Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 95 - 18. mai 2006 Í døgunum 20. mai og 21. mai, verður bygdastevna á Skála. Høllin verður karmur um flestu tiltøkini hesaferð. Á skránni verður kappróður, stórur plantumarknaður, bingo, hugnakvøld, barnatiltak, felags­ sangur og annað Frá Skála Stuðlum Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Plantumarknaður – alt til tað føroyska veðurlagið Kl. 15.00 báðar dagarnar verður blómumarknaður í høllini. Her verður av sonn­ um møguleiki at fríðka um urta­garðin. Felagið hevur keypt hópin av trøum úr Dan­ mark. Talan er um ym­isk sløg av trøum. Eisini verða hundr­aðtals plantur so sum Rho­dendendron, gívlar, hebe og aðrar. Umframt hetta verða nógv ymisk sløg av steinaplantum. Hetta er júst rætta tíðin til at seta summ­ arplantir niður, og her verður hópin av føroyskum summ­ arplantum at velja í. Eisini verða ymiskar inni­plantur. Ymiskir handlar koma við ymiskum urta­garðs­am­ boðum, spakum, hegn, mold, taðing og ymiskum øðrum. Havamøblar, pottar og annað havaprýði verður eisini. Myndaframsýning í ítróttarhøllini. Í samband við stevnuna verður skipað fyri áhuga­ verdari mynda­framsýning í ítróttarhøllini. Framsýningin hevur tvey evni. Annað evnið eru gamlar myndir av Skála, og hitt evnið er ”Verkætlanin á Prestodda” hjá Skálanevndini undir Runavíkar býráði. Petur Poulsen hevur í sam­band við ætlanini um at útgeva eina bók um bygd­ ar­søguna á Skála, savnað saman eina rúgvu av søgu­ ligum bygdamyndum. Høvi verður nú hjá áhugaðum at síggja ein part av hesum myndum. Hin parturin er ein framsýning av verkætlanini hjá Skálanevndini við at fríðka og hugna um frí­øki niðri á Prestodda. Verk­ ætlanin snýr seg um at planta trø og runnar og á annan hátt at fríðka um. Eisini er ætlanin at leggja brúgv um ánna á sama staði, har gamla brúgvin lá, og leggja gøtur, ið koma at binda saman fríøki á Prestodda og søguliga økið við nógvu toftunum á ytra Skála. Framsýningin verður skip­ að á tann hátt, at høvi verður at skoða myndirnar hangandi á vegginum, samstundis sum møguleiki verður at seta seg niður og síggja myndirnar uppvarpaðar á lørift. Frá kl. 19 leygarkvøldið verð­ur høvi hjá fólk­ið at hitta báðar undan­gongummenninar fyri hesum tiltakinum, Tumm­ as M. Jacobsen og Petur Poulsen, og at seta fram spurningar og koma við viðmerkingum til. Felagssangur leygarkvøldið Leygarkvøldið kl. 21 verð­ur, sum nakað nýtt, skip­að fyri felagssangi í ítróttar­høllini. Vit vóna at bygdafólki og gestir taka væl undir við tiltakinum og njóta samveruna saman við øðrum. Høvi verður at keypa sær ein kaffimunn og nýbakaðar vaflur, meðan felagssangurin gongur. Kappróður Skála Róðrafelag skipaði í fjør fyri fyrsta FM-róðr­in­­um á Skála nakrantíð. Í góð­veðrinum sótu vit niðri á kajøkinum og ótu heima­bakaðar vaflur og drukku kaffi. Kappróðurin á Skála í fjør, kom at standa sum ein fyrimynd fyri gott og væl avgreitt arbeiði hjá fel­agn­um. Hóast kappróðurin í ár ikki er FM-róður, so er ætl­anin, at fyriskipanin av róðrinum skal verða eins góð sum í fjør. Tó at tað bert verður róð 1.000 metrar í ár, so vænta vit ein spennandi róður á bygdastevnuni á Skála. Stevnu­ róðurin er eins og vanligt ein síðsta styrkiroynd áðrenn fyrsta skotið verður loyst av til FM-kappingina í ár. Undirhald Gott stevnubingo verður í bygdasalinum leygardagin kl. 18.00. At vinna verður millum annað lomb og uttan­landsferð fyri tvey. Stuðlað hava Fonn Flog og Atlants Flog. Í ár er ætlanin at hava tiv­oli inni í ítróttarhøllini. Tiltøkini verða 21-spæl, bland­að tombola, bamsu- tombola, fiskibrunnur og annað. Tivoli byrjar báðar dagarnar kl. 15. Vørutombola verður í høllini sunnudagin kl. 17.30. Í hesum sambandi vilja vit heita á tykkum um at lata lutir. Lutirnir kunnu latast inn á hesum støðum: Bakaríið, P.E., Kovin og í høllini sunnudagin frá kl. 15.00. Barnatiltak Leygardagin kl. 16.00 verð­ur eitt barnatiltak í Frí­ tíðarstovuni. Har verður mill­ um annað ein søga lisin, sum børnini koma at spæla leik til. Eisini verða nýggir barna­ sangir við rørslum, har Ingi Hansen kemur at spæla gittar til sangirnar. Onkur kapping við ballónum verður eisini. Tiltakið endar við, at øll børnini fara niðan í høllina, har tey fáa sunkist og ballón. Tiltakið kostar 30 kr. Hugnakvøld í Skúlanum. Aftur í ár hevur Emil Jacob­ sen bjóðað seg fram til at skipa fyri hugnakvøldið í skúlanum. Skráin fyri kvøld­ið er ikki fastløgd enn, men millum annað kemur Hilmar Kass av Strondum, at greiða frá: ”Sigling undir 2. heimsbardaga”. Bjarni Berg og onnur koma at spæla tónleik. Eisini koma ung úr Meinigheitshúsinum at framføra onkrar sangir. Hjartaliga vælkomin á Skála til bygdastevnu 19.- 21. mai! Spennandi marknaður á bygdastevnuni á Skála Ferðsluóhapp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tíðliga í morgun fór hesin bilurin út av vegnum Millum Fjarða í Eysturoy. Í ferðini oman av veg­skrá­ an­um hevur bilurin tikið fleiri hegnpelar við sær, sum eru brotnaðir og slættaðir við jørðina. Bilurin, sum stendur á hjól­unum, er ikki koppaður í vegskráanum og á síðuni, sum vendir niðan móti vegn­ um, sæst ikki, at bilurin hev­ur fingið serliga stóran materiellan skaða. At síggja til, hevur bil­før­ar­ in verið á veg suðureftir, tá ið hann av eini ella aðrari orsøk er farin skeivur á vegnum. Á myndini sæst, at løg­ reglan er á staðnum, men tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á nøkrum løg­reglu­manni á støðini í Runa­vík, áðrenn blaðið fór til prentingar. Lastbilur er eisini á staðn­ um, og er ivaleyst tilkallaður til at hála bilin uppaftur. Bilur út av vegnum Millum Fjarða Bilurin, sum stendur á hjólunum, er ikki koppaður í vegskráanum Mynd: Jonhard Hammer Ein tiltak, sum er vælmótikið í samband við umhvørvisvikuna í Havn, er ókeypis busskoyring. So vælumtøkt er tað, at kommunan umhugsar at tað skal vera ókeypis at koyra buss framyvir UMHVØRVISVIKA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fólkið hevur tikið væl undir við umhvørvisvikuni í Tórshavnar Kommunu, og ymisk eru tiltøkini, sum eru á skránni hesar dagarnar. Eiit tiltak, sum hevur verið alla vikuna og kemur at vara vikuna út, er ókeypis busskoyringin. - Vit hava ongi tøl enn, men tey siga at tað eru nógv fleiri koyra buss hesa vikuna, og at fólk eru sera glað fyri tað, sigur Elin Lindenskov, samskipari av umhvørvisvikuni í Havn. – Tað eru ymsar grundir til at vit hava tikið stig til akkurát hetta við, at fólkið ikki skal rinda fyri at koyra við bussleiðini hesa vikuna, men høvuðsorsøkirnar eru fyrst og fremst at tálma ferðsluni í býnum, og at venja borgaran við kollektivu ferðsluna, greiðir Elin Lindenskov frá. Vanligi borgarin hevur higartil havt tað fatanina, at tað ikki loysir seg at koyra buss. Tað er ov dýrt og tað tekur og langa tíð, eru nakrar av undanførslunum fyri ikki at brúka bussin. Men nú er kanska vón fyri, at borgarin fer at broyta hugs­an á hesum øki. – Inntøkurnar av bussleiðini eru fýra milliónir árliga. Tað er ikki nógv, og tí hava vit tosað um, at tað kanska átti at verið heilt ókeypis at koyra buss í Tórshavnar Kommunu. Hetta kundi verið upplagt at tikið til viðgerar, tá bussleiðin skal endurskoðast, greiðir Elin Lindenskov frá. Aktivir borgarar Sum heild spælir vanligi borgarin ein stóran leiklut í umhvørvisvikuni. Í vik­ uni verður skipað fyri rudd­ ingardøgum, bæði fyri handlar, feløg, skúlar, stovnar og einstaklingar. Handl­arnir luttaka eisini á tann hátt, at teir vísa fram vistfrøðiligar vørur og nátúrlig produktir, umframt at fleiri teirra eisini taka ímóti spariperum og battaríum. Grønt skúlatilfar Ymiskt er, hvussu nógv skúlarnir gera burturúr vikuni. Onkrir hava havt evnisviku um umhvørvið, meðan aðrir bara luttaka á ruddingardøgunum. Men til næsta ár hava skúlarnir undirvísingartilfar tøkt, tá umhvørvisvikan byrjar aftur. – Vit hava fingið fatur í nøkrum donskum tilfari, og tað fingið tað tillaga til føroysk viðurskiftir, so komandi ár koma skúlarnar at vera ein størri partur av umhvørvisvikuni, sigur Elin Lindenskov. Ókeypis busskoyring í Havn