Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 18. mai 2006  Tá næmingarnir í 9. flokki úr øllum landinum fóru til Fráfaringarroynd fólkaskúlans í donskum í gjáramorgunin, var stílaheftið fult í villum. – Bæði fuskivillum, stavivillum og málvillum. – Hetta er langt úti, heldur Jane Hoydal, lestrarvegleiðari og lærari í Kommunuskúlanum í Havn. Stílaheftið Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Stílaheftið, sum allir næm- ingarnir í 9. flokki fingu borið upp í hendurnar í gjáramorgunin, sær í fyrstu atløgu snøgt út. Fimm evni eru at velja ímillum, uppsetingin er á góðari leið og myndirnar í stílaheftinum eru relevantar. Men so skjótt, vit hyggja gjøllari at stílaheftinum, síggja vit tíverri alt fyri eitt, at heftið er sera illa frágingið, so illa, at tað ikki átti at verið grundarlag undir endaligari próvtøku. Sera nógvar fuskivillur eru at finna, men somuleiðis síggja vit eisini álvarsamar stavi- og málvillur. Sera vánaligt Jane Hoydal, lestrar- vegleiðari og lærari í Kommunuskúlanum í Havn, var vaktarfólk í próvtøkuhølunum í Kommunuskúlanum í gjáramorgunin, tá 9.- floks næmingarnir fóru til próvtøku. Hon hvakk við, tá hon sá allar villurnar í stílaheftinum. – Í trimum stílaevnum fann eg nógvar villur, og tað er sera vánaligt. Í fyrsta stílaevninum fann eg eina villu, í triðja fann eg níggju villur og í fjórða stílaevninum fann eg 17 villur, sigur Jane Hoydal og leggur afturat, at hesar villurnar hoyra ongastaðni heima í einum stílahefti til eina próvtøku: – Mentamálaráðið visti av villunum og átti í øllum førum at sent eitt bræv út til skúlarnar, so vit lærarar vistu av villunum og kundu sagt næmingunum frá hesum, áðrenn próvtøkan byrjaði, heldur Jane Hoydal fram. Í síni heild heldur Jane Hoydal somuleiðis, at stílaheftini áttu at verið meira gjøgnumførd: – Eitt nú er kelda til ymsu tekstirnar ikki skrivað allastaðni í stílaheftinum. Men tó eru evnini, næmingarnir hava at velja ímillum, góð og fjølbroytt – bæði til tann dugnaliga og minni dugnaliga næmingin. Men hetta er ikki fyrstu ferð, vit leggja til merkis, at stílaheftini frá Mentamálaráðnum hava villur. Hetta hevur verið skilið í fleiri ár, men tó hevur tað ongantíð verið so grovt sum í ár. Nú er ovboðið, staðfestir Jane Hoydal at enda. MMR harmast Á Mentamálaráðnum eru tey sjálvsagt sera hørm um, at so nógvar villur eru í stílaheftinum: – Vit vistu ikki av øllum hesum villunum fyrr enn tveir dagar áðrenn próvtøkuna, men tá var ov seint at prenta heftini av nýggjum, og somuleiðis høvdu skúlarnir longu fingið stílaheftini útflýggjað. Vit eru sera, sera hørm um hetta á Mentamálaráðnum, men eg dugi enn ikki at staðfesta, hvussu hetta er hent, sigur Olaus Jespersen, deildarstjóri á Mentamálaráðnum. Olaus Jespersen sigur eisini, at vanliga rættlesur uppgávunevndin hjá Mentamálaráðnum stílaheftini ígjøgnum fýra ferðir, áðrenn tey fara til prentingar: – Og tað hava vit eisini gjørt hesa ferð. Tað er ongantíð áður komið fyri, at eitt stílahefti hevur verið útflýggjað frá okkum við so nógvum villum, sigur Olaus Jespersen, deildarstjóri á Mentamálaráðnum, at enda. Agnar Jensen, ið starvast hjá Føroyaprent, sigur, at tey høvdu megnað at prentað stílaheftini av nýggjum innan tveir dagar: – Tað er sera ymiskt, hvussu langa tíð tað tekur at prenta slík próvtøkuhefti. Ofta fáa vit eina lidna fílu, og so tekur tað onga tíð at prenta. Einasti trupulleikin hevði møguliga verið, um vit vóru yvirbókað, men í neyðstøðum sum hesari plagar tað altíð at bera til at finna eina loysn, sigur Agnar Jensen og skoytir uppí, at tá próvtøkuuppgávur skulu prentast, skal alt vera loyniligt: – Men vit høvdu bara prentað stílaheftini av nýggjum um kvøldið. So hóast hetta stílaheftið hevur 11 litsíður og skal prentast í um 1000 eintøkum, ivist eg onga løtu í, at vit høvdu mengað at prentað tað av nýggjum eftir einum degi, sigur Agnar Jensen frá Føroyaprent. Hjá Estra Prent í Syðrugøtu játta tey somuleiðis, at tey uttan stórvegis hóvasták høvdu prentað stílaheftini av nýggjum alt fyri eitt: – Tað hevði als ikki verið ein trupulleiki, hóast umstøðurnar eru serligar, tá próvtøkuhefti skulu prentast. Tá skulu hurðar vera læstar og gardinurnar væl fyri vindeyguni, so eingin sær heftini áðrenn próvtøkuna. Men vit eru so fá, sum arbeiða á Estra, at vit høvdu lættliga skipað fyri at prenta hasi próvtøkuheftini av nýggjum, sigur Inga Hansen, ið starvast hjá Estra Prent. Sangarin í Johnny Deluxe lovar, at bólkurin fer at gera sítt til, at Vágsbøur gerst ein risa veitsla, tá bólkurin spælir á Summar Festivalinum. Festival Summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá Søren og Noam úr Johnny Deluxe spældu á Planet Awards í januar, spældu teir báðir ungu menninir sín lætta popp beint inn í føroysku hjørtuni. So mikið væl raktu teir, at hópin ungum fólki hevur heitt á Summar Festivalin um at taka Johnny Deluxe hendan vegin. Nú fáa tey sín vilja, Johnny Deluxe kemur til Føroyar í august. Ovfarin av gestablídninum Sangarin Noam, sigur við Sosialin, at hann gjørdist bergtikin av Føroyum, tá hann vitjaði í sambandi við Planet Awards. Bæði hann og gittarleikarin Søren vóru ovfarnir av hvussu stórt gestablídni var. Øll tey fólkini teir hittu á ferðini vóru sera vinarlig og fitt. “Vit hugnaðu okkum ordiliga nógv”, sigur hann. Serliga sterk stendur upplivingin, tá teir við tyrluni hjá Atlantsflog flugu yvir vøkru oyggjum, ein uppliving, ið restin av bólkinum er sera øvundsjúk um. “Natúran er jú ófatiliga vøkur”, sigur Noam. Hann sigur, seg gleða seg til at sleppa á pallin á Summar Festivalinum og lovar, at teir fara at gera alt fyri at gera Vágsbø um til eina stóra veitslu. “Johnny Deluxe á konsert er nakað heilt annað og munandi lívligari enn á fløgu, og kann als ikki samanberast við framførsluna á Planet Awards við tveimum kassagittarum. Hesuferð fáa tit tað ordiliga Johnny Deluxe showið”, sigur Noam. Rokka á konsertum Hvussu stórur munurin á Johnny Deluxe á fløgu og konsert er, sóu vit herfyri, tá Sosialurin varð boðin við á fullkomiliga útselda Johnny Deluxe konsert í Pumpihúsinum Í Keypmannahavn. Á pallinum runnu gittarleikarin Søren og bassleikarin Jakob sum ódnarveður runt, meðan sangarin Noam stóð mitt á pallinum og hevði alla áskoðarafjøldina í sínum lógva. Bólkurin rokkaði. Løgini vóru latin úr sínum pena popphami, og tónleikurin var melidiøsur rokkur við nógvari orku. Gjørdu Joannu sína egnu Framførslan var lívlíg og festlig. Bólkurin spældi síni fangandi poppløg sum: “Du ligner en million”, “Sommeren er forbi”, “Lille hypokonder” og syngi við slagarin “Vi vil ha mer’”. Tað vóru tó serliga løgini “Elskovspony”, “Drenge Som Mig” og “Drømmer Jeg”, ið fingu allan salin at kóka, umframt teirra frálíka tolking av Kim Larsen lagnum Joanna. Bólkurin hevur í tolkingini megnað at gera eitt so kent lag til sítt egna. Samanumtikið var gott lív í alla konsertina, hóast meirilutin av áskoðarunum vóru kvinnur og hesar, gjørdu nógv um esg Vil nerta ein seyð Noam sigur, at hann hevur eitt ynski nú hann sleppur til Føroyar aftur. Tað er at standa andlit til andlit við ein seyð. Hann greiður frá, at hann sá nógvan seyð á ferðini í Føroyum í januar, men hevði ongantíð mæguleikan, at koma nær einum. Hesuferð vil hann so mikið nær, at hann kann nerta við seyðin. Fusk í stílaheftunum hjá 9. flokki Veitsla við Johnny Deluxe á Summar Festivalinum Jane Hoydal, lestrarvegleiðari og lærari í Kommunuskúlanum í Havn, hvakk við, tá hon sá allar villurnar í stílaheftinum Mynd: Jens Kristian Vang Á myndini síggja vit nakrar av nógvu villunum, ið vóru í stílaheftinum. Eitt nú er ein grov villa í yvirskriftini í tekstinum, har tað stendur: ‘Se dig for, når du shatter’ í staðin fyri ‘Se dig for, når du chatter’.