, at føroysku hond-
bóltsdómararnir áðrenn
hetta kappingarárið settu
sær fyri, at nú skuldu tað
bert verða nøkur fá dóm-
arapør, sum harafturímóti
skuldu døma so nógvar
dystir sum gjørligt.
At byrja við vóru tað
helst fleiri, undirritaði í-
roknaður, sum funnust at,
a teir í fleiri førum ikki
tóktust nóg avgjørdir,
men sum árið er farið, og
royndirnar eru vorðnar
fleiri, hava teir tikið seg
nógv fram hesum við-
víkjandi.
Ikki tí, feildómar og
annað vilja altíð koma
fyri, men tað er sera um-
ráðandi, at dómaraparið
kortini megnar at leiða
dystin, og hetta hevur
hepnast sera væl hjá
runavíkingunum seinastu
dystirnar. Serliga legði
ein til merkis, hvussu
stóran myndugleika teir
báðir sýndu, tá teir fyri
stuttum dømdu lands-
kappingardystin millum
Kyndil og VÍF. Eina upp-
gávu sum teir loystu til
fulnar.
At nýggj andlit gera
vart við á somikið posi-
tivan hátt er sera hugaligt
at síggja. Hetta vitnar
helst eisini um tann fram-
burð, sum føroyskum
hondbólti hevur verið
fyri seinnu árini, og sum
vónandi gerst enn størri,
nú altjóða luttøka stendur
fyri durum.
Kanska hava føroying-
ar eitt nýtt altjóða dóma-
rapar í júst teimum báð-
um. Tað er kanska í so
tíðliga at siga nakað um
enn, men um framgongd-
in stendur við, er hetta als
ikki óhugsandi.
Svartklæddir
menn
Dómarapørini til steypafinalurnar
koma úr ávíkavist Neistanum og
Tjaldur
JÁKUP MØRK
Hetta vikuskiftið verða
fimm dystir leiktir í fremstu
flogbóltsdeildunum her á
landi, og hóast tað so at siga
longu er avgjørt, hvar gull-
krónurnar enda, so er fram-
vegis nógv eftir at spæla um
hjá hinum liðunum í deild-
ini.
Hjá kvinnunum varð fyr-
sti dysturin leiktur longu
fríggjadagin, tá ÍF og TB
hittust í høllini á Kambs-
dali. Hvussu úrslitið av hes-
um dysti gjørdist, vita vit
ikki í skrivandi løtu, men
hevur TB fingið væntaðu
stigini, hava tær styrkt sær
munandi um støðuna á stig-
atalvuni, har tær framman-
undan vóru á øðrum plássi,
ájavnir við Drátti á triðja
plássinum.
Seinni dysturin hetta
vikuskifti stendur millum
Mjølnir og Fleyr, sum leyg-
ardagin hittast í KÍ-høllini.
Einki er at taka seg aftur í,
at Mjølnir eru stórfavorittar
undan dystinum, tí higartil
í ár hava tær skúgva alla
mótstøðu til viks, meðan
tað hjá Fleyr hevur gingið
út av lagi vánaligt.
Fleyr fer longur fram
Tríggir dystir skulu leikast
í bestu mansdeildini um
vikuskiftið, og verða tveir
teirra leiktir leygardagin.
Í Eysturskúlanum skal
Fram royna seg móti ÍF, og
mett eftir úrslitunum hig-
artil í ár er lítið at ivast í, at
Fram er favorittur at vinna
dystin. ÍF hevur tó fyrr av-
rikað okkurt óvæntað í ár,
so havnarmenninir skulu
helst ikki kenna seg alt ov
tryggar.
Í Klaksvík verður eisini
dystur í mansdeildini leyg-
ardagin, tá menninir hjá
Fleyr koma á vitjan. Mjøl-
nir liggja í løtuni á øðrum
plássi í kappingini, men ilt
er at ímynda sær, at teir
framvegis eru á hesum
plássi eftir dystirnar leyg-
ardagin.
Higartil
hava
menninir hjá Fleyr verið
fullkomuliga suverenir, og
lítið er at ivast í, at Mjølnir
má lata sær lynda, at teir
eftir vikuskfitð eru farnir
aftur á triðja plássið.
Sunnudagin skulu menn-
inir hjá Fleyr aftur royna
seg, og verða tað tá sør-
vingar, sum standa hinu-
megin netið. SÍ hevði eitt
tíðarskeið rættuliga góðan
byrð, men síðani vetrarsteð-
gin hava úrslitini ikki verið
heilt so góð. Ikki er sann-
líkt, at hetta broytist stór-
vegis sunnudagin, tá Fleyr
helst fyllir sær tvey stig aft-
urat í stigaposan, sum nú
er um at verða fullrokaður.
FM-heitini fara nú at nærkast
Hóast tað enn eru nakrir dystir eftir at leika, er mest sum allur spenningurin longu farin úr kappingin hjá monnum
og kvinnum. Í hvussu so er tá umræður FM-heitið
Higartil hava menninir
hjá Fleyr verið púrasta
suverenir, og væntandi
koma fýra stig afturat um
vikuskiftið
JÁKUP MØRK
Klokkan 13.00 okkara tíð,
fór Føroyska landsliðið enn
eina ferð á vøllin niðri á La
Manga, har seinni dysturin
á venjingarleguni stóð á
skránni.
Mótstøðuliðið hesu ferð
vóru grannar okkara fyri
norðan, Ísland, sum føroyar
hava hitt rættuliga ofta í
landsliðshópi, men sum tað
ongantíð hevur eydnast
okkum at vunnið á. Mang-
an hevur tað verið nær við
og næstan, men kortini ikki
nóg mikið.
Broytt lið
Í mun til dystin mánadagin
móti Finnlandi, var føroy-
ska liðið nakað broytt, tá
farið varð á vøllin fríggja-
dagin.
Tveir av sjálvskrivaðu
leikarunum, Todi Jónsson
og Óli Johannesen vóru nú
aftur klárir at spæla, men
hinvegin vóru Jákup á Borg
og Uni Arge nú noyddir at
sita uttanfyri, tí báðir høvdu
onkrar snuddir at stríðast
við.
Landsliðsvenjarin, Allan
Simonsen hevði sett liðið
soleiðis saman: Jens Martin
Knudsen - Øssur Hansen,
Jens
Kristian
Hansen
(liðf.), Jan Dam, Óli Johan-
nesen, Henning Jarnskor -
Fróði Benjaminsen, Allan
Mørkøre, Julian Johnsson -
Kurt Mørkøre, Todi Jóns-
son.
Góður fyrri hálvleikur
Eftir úrslitinum at døma,
gekst bara heilt væl hjá
okkara monnum fyrstu trý
korterini. Eftir eina heldur
varliga byrjan, fingu føroy-
ingar onkran smærri mál-
møguleika, og tá 19 min-
uttir vóru farnir, kundu leik-
arar okkara fegnast, tá bólt-
urin lá í mótstøðumálinum.
Hetta hendi eftir at Todi
Jónsson var farin ígjøgnum
íslendsku verjuna, og tá
hann ikki fekk bóltin í netið
sjálvur, var álopsfelagin,
Kurt Mørkøre, á blettinum
og smekkaði bóltin í netið.
18 minuttir seinni kundu
føroyingar enn einaferð
fegnast. Ein bóltur varð
stungin inn um íslendsku
verjuna, og tá eingin av
mótstøðumonnunum meg-
naði at fylgja við Toda,
kundi hann við vinstra bein-
inum senda bóltin í netið.
Sum vera man, var hýr-
urin á føroyingum góður,
men stutta løtu seinni var
munurin minkaður niður í
eitt, eftir at Jan Dam hevði
forbrotið seg í brotsteigi-
num, soleiðis at Rikardur
Dádason kundi senda bóltin
í netið frá 11 metrum.
Aftur brotsspark
Í hálvleikinum varð Jo-
hannus Joensen sendir á
vøllin ístaðin fyri Jan Dam,
sum ikki kendi seg heilt
væl.
Um hetta órógvaði før-
oyska verjupartin skal vera
ósagt, men tá 12 vóru leiktir
av seinna hálvleiki, fekk Ís-
land aftur brotsspark, tá
Jens Kristian feldi íslend-
skan leikara, tá hesin var á
veg inn í brotsteigin.
Rikardur Dádason varð
aftur setttur at skjóta, og
heldur ikki hesu ferðina
sveik hann álitið, og nú stóð
á jøvnum 2-2.
Løtu seinni var aftur
vandi á ferð framman fyri
íslendska málinum, men
Birgir Kristinsson bjargaði
einari góðari frísparksroynd
frá Óla Johannesen.
Tá 20 minuttir vórðu
leiktir, varð Sámal Joensen
settur á vøllin fyri Allan
Mørkøre.
Stutta løtu eftir hetta, var
aftur galið í føroyska brots-
teiginum. Íslendska álopið
var um at verða liðugt, men
kortini fingu teir beint bólt-
in inn fyri aftur, og har kun-
di Bjarki Gunnlaugsson set-
a kollin undir bóltin, og nú
stóð 3-2 til Ísland.
Brotsspørk kostaðu
Eftir at okkara menn høvdu verið á odda 2-0 móti íslendingum, mátti lands-
liðið enn einaferð taka til takkar við einum teprum ósigri móti grannunum
fyri norðan. Tvey av íslendsku málunum komu eftir brotsspark
Móti
endanum
av
dystinum fingu eisini Heðin
á Lakjuni og Rógvi Ja-
cobsen møguleikan, ístaðin
fyri Fróða Benjaminsen og
Kurt Mørkøre, men teir
megnaðu kortini ikki at
broyta nakað um støðuna,
og taptu føroyingar sostatt
báðar venjingardystirnar á
hesum sinni.
Lesið meira um landsliðið
og venjingarleguna á La
Manga í ÍtróttarSosialinum
týsdagin
Todi Jónsson var aftur at síggja í føroyska álopinum, og
hann átti lut í báðum málunum, sum okkara menn fingu