mikudagur 17. mai 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 17 . mai 2006
29
Anlegsgartnari
ella fólk við royndum innan urtagarðsarbeiði søkist
at byrja um 1. juli. Viðkomandi skal hava koyrikort
og góða heilsu.
Ring á tlf. 210425
Einalærarastarv í
Sandvíkar skúla
Tíðaravmarkað starv sum einalærari, fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi, í Sandvíkar skúla verður lýst
leyst til setanar frá 1. august 2005 og 24 vikur fram.
Starvstíðin verður møguliga longd, um farloyvistíð
in verður longd.
Sandvíkar skúli hevur komandi skúlaár 5 næmingar
í 1.4. flokki.
Um starvið
Einalærarin undirvísir í øllum lærugreinum og hevur
fyrisitingarligu ábyrgdina av skúlanum.
Søkt verður eftir einum einalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og
ábyrgd av dagligu undirvísingini
• skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott
samstarv millum skúla og heim
• skal vera førur fyri at loysa trupulleikar og at
samstarva
• skal eggja næmingum og foreldrum at fáa sum
mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og
sosialt.
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar
málaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum
21.2.30.2.
Umsókn saman við prógvi, C. V. o. ø. skal vera
Sandvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 2. juni 2006
kl. 16.00.
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar til starvið, kunnu
ringja til einalæraran Nitu Næs á tlf. 375917.
Feriuavloysari til
kafeina á Lands
sjúkrahúsinum
Til kafeina á Landssjúkrahúsinum er eitt feriu
avloysarastarv leyst at søkja til setan í tíðarskeiðin
um 3. juli til og við 27. august 2006.
Vit søkja starvsfólk við:
• samstarvsvilja
• sjálvstøðugleika
• ábyrgdarkenslu
• royndum innan økið
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi og avbjóðandi arbeiði
• eitt arbeiðspláss í menning
• at arbeiða saman við góðum og dugnaligum
starvsfeløgum
Løn og setanartreytir sambært sátttmálan millum
Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vit um starvið við at venda sær til
Gudnu á Rógvi Joensen, telefon 30 45 00, lokal 1260,
tpost: gurojo@lsh.fo ella til Súsannu Samuelsen,
tpost: susa@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 31. mai 2006
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar og starvsfólkadeildin
FO100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Lærarastørv og
starv sum stuðul
í Fuglafjarðar skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar:
• 2 lærarar í fast starv frá 1. august 2006
• 5 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2006/2007
fyri lærarar í farloyvi, lækkað tímatal, serligan tørv
og avlopstímar
• 1 lærari í tíðaravmarkað parttíðarstarv (uml.
0,7) frá 14. august til 19. desember 2006
fyri lærara í barnsburðarfarloyvi
• 1 tíðaravmarkað starv sum stuðul (uml. 20
t/viku) skúlaárið 2006/2007
Talan er um eitt starv sum stuðul hjá næmingi í 4.
flokki, sum hevur serligan tørv.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• eru stundisligir og nærlagdir
Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka
sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum:
• kristnikunnleika, føroyskum, donskum, enskum,
støddfrøði, náttúru/tøkni, lívfrøði, ítrótti, tónleiki,
evning, handarbeiði, heimkunnleika, bókasavn
og serligan tørv.
Førleikakrøv:
Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu hava lærara
útbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í
nevndu lærugreinum
Tann, sum verður settur í starv sum stuðul, skal
hava útbúgving sum námsfrøðingur ella samsvar
andi førleika
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett
størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum
verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. september
2006.
Lærarastørvini
verða
lønt
sambært
avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í
lønarflokkunum 18.127.4
Starvið sum stuðul verður lønt sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum
í hendi í seinasta lagi mikudagin 31. mai kl.
10.00.
Setanarsamrøður verða í døgunum 1.7. juni
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 444087 ella 214087.
Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran:
suni@ffs.fo
Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 335 næmingar
í 19 flokkum. Við skúlan fara at starvast 34 lærarar, 1 stuðul, 1
húsavørður og 45 reingerðingarfólk. Áhugað kunnu lesa meira
um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo