Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2006 33 Størv í Landsmiðstøðini Lærugreinaráðgevi Starvið Starvið fevnir í høvuðsheitum um ráðgeving í lærugreinini støddfrøði, men eisini í alis- og evnafrøði. Samanlagt eru 9 lønartímar um vikuna at søkja. Ein lønartími er umleið 1,6 fyrisitingartímar. Starvslýsing Ein starvslýsing er galdandi fyri ráðgevastarvið. Eitt nú verður sagt: O Ráðgevin skal í øllum lutum virka fyri einari fakligari og námsligari menning í skúlanum O Ráðgevin skal støðugt halda seg kunnugan við ta menning, sum er á náms- liga, fakliga og tøkniliga økinum O Ráðgevin skal ráðgeva viðvíkjandi undirvísingarmiðlum og arbeiðshættum í einstøku lærugreinunum. Lagt verður upp til eitt skipað samstarv millum ráðgevarnar, møguliga í tvør- greinaligum bólkum og í toymum. Førleikakrøv Umsøkjarar eiga at hava hollan ástøðiligan kunnleika og starvsligar royndir í Í Landsmiðstøðini er eitt starv sum skrivstovufólk og tvey størv sum ráðgevar leys at seta 1. august 2006. Umsóknir við upplýs- ingum um útbúgving, starvsroyndir v.m. skulu vera á Landsmiðstøðini í seinasta lagi hósdagin 1. juni 2006. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Petur Simonsen, stjóra á Landsmiðstøðini, tlf. 318825. viðkomandi lærugrein og starvsøki, starvið fatar um. Væntað verður, at læru- greinaráðgevin hevur førleika í og er hugaður at nýta KT í ráðgevastarvinum. Vit bjóða O eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti við lær- arar, skúlar og skúlamyndugleikar O arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar møguleikar fyri bæði persón- ligari og fakligari menning. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett eftir avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og lønt í lønarflokki 30.3. Setanartíðin er í fyrstu atløgu 3 ár, har fyrsta árið er eitt royndarár. Síðani kann setanartíðin verða longd. Um serlig viðurskifti tala fyri hes-um, kann setanartíðin leingjast út yvir 7 ár. Tann, ið settur verður, skal undirvísa írestandi tímarnar í skúlanum, har við- komandi starvast dagliga. Námsráðgevi Starvið Starvið fevnir í høvuðsheitum um námsfrøðiligt arbeiði innan fólkaskúlan, men virkisøkið er alt skúlaverkið. Ráðgevin skal vera við í og samskipa skeið og eftirútbúgving av lærarum. Hann skal ráðgeva í sambandi við menningarvirksemi í skúlanum, og í samstarvi við aðrar ráðgevar í Landsmiðstøðini skal hann virka fyri einari námsligari og fak- ligari menning í skúlanum. Ráðgevin skal harumframt ráðgeva viðvíkjandi undirvísingarmiðlum og í yms- um arbeiðshættum, og hann skal luttaka í ymsum verkætlanum, serliga á tí náms- frøðiliga økinum og innan KT. Ráðgevin skal tryggja, at ymsu uppgávurnar verða loystar á einum høgum fak- ligum stigi. Tann, ið sett/-ur verður, hevur skyldu til eftir ynski stjórans at taka lut í øðrum arbeiði í Landsmiðstøðini. Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjari O hevur læraraútbúgving og/ella aðra hægri námsfrøðiliga útbúgving O hevur hollan ástøðiligan kunnleika og góðar starvsligar royndir O hevur áhuga fyri námsfrøðiligum arbeiði og fyri nýtslu av KT í undirvísingar- høpi O hevur góð samstarvsevni og evni at samskipa O hevur førleika at menna samstarvið við starvsfelagar, stovnar og lærarar O verður ein virkin partur av toymisumhvørvinum í Landsmiðstøðini og sam- stundis kann arbeiða sjálvstøðugt O hevur áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir. Vit bjóða O eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti við lær- arar, skúlar og skúlamyndugleikar O arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar møguleikar fyri bæði persón- ligari og fakligari menning. Setanar- og lønartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrk- isfelag. Setanartíðin er í fyrstu atløgu 3 ár, har fyrsta árið er eitt royndarár. Síðani kann setanartíðin verða longd. Um serlig viðurskifti tala fyri hesum, kann setanartíðin leingjast út yvir 7 ár. Arbeiðstíðin í ráðgevastarvinum er 0,45 av fullari arbeiðstíð. Tann, ið settur verður, skal undirvísa írestandi tímarnar í skúlanum. Skrivstovufólk Starvið Arbeiðið fevnir í høvuðsheitinum um O tað roknskaparliga/bókhaldið O røkt og ábyrgd av søvnunum O innkeyp og skráseting av undirvísingaramboðum O kundaavgreiðslu og útlán av undirvísingaramboðum O skipan og røkt av skjalasavni O ymiskt annað arbeiði á stovninum. Førleikakrøv Vit vænta at tú O hevur útbúgving og royndir í skrivstovuyrkinum O hevur royndir við tí roknskaparliga, møguliga við skipanum hjá Føroya Gjaldstovu O hevur hollan kunnleika í føroyskum O hevur góðan kunnleika í teld á brúkarastøði, eitt nú at brúka Word og Excel O hevur royndir við at nýta journalskipan O dugir at arbeiða sjálvstøðugt, skipa fyri, ert røkin, hevur góð samstarvsevni og hevur lætt við at samskifta við fólk. Vit bjóða O eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum stovni, sum hevur samskifti við flestu skúlar og lærarar í landinum, og sum hevur tætt samstarv við eitt nú Mentamálaráðið, Landsbókasavnið og Føroya Gjaldstovu. Setanar- og lønartreytir Talan er um starv í fulla tíð. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. lms 0406