Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2006 21 Á Almannastovuni starvast 100 starvsfólk. Á Økisdeildini í Havn starvast 16 fólk – harav 6 eru málsviðgerar. Avloysarastarv sum málsviðgeri á Almannastovuni Á Økisdeildini í Havn, Tinghúsvegur 14, er eitt ¾-tíðar starv sum avloysari fyri málsviðgera í barns- burðarfarloyvi leyst at seta skjótast gjørligt. Høvuðs- uppgávan er at rokna út og ávísa veitingar. Hevur tú skrivstovuútbúgving, HH ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir og hevur tú hug at arbeiða í einum umhvørvi, har nógv er at gera, so er hetta kanska nakað fyri teg. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjun Berg, deildarleiðara, á tel. 35 35 10 ella við at fara inn á heimasíðu okkara almannastovan.fo ella á portal.fo. Umsóknarfreistin er týs- dagin 30. mai 2006 kl. 12. www.almannastovan.fo K R E A . F O . TEL 47 80 80 Sosialráðgevi til Økisdeildina í Havn www.almannastovan.fo K R E A . F O . TEL 47 80 80 Á Almannastovuni starvast 100 starvsfólk. Á Økisdeildini í Havn starvast 16 fólk – harav 9 eru sosialráðgevar. Á deildini hjá Almanna- stovuni í Havn, Tinghús- vegur 14, er eitt fulltíðar- starv sum sosialráðgevi leyst at søkja. Sum sosial- ráðgevi á eini økisdeild fært tú innlit og førleika í nær- um alla ta føroysku sosial- lóggávuna. Arbeiðið er sjálvstøðugt og avbjóðandi. Nærri fæst at vita við at venda sær til Marjun Berg, deildarleiðara, á tel 35 35 10, ella við at fara inn á heimasíðu okkara www.almannastovan.fo ella á www.portal.fo. Umsóknarfreistin er týsdagin 30. mai 2006 kl. 12. Mikukvøldið verð­ ur størsti dyst­ur­in europeiski fót­bólts­ dysturin í ár spældur í Paris. Arsenal og FC Barcelona hittast í finaluni í Champions League Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Champions League er blivin størsta fótbóltskapping fyri europeisk feløg. Bara tey bestu feløgini við teimum bestu spælarunumm spæla við í hesari kappingini, og nú er komið fram til sjálva finaluna, sum skal spælast í Paris mikukvøldið. Tað er ikki heilt óvæntað, at FC Barcelona er annað liðið í finaluni, tí liðið hev­ ur alt hetta árið spælt fram­ úr góðan fótbólt og hevur eisini vunnið sponsku landskappingina. Ron­al­ d­i­nho er stóra skapandi mið­punktið á liðnum, men liðið er á tremur við góðum spælarum. Tað er meira óvæntað, at enska felagið Arsenal er komið so langt. Fel­agið hevur havt stórar trup­ul­ leikar av skaðum í ár, og tá ið felagið seldi Patrick Vieira, mundu tey fægstu rokna við, at liðið kundi spæla seg í finaluna í Champions League. Men Wenger og hansara menn hava tikið øll á bóli, og tann eini sigurin, sum Wenger manglar í sínari tíð sum venjari hjá Arsenal, er nú bara 90 minuttir burtur. Ymisk lið Í fjør vann enska felagið Liverpool Champions Le­ague kappingina, og tað var eftir ein ótrúligan dyst í­móti AC Milan. Tað kann neyvan roknast við einum slíkum dysti í ár, hóast bæði Arsenal og Barcelona kunnu spæla væl. Fyrrverandi hjá­ lparvenjarin á danska a-landsliðnum, Keld Bordinggaard, segði sunnudagin við onside, at tað eru tvey ymisk lið, sum spæla ímóti hvørjum øðrum mikuvkøldið. - Barcelona stendur fyri øll­um tí, sum fótbóltur snýr seg um. Teir vilja hava bóltin, og teir vilja gera nakað við bóltinum. Arsenal spælir meira bein­ leiðis, men teir vísa, at bein­leið­is fótbóltur eisini kann verða væl spældur og undirhaldandi, segði Keld Bordinggaard. Dysturin ímillum Arsenal og Barcelona byrjar kl. 19.45 mikuvkøldið, og millum annað TV3+ sendir dystin beinleiðis. Formulaliðið Ítróttar-Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 8. umfari av Formuladeildini. (Formulaliðið grafikkur) Stórdystur í Paris