Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 9. mai 2006 29 Sjúkrarøktarfrøðingar til bráðfeingisdeildina G1 Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til G1 at arbeiða í skiftandi vaktum í starvsbrøki 0,8 frá 1. juni til og við 30. november 2006, og eitt tíðaravmarkað starv í starvsbrøki 0,8 frá 1. august 2006 fram til 28. februar 2007. Deildin umfatar: • skaðastovu • bráðfeingis móttøku • dagkirurgi • viðrakning • intensiv Deildin er ein heild við fleiri ymiskum funktiónum og starvssetti kemur eftir tørvi at hava ymiskar arbeiðsuppgávur á deildini. Deildin hevur seingjarpláss til 4 sjúklingar í dagkirurgi, 5 sjúklingar í viðrakning og 5 intensivar sjúklingar. Arbeiðsøki fatar í høvuðsheitum um røkt og viðgerð til sjúklingar á skaðastovuni og í bráðfeingis móttøkuni, sjúklingar í dagkirurgi, sjúklingar í viðrakning og intensivar sjúklingar Vit kunnu bjóða: • innleiðslu og upplæring • fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar Krøv til umsøkjararnar: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við bráðfeingis tørvi • fleksibilitetur og góð samstarvsevni • opin og positiv/ur • vil søkja mennandi avbjóðingar • má kunna arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava • fakligar royndir at viðgerða og røkta sjúklingar við bráfeingis tørvi • minst 2 ára royndir á medisinskari og/ella kirurgiskari seingjardeild • intensiva eftirútbúgvin Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Margrethu Petersen, deildarleiðara á G1, tlf. 304500, lokal 5811, e-postur mape@lsh.fo ella Ceciliu Vestureið, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102, e-postur ceci@lsh.fo Umsóknarfreistin er 24. mai 2006 kl.12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn merkt ”umsókn til starv” við CV, avrit av prógvum, autorisatión, viðmælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO-100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk” Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn N O R Ð U R L A N D A H Ú S I Ð Skrivstovu- lærlingur Læruplássið Lærupláss, sum skrivstovulærlingur innan fyrisiting, er leyst at søkja í Norðurlandahúsinum. Umsóknin skal merkjast “Skrivstovulærlingur”. Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarin hevur lokið HH, HF, student- ella FHS- prógv. Tað er ein fyrimunur at hava góðan málkunnleika, umframt at viðkomandi hevur góð samstarvsevni, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og er áhugaður í mentanarligum virksemi. Setanar- og lønartreytir Viðkomandi verður settur eftir reglunum um skriv- stovulærlingar í lønarsáttmálanum millum Fíggj- armálastýrið og Starvsmannafelagið/Yrkisdepilin. Ynskiligt er, at viðkomandi kann byrja 15. august ella 1. september 2006. Umsókn Umsóknin má verða Norðurlandahúsinum í hendi í seinasta lagi 28. mai 2006. NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM postboks 1260 110 Tórshavn Telefon 351351 Telefax 351350 e-mail: nlh@nlh.fo Kunngerð Frá 1. mai 2006 eru upplatingartíðirnar á Endur- nýtsluvirkinum broyttar soleiðis: Týsdag kl. 17.00-20.00 Hósdag kl. 17.00-20.00 Leygardag kl. 13.00-18.00 Nes kommuna Internet Lýsið við brúktum bilum -tað loysir seg