Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 18. mai 2006 39 + www.bio.fo • Telefon 31 19 56 WWW.UIP.DK DISTRIBUERET AF UIP MED DANSK TALE www.uip.dk Scary Movie 4 Mikudag 17.05 kl.20.00 Hósdag 18.05 kl.20.00 Fríggjadag 19.05 kl.21.00 Leygardag 20.05 kl.21.00 Sunnudag 21.05 kl.20.00 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Mission Impossible 3 Mikudag 17.05 kl.22.00 Hósdag 18.05 kl.22.00 Fríggjadag 19.05 kl.23.00 Leygardag 20.05 kl.23.00 Sunnudag 21.05 kl.22.00 Ice Age 2 Mikudag 17.05 kl.18.00 Hósdag 18.05 kl.18.00 Fríggjadag 19.05 kl.19.00 Leygardag 20.05 kl.19.00 Sunnudag 21.05 kl.18.00 HEIMSFRUMSÝNING KOMANDI FILMAR: UNDANFRUMSÝNING Asterix & Vikingerne Leygardag 27.05 Umbygging 15.05 - 25.05 Vegna umbygging er bert høli 2 opið. Billetsølan er opin 1/2 tíma undan hvørjari sýning. X-Men - The Last Stand Fríggjadag 26.05 Ummæli Kim Simonsen Enn einaferð so skulu vit síggja ein av hesum Mission: Impossible filmunum. Hetta er so 3´arin, og vit verða sjálvandi plágaði við IV, V og VI seinni í lívinum. MI (Mission: Impossible) eru sum 99% av mainstream undirhaldi innan actiongenruna, ein total standardvøra, ein meturvøra í einum dýrum, glitrandi og heiladeyðum flottum pakka, við stjørnum sum Tom Cruise og Philip Seymour Hoffman. Líkamikið, hvussu vit venda og snara hesum filmsslaginum, so er slagið ein stór klisje, eitt stórt buldur og brak og ein tunnslitin søga. Ein av teim elstu pionerunum innan filmlistina D.W. Griffith (f. 1875), segði, at alt tú skuldi hava fyri at gera ein film var eina dama og ein revolvari. Hetta tók Jean- Luc Godard til sín, og gjørdi ymiskar løgnar filmar, ið punkteraðu actionfilmin og aðrar filmar. Her er einki broytt, um vit so hyggja eftir Charles Bronson, Jackie Chan, Clint Eastwood, Mel Gibson, Arnold Schwarzenegger, Steven Segal, Jean Claude Van Damme, Bruce Willis, Pierce Brosnan ella Tom Cruise. Action Tað hendir einki innan hesa filmgenruna haldi eg. Bert gerast hesi special effects flottari. Seinastu árini hava hesir actionleikstjórar roynt at givið genruni eitt veta av humor, so sum í 1980inum og í 1990inum við Arnold Schwarzenegger og Bruce Willis, meðan Pierce Brosnan í James Bond tóktist bara meiri og meiri idiotiskur. Filmar sum Die Hard hava gjørt actionfilmin meiri skemtingarsaman og undirhaldandi, meðan kitsjfaktorurin er í topp hjá Steven Segal og Jean Claude Van Damme, ið er fyri fólk sum ikki duga at skriva sítt egna navn. Actionfilmurin hevur stolið frá kung fu filminum, westernfilminum og filmsøguni sum heild, men enn er úrslitið óvanliga smalt, snævurt og enn eru søgurnar so pappírtunnar og klisjekenar. Tað er langt millum eina ordeliga kanon inna actionfilmin. Millum filmar sum Die Hard, Cobra, Con Air, James Bond, Rambo, Lehal Weapon, Speed, The Terminator er ringt at siga, hvat er ringast ella best. Tom Cruise Ethan Hunt (Tom Cruise) er maðurin, ið ein skal venda sær til, um okkurt er áfatt. Ein serliga farlig missión skal gerðast, ella um ein loynilig missión skal fremjast. Hesin Hunt, dugir alt og megnar alt, hann er ein ironman, ein drepandi deyðsmaskina og einki netverk í heiminum, eingin fyritøka ella stjórn kann kenna seg trygga, tí hesin Hunt er til. Longu her haldi eg, at MI er alt ov líkir James Bond filmunum. Hunt hevur sum Bond, eina rúgvu av hjálparfólkum, ið megna tær mest ekstremu uppgávurnar. Hesin Hunt er eitt slag av bossi nú fyri hinar. Hann er farin at læra hinar agentarnar til The Impossible Mission Force. Søtsuppuromantikkur Tað sum eg hati mest við James Bond og hesum Hunt, sum Tom Cruise manninum, er at hesir filmar bert eru ein yvirdrivin uppvísing av nørdasligum tøkni og alt snýr seg um tamarhald, og so verða kvinnur altíð í hesi genruni eitt slag av objektum, ið eru eini 20 ár yngri enn hetjan og síggja hamrandi gott út, men eru ofta antin vandamiklar ella minni mentar. Actionfilmurin er altíð um at hava tamarhald á øllum, bad guys, kvinnuni og vápnum. Actionfilmurin er ein hin mest tápulig og urmytiski filmurin sum er, hann er ein lang framvísing av totalum tápuligum machoetikki. Hesin Ethan Hunt skal gifta seg við damuni Julia Meade. Men alt gongur ikki sum ætlað. Hendan Impossible Mission III endar sum ein jagstaran í Rom, Berlin og í Shanghai. Boring starboy Sjálvt um Tom Cruises er ein stjørna, so er eingin áhugi frá hesum ummælarinum, at skriva nakað serliga gott heim um hendan filmin. Hetta er enn einaferð sum D.W.Griffith tók til, at ”All you need to make a film is a girl and a gun”, actionfilmurin livir í einari bløru av eini klisje, har leikstjórar halda, at special effects er tað sama sum góðska. Um fólk vilja hava ein nokso væl samanskrúðaðan actionfilm, so er Mission: Impossimble III sakin, øll hini skulu gloyma hann. Mission: Impossible III Ethan Hunt – Tom Cruise Owen Davian – Philip Seymour Hoffman Luther – Ving Rhames Musgrave – Billy Crudup Julia – Michelle Monaghan DeclanJonathan – Rhys Meyers Lindsey – Keri Russell Zhen – Maggie Q John Brassel – Laurence Fishburne Leikstjórn J. J. Abrams. USA 2006. Sýndur í Havnar Bio. Aldursmark 12 ár. 127 Minuttir. O O O O O O Mission: Impossible III. Agent whatever III ”All you need to make a film is a girl and a gun” D.W.Griffith Michelle Monaghan sum Julie í Mission: Impossible 3