Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 3 Monrad & Rislund fara at framføra teirra show, sum kallast “Den rene jammer”, í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan 19.30. Monrad & Rislund eru sera kendir í Danmark. Framførslurnar hjá teimum hava orð fyri at vera sera stuttligar og viðkomandi SKEMT Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Jan Monrad og Søren Rislund eru tveir sera kendir skemtarar úr Danmark. Teir hava givið fleiri fløgur út og hava upptraðkað síðani 1970. Leygarkvøldið klokkan 19.30 fara teir at framføra í Norðurlandahúsinum. Tað er næstan útselt, og teir ætla ikki at hava nakra eykasýning, so atgongumerkið má fáast til vega beinanvegin, um onkur ætlar sær at síggja teir. Monrad & Rislund hava verið í Føroyum fyrr. Í 1986 vóru teir og luttóku í Tórshavnar blues- og jazzfestival. Tað er nógv broytt í Føroyum síðani tá. – Eg skilji ikki, at tit eru á hesum vindblástu oyggjum enn, tá ið tit nú hava tvey flogfeløg, sum kunnu hjálpa tykkum at rýma herfrá, sigur Jan skemtandi. – Nei, tit hava eitt deiligt land. Vit fara at steðga her í fimm dagar, har ið vit og konurnar hjá okkum fara at síggja tykkara vøkru náttúru. Muhammed-kreppan Framførslan verður bygd á sang og skemt. Øyvind Ougaard, harmoniku- snillingur, kemur at spæla undir. Fyrsta partin av framførsluni fara Jan og Søren at improvisera. Teir fara at gera gjøldur við býarslatrinum og ymiskum, sum er viðkomandi í lokaløkinum. Til at hjálpa sær hava teir fingið ein havnamann, sum skal dagføra teir um alt, sum gongur fyri seg í økinum. Eitt annað evnið, sum teir fara at koma inn á, er Muhammed-kreppan, sum hevur skakað alt Danmark. Teir fara við ironi og speisemi at nema við viðbrekin evni og soleiðis at royna mørkini hjá áskoðaranum. - Skemt er mátin vit samskifta um tabu-evni, sigur Søren. Talu- og skrivifrælsi er nakað, sum teir hava greiðar meiningar um. - Vit skulu hava talu- og skrivifrælsi við ábyrgd, siga teir báðir – Tað er ikki meiningin, at ein skal misnýta talufrælsi til at gera seg persónliga inn á onnur. Men við at skemta um tabuevni uttan at gerast persónligir kunnu vit flyta nøkur mørk hjá fjøldini. Meira kann lesast um Monrad & Rislund á heimasíðuni hjá teimum www.m-r.dk. Býráðið í Havn skipar fyri nógvum tiltøkum í samband við umhvørvisvikuna. Í gjár var eitt barnatiltak á gongugøtuni, har ið Meyla og Knøttur undirhildu á “Speakers corner” UMHVØRVISVIKAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Heilt fitt av fólki var savnað saman á gongugøtuni í Havn at hyggja eftir “showinum” hjá Meylu og Knøtti. Tað var heldur ráligt í veðrinum, men tað helt ikki fólki aftur. Ymiskir básar vóru í økinum, har ið møguleiki var at keypa vistfrøðiligar matvørur. Børnini sótu fremst og livdu seg inn í sjónleikin hjá Meylu og Knøtti. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður varð tikin upp at hjálpa teimum. Henda partin av framførsluni hildu fólk vera serliga stuttligan. Jacob skuldi kappast við tvey børn í einari spurnarkapping, men hóast ein skuldi væntað, at Jacob fór at vita nógv betri, so vunnu børnini so syngjandi. Børnini svaraðu øllum spurningunum rætt, meðan Jacob Vestergaard ikki fekk ein rættan. Men tað skal eisini sigast, at Jacob Vestergaard fekk eitt sindur torførari spurningar. Til dømis: “Hvussu nógvar hestakreftir hava býbussarnir?” og “Hvussu nógv trø eru í viðalundini?”. Eftir hetta skuldi Jacob uppá “Speakers corner” at halda eina røðu uppá 30 sekund. Hann skuldi ímynda sær, at hann var eitt ruskílæt og tosa útfrá tí. Hesum kom Jacob heilt væl frá. Eftir at Meyla og Knøttur høvdu sungið umhvørvissangin, var framførslan liðug. Fleiri tiltøk verða á gongugøtuni í vikuskiftinum í samband við umhvørvisvikuna. Meira kann síggjast á www.torshavn.fo. Seinnapartin í gjár varð nýggja standmyndin, »Nýføðingurin«, hjá Hans Paula Olsen avdúkað í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Standmyndin myndar, sum heitið eisini sigur, ein nýføðing, sum liggur í síni song heima í kamarinum. Standmynd Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Mitt í forhøllini á Lands- sjúkrahúsinum stendur nú ein nýggj og prýðilig standmynd av einum nýføðingi, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur tilevnað úr marmori og bronsu. Standmyndin verður nevnd »Nýføðingurin« og vigar heili 2,5 tons. »Nýføðingurin« myndar ein nýliga fødda drong, ið liggur einsamallur í síni song. Sólin sær inn gjøgnum eitt sprossavindeygað, og drongurin liggur so deiliga væl í einum skugga: – »Nýføðingurin« myndar sonin hjá mær, sum í dag er tíggju ára gamal. Tá hann var nýføðingur, tilevnaði eg eitt skap av honum úr leiri. Hann varð føddur seks vikur ov tíðliga við keisaraskurði. Og tá hann so var seks vikur gamal og veruliga átti at verið føddur, var eg liðugur við at tilevnað hann úr leiri. Men í ár havi eg eftirgjørt standmyndina úr leiri til eina standmynd úr bronsu og marmori, sum í dag stendur á Landssjúkrahúsinum, sigur Hans Pauli Olsen brosandi. Nýggja standmyndin á Landssjúkrahúsinum stendur mitt á gólvinum í forhøllini, og tað ber til bæði at sita á henni og nerta við hana: – Vit hava øll eitt serligt feitt á hondum okkara, og standmyndin verður so óføra vøkur og blonk, tá vit nerta við hana, sigur Hans Pauli víðari. Tvær aðrar ávegis Hóast Hans Pauli Olsen hevur avdúkað heili tvær standmyndir hesa vikuna – nýggju standmyndin uttan fyri svimjihøllina í Gundadali »Svimjigentan« og so nú »Nýføðingurin« - fer hann ikki at taka sær av løttum næstu tíðina: – Í løtuni eri eg í gongd við at gera tvær aðrar standmyndir. Eina til Holstebro, men somuleiðis eina av Sigmundi Brestisyni, ið fer at standa uttan fyri Vesturkirkjuna og verður avdúkað í juni í ár. »Nýføðingurin« vigar 2,5 tons Nýggja standmyndin á Landssjúkrahúsinum stendur mitt á gólvinum í forhøllini, og tað ber til bæði at sita á henni og nerta við hana. »Den rene jammer« í Norðurlandahúsinum Søren Rislund, Jan Monrad og Øyvind Ougaard saman við Rasmusi Effersøe Mynd: Jens Kr Vang Barnatiltak í gongugøtuni Njál Hansen, 9 ár Hvussu dámdi tær framførsluna hjá Meylu og Knøtti? Hon var stuttlig. Eg lærdi eisini okkurt. Hvat lærdi tú? At vit skulu fara betri við nátturuni, og at vit ikki skulu kasta burturkast í náttúruni, men altíð koyra tað í ruskílætið. Jákup Vestergaard skuldi halda eina improviseraða røðu um ruskíløt. Mynd: Heini Kristiansen