Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 92 - 15. mai 2006 Teitur Lassen kom beinleiðis inn sum nummar 1 á 15 teim- um bestu leygarkvøldið. Sangurin Louis, Louis er tikin av spildurnýggju fløg- uni hjá honum Teitur skumpaði harvið The Story Ends av fyrsta plássinum, sum bólkurin hevði sitið á í eina viku. Høgni Lisberg, sum hevur verið rættiliga drúgvur á 15 teimum bestu í ár, liggur hesa vikuna nummar 4 við sanginum Just Dig. Millum eykaløgini hesa vikuna er ein sangur hjá føroyska rockbólkinum 48 Pages. -nud Teitur streyk í toppin Nógvur roykur, men ongin grind Fólk vórðu kløkk, tá tey sóu nógvan royk uppi við Brennistøðina á Hjalla síð- stu nátt. Um fýratíðina sunnu- morgunin boðaði ein hýru- vognsførari frá, at nógvur roykur var at síggja uppi við Kommunalu Brennistøðina á Hjalla. Sløkkiliðið og løgreglan fóru á staðið og tað gjørdist skjótt greitt, at talan var um nógvan royk og damp, sum kom innan úr bygninginum. Sløkk- iliðsmenninir fóru síðani inn í bygningin og lótu lúkurnar upp, so roykurin kundi sleppa út. Fólk, sum komu koyrandi norðanífrá varnaðust eisini nógva roykin, og tey siga frá, at tað luktaði sera illa í økinum. Ongin skaði var av hendingini.