mikudagur 17. mai 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 17. mai 2006
32
FORHANG TIL FLEXA SONG
Ljósareytt/lilla forhang við hjørtum
til hálvhøga (uml. 120 cm)
Flexasong. Næstan sum nýtt. Til
sølu fyri 350,-
Ring 319618 eftir arbeiðstíð
FJARSTÝRT CESSNA
FLOGFAR
Nýtt 4 kanal eldrivið cessna við
øllum tilhoyri til sølu fyri 2000 kr.
Tlf. 214163
FLOGBILLETTIR TIL SØLU
2 returbillettir Vágar-
Keypmannahavn biliga til sølu, frá
Føroyum 22. mai 2006 úr Danmark
28. mai 2006
Telefon 216553
DANSKA VERJUSKIPIÐ TIL
SØLU
Eitt sera vakurt skip til sølu. Skipið
er 109 cm. til ongdar, skipið hevur
tríggjar motorar, tríggjar skrúvur og
trý róður, og tað hevur eisini eina
fjarstýrda kanón, fjarstýring fylgir
við í keypinum. Til sølu f yri 5.500
kr.
Tlf. 279847
JARÐARSTYKKI
í Miðvági til sølu um nóg hóskandi
boð fæst - 3921 m2.
Tlf. 312954
LAGURSALG Í VESTMANNA
Lagursalg verður í Losjuni í
Vestmanna 19., 20. og 21. mai.
Sera bílig klæðir til kvinnur og
børn. Sum f.eks. blusir frá kr. 25,-
og buksir frá 35,-
FRÍTÍÐARMERKIR FRÁ 1950-
1960
Eg sóknist eftir frítíðarmerkjum,
brúkt sum óbrúkt, frá Kjølbro,
Gjaldstovuni og øðrum feløgum í
tíðarskeiðnum 1950 - 1970, alt
hevur áhuga. Og rabatmerkir frá FK
brúgsunum í Føroyum.
Tlf. 261670
FØROYSK ÁRSMAPPA
1975/76, og 1 ársmappa frá
Grønland 2004 til sølu.
Tlf. 261670
INNRAMMAÐUR
MÀLNINGUR
stødd 97 x 72 eftir Sigmund
Petersen til sølu.
Tlf. 316120
TIL SØLU
Vegna feilkeyp er ein úthurð við
síðupartí v/út, óútpakkað til sølu.
Tlf. 228347
FLOGBILLET TIL SØLU
Føroyar-Keypmannahavn og aftur
bíliga til sølu.
Tlf. 505152
– Tað tykist løgið, um
vit ikki skulu megna
flúgving á føroyskum
øki, tá vit í løtuni
røkja flúgving til
bretsk skip, sum
liggja sunnan fyri
markið, heldur leið-
arin á Tyrludeildini
hjá Atlantic Airways
TYRLUFLÚGVING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á Tyrludeildini hjá Atlantic
hava tey í hesum døgum úr
at gera við at flyta fólk fyri
enska felagið, Western-
Geco. Talan er um mann-
ingarskift á einum supply-
báti, sum er staddur 150
fjórðingar sunnan úr flog-
vøllinum í Vágum, og tá
nærkast
markið
fyri,
hvussu nógv longur tyrlan
kann flúgva.
– Nógv longur enn tað
sama koma vit so ikki. Í
hesari flúgvin steðga vit á
Froðba at bunkra, áðrenn
vit leggja leiðina móti
skipinum, og somuleiðis
verður bunkrað á vegnum
heimaftur, sigur leiðarin á
Tyrludeildini, Hans Erik
Jacobsen.
Arbeiðið hesa ferð fevnir
um at flyta 40 mans til og
av skipinum. Størsti partur-
in av manningini er heima-
hoyrandi í Onglandi, og tí
skulu hesir so aftur flúgvast
úr Vágum til Aberdeen. Tað
kann tykjast heldur kostn-
aðarmikið, men kortini
vann Atlantic hesa avtaluna
í kapping við onnur feløg,
sum kanska kundu røkt
manningarskiftini úr eitt nú
Sumburgh í Aberdeen.
Vilja við í Brugdan
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit, at danska DanCopter er
milum feløgini, sum liggja
framvið, nú Statoil velur
sær sínar samstarvsfelagar
til komandi boringarnar á
Brugdan-feltinum.
Tyrludeildin hjá Atlantic
Airways er eisini við í
kapprenningi um hendan
sáttmálan, og Hans Erik
dylur ikki fyri, at hann
hevur eina vón um, at tað
skal eydnast teimum at fáa
hesa flúgving eisini.
– Vit halda okkum í
øllum førum vera kapping-
arførar. Tá vit kunnu vinna
eina flúgving til skip, sum
liggur sunnan fyri okkara
sjómark, í fríari kapping
við aðrar, so eigur hetta
eisini at lata seg gera.
Brugdan liggur bara 60
fjórðingar sunnan úr flog-
vøllinum, so fortreytirnar
hjá okkum til hesa flúgving
burdu verið munandi betri.
Og sum vit hava skilt tað,
so
er
skoðsmálið
frá
WesternGeco eisini framúr
positivt, so vit vóna tað
besta, staðfestir hann.
Atlantic vil hava Brugdan
Tvær manningar eru støðugt ígongd, nú 40 mans skulu flytast til og av veitingarskipi hjá
WesternGeco
– Í summar skal
politisk avgerð takast
um ætlanina at gera
undirsjóvartunnil
ímillum Eysturoy og
Havnina
UNDIRSJÓVARTUNNIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í summar skal ein politisk
avgerð takast um ætlanin at
gera
undirsjóvartunnil
ímillum Eysturoynna og
Havnina.
Tað ætlar Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Á landsstýrisfundi í gjár,
var ætlanin at gera undir-
sjóvartunnil undir Tanga-
fjørð umrødd, men kortini
var ongin avgerð tikin.
– Men landsstýrið er
samt um at vera vælviljað
mótvegis ætlanini, tí hetta
er ein verkætlan, sum eigur
at vera framd.
Tað er eitt privat initiativ,
sum hevur tikið stig til
ætlanina og tey hava eisini
boðað
frá,
at
privatir
fíggingarstovnar eru eisini
sinnaðir at fíggja ætlanina.
Landsstýrismaðurin
sigur, at hóast talan er um
eitt privat initiativ, slepst
ikki undan, at Løgtingið
má taka støðu til málið, tí
tunnilin fer at føra nógvar
avleiddar íløgur við sær
fyri landið í vegagerð og
annað, umframt at finnast
skal útav, hvønn veg,
farleiðin skal leggjast.
– Spurningurin er eisini,
hvørjar treytir skulu setast í
projektið.
Hetta er eisini ein verk-
ætlan, sum verður høvuðs-
ferðsluæðrin í Føroyum í
framtíðini og tí slepst ikki
undan, at Løgtingið tekur
støðu til málið.
Byrjar í aðru viku
Bjarni Djurholm sigur, at tí
fer hann nú at taka málið
upp í einum breiðari,
politiskum høpi.
Í fyrstu atløgu fer hann at
umrøða ætlanina fyri ting-
fólki í samgonguni og tað
arbeiðið fer hann undir
longu í aðru viku.
Ætlanin er so at hava eina
politiska
niðurstøðu
í
summar, so at eitt uppskot
kann leggjast fyri Løg-
tingið eftir summarferiuna.
– Men hetta er eitt sera
stórt og umfatandi mál og tí
er tað neyðugt, at tað
verður lýst út í æsir, so at
vit fáa greiði á, hvørja
støðu Løgtingið hevur,
áðrenn farið verður ígongd
og at vit fáa trygd fyri, at
vit
fáa
gjøgnumført
projektið.
Undirsjóvartunnilin
ímillum
Eysturoy
og
Streymoy er ein verkætlan,
sum kostar 800 milliónir,
men eitt privat felag.
Bjarni Djurholm sigur, at
felagið, sum arbeiðir við
ætlanini hevur sett sær sum
mát, at tað skal vera
koyrandi undir Tangafirði í
2013 og tað heldur hann er
ein rímilig tíðarfreist.
Undirsjóvartunnil ímillum
Eysturoy og Streymoy
avgreiðast í summar
Kanningarnar til
undirsjóvartunnili
n millum
Skálafjørðin og
Havnina eru
byrjaðar
UNDIRSJÓVAR-
TUNNIL
Lív Reinert
liv.reinert.kjeld@sosialuri
n.fo
Í fjøruni á Saltnesi eru
menn farnir í gongd við
kjarnuboringar. Enda-
málið við kjarnuboring-
unum
er
at
kanna,
hvussu undirlendið er.
Á Saltnesi er ætlanin at
bora einar 70 metrar
beint niðureftir. Kjarn-
irnar verða tiknar upp so
hvørt, og skulu sendast
til jarðfrøðissavnið at
verða
kannaðar
og
skrásettar. Teir
hava
gjørt eina kjarnuboring
við Sandvíkarhjalla, og
mangla at gera tvær
afturat hesari á Saltnesi;
eina á Raktanga, og eina
á Strondum.
Í dag høvdu teir borað
einar
17-18
metrar
niður; um alt gongur
sum
ætlað,
verður
kjarnuboringin á Salt-
nesi liðug um einar tvær
vikur.
Kjarnuboringar í
fjøruni á Saltnesi
Í fjøruni á Saltnesi eru menn farnir í gongd við
kjarnuboringar
Nú skal rættilig ferð setast á politisku viðgerðina í sambandi við
ætlanina at gera undirsjóvartunnil ímillum Eysturoy og
Streymoy. Teknisku fyrireikingarnar eru eisini langt síðani
byrjaðar, her verða bora í undirgrundina at taka royndir