Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 91 - 11.-14. mai 2006 Virksemið í Sparikassasamtakinum er støðugt vaksandi. Ikki minst er vøksturin stórur á íløguøkinum og í tí sambandi hava vit tørv á fleiri starvsfólkum til at ráðgeva kundum okkara. Føroya Sparikassi er ein nýmótans fyritøka við nógum árum á baki, við virksemi í Føroyum og Danmark. Vit stremba eftir at geva núverandi eins væl og nýggju kundum okkara køna og trygga ráðgeving, ið byggir á veruliga tørv kundans. Fyri framhaldandi at kunna veita hesa tænastu, søkja vit eftir tveimum starvsfólkum til íløguøkið: Virðisbrævarøktari At ráðgeva kundum okkara, størri sum smærri, søkja vit eftir einum virðisbrævarøktara, sum er áhugað/ur í at veita kundum okkara skilagóða og fullfíggjaða ráðgeving, sum livir upp til visión okkara um at vera Føroya brúkaravinaligasti peningastovnur. Brennir tú fyri at: samskifta við kundar? veita eina góða tænastu? at seta tær høg mál og røkka teimum? geva kundunum eina góða uppliving? arbeiða undir avbjóðandi umstøðum? flenna og hava tað stuttligt saman við starvsfeløgum? læra nýtt? fáa fakligar avbjóðingar? Um so er, hava vit rætta starvið til tín. Faklig útbúgving á økinum er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Harumframt dugir tú sjálvandi at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, og kanska eisini á øðrum málum. Greinari (analytikari) Aðalvirðini í Føroya Sparikassa eru brúkaravinsemi og tryggleiki. Vit vilja fegin vera kend fyri at veita eina fakliga og yrkiskenda ráðgeving, ið tekur støðu í veruliga tørvi kundans. Hetta merkir, at tað, vit lata av hondum, skal hava høga góðsku og virði fyri kundan. Fyri at veita kundum okkara eina framúr góða ráðgeving, sóknast vit eftir einum greinara, ið skal stuðla okkara kundaráðgevum, so hesir kunnu veita kundunum bestu ráðgeving. Brennir tú fyri at: deila vitan tína við onnur? veita eina sera góða tænastu? fáa fakligar og persónligar avbjóðingar? seta tær høg mál og røkka teimum? arbeiða við torskildum og avbjóðandi uppgávum? veita eina dygdarráðgeving? flenna og hava tað stuttligt saman við starvsfeløgum? læra nýtt? læra frá tær? Ert tú útbúgvin búskaparfrøðingur ella hevur líknandi útbúgving, dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, og kanst svara ja til omanfyri nevndu spurningar, kunnu vit bjóða tær eitt krevjandi, avbjóðandi og spennandi starv. Lesandi, sum eru um at vera liðug við útbúgvingina, eru eisini vælkomin at søkja. Løn verður ásett eftir avtalu og arbeiðsstaðurin er Yviri við Strond. Áhugaði kunnu hoyra meira um hesi størv við at venda sær til Finn Danberg, fíggjarleiðara, tlf. 348610, teldupost finn.danberg@sparikassin.fo ella Marjuna Eystberg, starvsfólkaleiðara, tlf. 348510, teldupost marjun.eystberg@ sparikassin.fo Umsóknir skulu vera Sparikassanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. mai 2006 og skulu sendast til: FØROYA SPARIKASSI Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 FO-100 Tórshavn petur & petur • 320870 Virðisbrævarøktari og greinari til fíggjardeildina Visiónin hjá Føroya Sparikassa er at vera brúkaravinaligasti peningastovnur í Føroyum. Í Sparikassanum starvast 211 fólk. Á 16 privatkunda- og 2 vinnukundadeildum kring landið veita vit ráðgeving og selja fíggjarligar tænatur, har aðalvirðini eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Á fíggjardeildini starvast 10 fólk. Í samtaki Sparikassans eru tvey dótturfeløg: Húsameklarafelagið Inni og Eik Bank.