Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2006 31 Lærarastørv og starv sum stuðul í Fuglafjarðar skúla Hesi størv verða lýst leys til setanar: • 2 lærarar í fast starv frá 1. august 2006 • 5 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2006/2007 fyri lærarar í farloyvi, lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar • 1 lærari í tíðaravmarkað parttíðarstarv (uml. 0,7) frá 14. august til 19. desember 2006 fyri lærara í barnsburðarfarloyvi • 1 tíðaravmarkað starv sum stuðul (uml. 20 t/viku) skúlaárið 2006/2007 Talan er um eitt starv sum stuðul hjá næmingi í 4. flokki, sum hevur serligan tørv. Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • eru stundisligir og nærlagdir Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum: • kristnikunnleika, føroyskum, donskum, enskum, støddfrøði, náttúru/tøkni, lívfrøði, ítrótti, tónleiki, evning, handarbeiði, heimkunnleika, bókasavn og serligan tørv. Førleikakrøv: Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu hava lærara­ útbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum Tann, sum verður settur í starv sum stuðul, skal hava útbúgving sum námsfrøðingur ella samsvar­ andi førleika Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. september 2006. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1­27.4 Starvið sum stuðul verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 31. mai kl. 10.00. Setanarsamrøður verða í døgunum 1.­7. juni Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 444087 ella 214087. Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran: suni@ffs.fo Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 335 næmingar í 19 flokkum. Við skúlan fara at starvast 34 lærarar, 1 stuðul, 1 húsavørður og 4­5 reingerðingarfólk. Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo Einalærarastarv í Sandvíkar skúla Tíðaravmarkað starv sum einalærari, fyri lærara í barnsburðarfarloyvi, í Sandvíkar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2005 og 24 vikur fram. Starvstíðin verður møguliga longd, um farloyvistíð­ in verður longd. Sandvíkar skúli hevur komandi skúlaár 5 næmingar í 1.­4. flokki. Um starvið Einalærarin undirvísir í øllum lærugreinum og hevur fyrisitingarligu ábyrgdina av skúlanum. Søkt verður eftir einum einalærara, sum • undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av dagligu undirvísingini • skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim • skal vera førur fyri at loysa trupulleikar og at samstarva • skal eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt. Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar­ málaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 21.2.­30.2. Umsókn saman við prógvi, C. V. o. ø. skal vera Sandvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 2. juni 2006 kl. 16.00. Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar til starvið, kunnu ringja til einalæraran Nitu Næs á tlf. 375917. Stuðul Viðareiðis Kommuna søkir eftir stuðli til at byrja 1. juni, til barn við serligum tørvi. Starvið er 35 tímar um vikuna til hálvan august, síðan umleið 20 tímar um vikuna. Umsøkjarar við námsfrøðiligari útbúgving ella royndum á økinum hava fyrimun. Tann, ið søkir skal hava egnan bil til at koyra barnið til ymisk tiltøk. Løn sambært avtalu ella við avvarðandi yrkisfelag. Um spurningar eru til starvið, ber til at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 588053. Umsóknarfreistin er 26. mai. Umsóknir við møguligum prógvum og/ella viðmælum verða at senda til: Viðareiðis Kommunu FO-750 Viðareiði