Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 92 - 15. mai 2006 Klokkan eitt korter til seks seinnapartin í gjár setti Brit­ish Aerospace flogfarið hjá Faroe Jet seg fyri fyrstu ferð á vøllinum í Vágum FLOGFERÐSLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Flogvøllurin: Nógv fóllk vóru til mót­tøk­­una, sum Far­oe­Jet skipaði fyri á flog­ vøllinum í sambandi við at flog­far teirra fyrstu ferð kom til Før­oya og at felagið feru und­ir regluliga rutuflúgving mill­um Føryar og Danmark í morgin. Stjóri og leiðsla fegnaðust sum vera man um loksins at verða rokkin á mál. Felagið varð stovnað í desember í fjør, og longu nú, hálvt ár senni, fer felagið undir rutu­ flúgving. - Hetta má vera met, helt Jó­­han Simonsen, stjóri fel­­ ag­s­­ins, sum viðgekk, at tað var ikki við sørt av summ­ar­ fuglum í búkinum, at hann spent­ur bíðaði flogfarinum. - Eg havi ongantíð sæð flogfarið áður - og tað er komið beinleiðis úr sproytukabinuni á verk­smiðj­ uni í Onglandi, segði Jóhan Simonsen. Tað vóru brøðurnir Hans Mein­hard og Oddmar á Høgabóli flugu tað til Før­ oya. Kom og keyp ein flúgvara Knút Lützen, nevnd­ar­for­ mað­ur í FaroeJet og stjóri í Safari Transport, var sera fegin, Hann heldur, at tað so avgjørt er tørvur á kapping og at kapping er sunt fyri øll. Hann greiddi eisini frá eini søgu um, at grannin hjá Safari Transport í Stiðjagøtu í Havn, Eyðun Jespersen, í áravís hevur plágað hann um at koma at keypa ein flúgvara. Kanska meint í skemti - men kortini við tørvinum á at fáa flogpakkar við flúgvara til Føroya í huga. - Tá Jógvan Simonsen so ringdi til mín og spurdi, um eg vildi vera við til at stovna eitt flogfelag, spurdi hann eisini, um eg kendi nakr­an, sum vildi vera við, greiddi Knút Lützen frá. - Eg svaraði beinanvegin, at tað visti eg, og so ringdi eg til Eyðun og segði, at nú fara vit at keypa ein flúgvara! Beyð starvsfólki at búsetast í Sørvági Borgarstjórin í Sørvági, Ják­ up Suni Lauritsen beyð eisini fel­ agnum og flogfarinum væl­komnum í kommununa. Hann beyð eisini øllum starvs­fólkum vælkomnum at búsetast í kommununi, eins og hann heitt á øll um at standa saman um flogvøllin í Vágum. Bjarni Djurholm, lands­stýr­ is­maður í Vinnumálum vísti á, at nú var eitt nýtt kapittul í føroyskari flogsøgu skrivað. Hann fegnaðist serliga um, at samferðslan verður so væl útbygd, alt til frama fyri brúkaran. Hann nam eisini við álitið um byggjan Fyrsti flogtúrur við Flogskipararnir á fyrsta túrinu, brøðurnir Oddmar og Hans Meinhard á Høgabóli, fingu sóljuheilsanir frá smágentum í føroyskum klæðum, og nógv fólk var á samkomuni í terminalinum