hósdagur 18. mai 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 18. mai 2006
7
Landsstýrið hevur
nú gjørt av at
flogvøllurin í Vágum
skal leingjast, men
kanningarnar at vita,
hvar ein framtíðar
flogvøllur skal vera,
halda fram, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
Flogvøllurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Flogvøllurin í Vágum skal
nú leingjast.
Tað tók landsstýrið avgerð
um á fundi týsdagin.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í vinnumálum,
sigur, at landsstýrið hevur tikið
avgerð um, at flogvøllurin
í Vágum skal leingjast 350
metrar, so at hann tilsamans
verður 1600 metrar.
Samstundis skal farstøðin
á flogvøllinum byggjast
munandi út.
Bjarni Djurholm sigur, at
tilsamans er talan um eina
útbygging, sum kostar 360
milliónir.
Avtalu við danskar
myndugleikar
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum sigur, at nú fer
Løgmaður at venda sær til
danska forsætismálaraharran
við ætlanini.
Tað er neyðugt at gera
avtalu við donsku stjørnina
um útbyggingina, tí ætlanin
er at fíggja hana úr ílegg
ingargrunninum.
Íleggingargrunnurin er
danskur og tí er tað bara
Fólkatingið, sum kann
góðkenna, at útbyggingin
verður fíggjað úr honum.
Samstundis fer Bjarni
Djurholm at fyrireika málið
at yvirtaka sjálvan flogvøllin
í Vágum.
– Í tí sambandi fara vit
at venda okkum til danska
Transport og Energiminister
iet við ynski um at yvirtaka
flogvøllin.
Sjálvur væntar hann, at
yvirtøkan kann fremjast
longu í heyst.
Flogvøllurin er danskt
málsøkið og danir hava gjørt
púra greitt í fleiri ár, at teir
byggja hann ikki út, so tað
mugu vit gera sjálvi.
Tá ið flogvøllurin er yvir
tikin, er klárt at projekterað
leinginingina og útbygg
ingina.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann sær fyri sær, at spakin
kann setast í næsta ár og so
at útbygging kann vera liðug
í 2009.
Kanningarnar
halda fram
Men fyri tað um flogvøll
urin í Vágum verður
longdur,
merkir
tað
ikki, at tað er avgjørt, at
framtíðarflogvøllur Føroya
skal vera í Vágum.
– Landsstýrið er samt um,
at tað er neyðugt at byggja
flogvøllin út beinanvegin, tí
hann nøktar ikki tann alsamt
veksandi tørvin.
– Flogvøllurin í Vágum er
ikki tíðarhóskandi og hann er
við at vera ein fløskuhálsur í
okkara ferðasambandi úteftir
og tað kann eitt framkomið
samfelag ikki liva við, sigur
Bjarni Djurholm.
Men samstundis, sum
flogvøllurin
í Vágum
skal byggjast út, er lands
stýrið eisini samt um
at kanningarnar eiga at
halda fram at vita, hvar
í Føroyum tað er best
at leggja ein rættiligan
framtíðarflogvøll.
Bjarni Djurholm ásannar
kortini, at tað tekur mong ár
frá tí at kanningar eru settar í
verk, til hann er gjørdur.
– Tí er neyðugt at byggja
flogvøllin í Vágum út bein
anvegin, so at vit ikki verða
afturútsigld, leggur hann
afturat.
Landsstýrið hevur ikki
lagt seg á nakað ávíst pláss,
har ein framtíðarflogvøllur
skal verða.
Men tey, sum gera kann
ingarnar, hava serliga trý
plásss í huganum, sum verða
hildin at verða vælegnað at
gera flogvøll á.
Tað er í Søltuvík í
Sandoy, á Glyvursnesi og á
Skorðhædd í Eysturoy.
– Tað er hvørki
rætt ella rímiligt, at
politikarar geva sær
sjálvum nógv betri
sømdir enn teir geva
nøkrum øðrum í
samfelagnum, sigur
Kári P. Højgaard
Landsstýrismenn
og eftirlønir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað líkist ongum, at pol
itikarar geva sær sjálvum
nógv betri sømdir enn teir
geva nøkrum øðrum í sam
felagnum.
Tað heldur Kári P. Høj
gaard, løgtingsmaður í Sjálv
stýrisflokkinum.
Hann heldur, at tað er synd
at siga, at landsstýrismenn
høvdu ringar sømdir áðrenn
eftirlønin nú varð hækkað,
men nú hava teir so fingið
uppaftur betri sømdir.
– Ein landsstýrismaður fær
nú fulla eftirløn eftir átta ár í
Tinganesi. Ein Løgtingsmaður
fær fulla eftirløn eftir at hava
verið 16 ár í Løgtinginum.
Men ein tænastumaður skal
hava arbeitt í 37 ár, áðrenn
hann fær fulla eftirløn.
– Tí kunnu vit ikki siga,
at politikarar hava verið illa
fyri.
Men tað, sum Kári P. Høj
gaard heldur vera allarmest
galið, er tað sum hendir
við viðhvørt, tá ið ein løg
tingsmaður verður valdur til
landsstýrismann.
– Fer landsstýrismaðurin
so frá mitt í valskeiðnum
og tekur tingsessin aftur,
fær hann framvegis fulla
løn sum landsstýrismaður í
upp til eitt hálvt ár, alt eftir,
hvussu leingi hann hevur sitið
í landsstýrinum.
– Hann fær fyrst fulla
løn sum løgtingmaður, men
hann fær eisini fulla løn sum
landsstýrismaður í upp til
eitt hálvt ár, alt eftir, hvussu
leingi hann hevur sitið í
Tinganesi.
Og tá ger tað ongan mun,
um
landsstýrismaðurin
sjálvur sigur seg úr starvi
ella um hann verður sagdur
úr starvi.
Kári P. Højgaard sigur, at
tað eru fleiri dømi um hetta
hesi seinastu árini.
Hann hevur onki ímóti, at
landsstýrismenn fáa bíðiløn
í eitt hálvt ár, fara teir úr
landstýrinum uttan at hava
annað arbeiði at fara til.
– Men tað er heilt burturvið,
at ein landsstýrismaður, skal
fáa løn sum landsstýrismaður
í eitt hálvt ár, hóast hann fer
beint aftur í Løgtingið.
Tí heldur hann, at fyrsta
kravið eigur at vera, at hesin
fyrimunurin verður tikin frá
politikarum.
– Fær landsstýrisfólk frá
og aftur í Løgtingið, eigur
tað bara at fáa ta høgru
lønina í eitt hálvt ár, men at
fáa tvær fullar lønir, er heilt
burturvið og hetta er tað
mest órættvísa av øllum.
Ikki fyrstu ferð
Kári P. Højgaard vísir á, at nú
løgtingið samtykti eftirlønina
hjá landsstýrismonnum, er tað
ikki fyrstu ferð, at lóggivið
verður við afturvirkandi kraft
í sambandi við lønir og eftir
lønir.
– Men hesuferð var tað
til stóran fyrimun fyri polit
ikararnar. Tá ið Løgtingið
gjørdu tað seinast fyri nøkrum
árum síðani, var tað til stóran
vansa fyri tænastumenn, tí
tá varð samtykt, at allir tæn
astumenn so líðandi skuldi
missa pensjónina av viðbót
unum og í 2011 er eftirlønin
av viðbótunum heilt burtur
dotnar.
Tað merkir, at tænastumenn
missa eini 2.000-3.000 í eftir
løn um mánaðin.
Hetta er eisini galdandi
fyri tænastumenn, sum longu
eru í starvi og sostatt eru
treytirnar hjá teimum gjørdar
verri mitt í arbeiðslívinum.
Allir tænastumenn, ið fara
úr starvi fyri 2007, varðveita
øll síni rættindi. Men teir,
sum fara frá aftaná, missa
síni rættindi.
Kári P. Højgaard tekur hetta
sum eitt dømi um, hvussu
ójavnt politikarar viðgera
einstakar samfelagsbólkar.
Munurin er bara, at politikarar
geva sær sjálvum ein stóran
fyrimun, men taka rættindi frá
tænastumonnum.
Hann sigur, at hetta er ein
spurningur, sum hann fer at
taka upp á politiskum stigi
eftir Ólavsøku.
Annars heldur Kári P.
Højgaard ikki, at tað er nøk
ur loysn at seta eina serliga
nevnd at gera eina skipan fyri,
hvussu lønir og eftirlønir hjá
politikarum skulu vera.
– Samstundis hoyra vit, at
summi embætisfólk hava betri
løn enn landsstýrismenn. Ivi
er eisini reistur um, hvussu
rættvíst tað er, tí tað eru
landsstýrismenninir, sum
hava evstu ábyrgdina
– At seta eina nevnd kann
tí bara føra til eitt og tað er,
at politikaralønirnar fara enn
longur upp, tí tað er heilt
óhugsandi, at nevndin fer
at mæla til, at rættindini hjá
nøkrum embætisfólki verða
skerd.
Annars vísir Kári P. Høj
gaard á, at samgongan legði
uppskotið um at hækka
eftirlønirnar hjá landsstýris
monnum fyri Løgtingið, uttan
at allir flokkar vórðu spurdir.
– Hetta var eitt mál, sum
varð lagt fyri Løgtingið so
seint, at møguleikarnir at
geva tí eina góða viðgerð
vóru ikki til staðar.
Tí spurdi hann, um ta
veruliga var so átrokandi at
skunda tað ígjøgnum, áðrenn
Løgtingið fór í summarfrí
Skil á eftirlønina
Annars heldur sjálvstýris
maðurin, at samgongan
eigur nú at brúka kreftirnar
upp á at fáa eftirlønirnar hjá
verkafólki í rættlag.
Samgongan hevur boð
að frá eini nýggjari eftir
lønarskipan, sum byggir á
tríggjar súlur, eina almenna
fólkapensjón, privatar eftir
lønartryggingar og sam
haldsfasta.
Hinvegin heldur Kári P.
Højgaard ikki, at tað er nakað
at reypa sær av hjá samgonguni
at samhaldsfasti skal styrkjast,
tí hann betala partarnir á
arbeiðsmarknaðinum sjálvir,
allan sum hann er.
– Tað er onki hjá sam
gonguni at marknaðarføra
seg við. Tann veruligi viljin
hjá politikarum at tryggja
pensjónina, sæst í, hvussu
nógv teir eru sinnaðir at
hækka tað almennu fólka
pensjónina, sigur Kári P.
Højgaard.
– Tað hongur ikki saman,
at krevja at løntakarar
bæði skulu betala meiri til
samhaldsfasta og meiri til
privatar eftirlønartryggingar,
tí tað fer alt av lønini, sum
í nógvum førum ikki er so
høg, at ráðini eru til tað stóru
uppsparingina.
Tí heldur hann, at tey,
sum onga aðra inntøku hava,
skulu hava eina virðiliga,
almenna fólkapensjón.
Og hann heldur, at tað
er neyðugt at hækka pen
sjónirnar, tí tær strekkja
yvirhøvur ikki til, serliga nú
vegskatturin er tvífaldaður og
oljuavgjaldið er við at tyngja
hvørt húsarhald í knæ.
Politikarar fáa dupulta løn í eitt hálvt ár
Avgerðin tikin:
Flogvøllurin í Vágum
leingjast 350 metrar
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fer nú at venda sær til donsku stjórnina við ynski um at yvirtaka
flogvøllin í Vágum. Tá ið tað er avgreitt, verður beinanvegin farið undir at byggja hann út
– At samgongan lovar at hækka
útgjaldið úr samhaldsfasta,
er onki at marknaðarføra seg
við, tí hann betala partarnir
á arbeiðsmarknaðinum
sjálvur. Veruligi viljin hjá
samgonguni at bøta um korini
hjá pensjónistum fer at síggjast
í, hvussu nógv samgongan
er sinnað at hækka sjálva
fólkapensjónina, sigur Kári P.
Højgaard, løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin