mánadagur 15. mai 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 92 - 15. mai 2006
Dramaverkstaðið
Loyniklubburin
verður sýndur á Dramaverkstaðnum á Hálsi í Havn
(í brekkuni niðan til tað grønu ítróttarhøllina á
Nabb).
Fríggjadag 19. mai kl. 19.00
Leygardag 20. mai kl. 16.00
Sunnudag 21. mai kl. 16.00
Leikurin er ca. 30 min. langur og er ætlaður børnum
6 til 12 ár. Helst saman við vaksnum. Atgongumerk
ir á 30 kr. kunnu keypast við dyrnar 1 tíma undan
sýning.
Lýsing eftir
mekanikarum
P/F Petur Larsen søkir við hesum eftir mekanikarum
at byrja skjótast tilber.
Førleikakrøv: Útbúgving í minsta lagi sum
maskinsmiðjur.
Kravt verður av umsøkjarum, at hesir hava
førleika í:
• Arbeiði við rustfríum tilfari, sum umfatar sveising
og bukking.
• Arbeiði við aluminium, sveising og bukking v.m.
• Arbeiði við dreyðing og fresing.
• Arbeiði við rørlegging
• Annars alt vanligt maskinarbeiði.
• Aftrat omanfyri nevndu krøvum verður upplæring
í arbeiði við Baader flakamaskinum og Fomaco
saltsproytum.
Løn sambært avtalu.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
P/F Petur Larsen á tlf. 444174 í vanligari arbeiðstíð
millum kl. 8.00 og 17.00.
Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar, skulu
vera P/F Petur Larsen, Postboks 64, 530 Fuglafjørður
í hendi í seinasta lagi 1. juni 2006 kl. 16.00.
Felagið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar
umsóknir ella onga at taka.
P/F Petur Larsen
Bakkavegur
530 Fuglafjørður
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir einum stuðulspedagogi/hjálpara
til Sjóvar kommunu at byrja 1. august 2006.
Endamálið við stuðlinum er í samstarvi við foreldur
og dagrøktarleiðara/ansingarstovn at menna børn
við serligum tørvi, ið eru í ansing hjá kommununi.
Arbeiðsstaðurin verður í fyrsta umfari í dagrøktar
heimum og spælistovuni. Tá dagstovnurin letur
upp í heyst, verður arbeiðsstaðurin á stovninum.
Abeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur
hóskandi útbúgving ella royndir.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
kommunuskrivstovuna á tlf. 447158.
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum verður at senda Sjóvar kommunu í
seinasta lagi 1. juni 2006.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur