Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 5 Hetta høvdu vit roknað við Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at góða metingin av búskapargongdini, sum so ikki er nakað nýtt fyri teir: – Vit hava síðani august í fjør merkt, at tað hevur gingið uppeftir og serliga fyrra kvartal í ár hevur verið gott, so tað er næstan tað vit hava roknað við, sigur fíggjarmálaráðharrin í stuttari viðmerking til Sosialin. Soleiðis ljóðar dámliga yvirskriftin í búskaparmeting Landsbankans. Og sigast kann ikki annað enn, at metingin frá Landsbanka Føroya er hugaligur lesnaður BÚSKAPARMETING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Høvuðsorsøkin til góðu b ú s k a p a r g o n g d i n a kemst fyrst og fremst av broyttu fortreytunum fyri tilfeingisvinnurnar, har tað serliga er økti fiskaprísurin, sum er viðvirkandi til jaliga rákið. Nominelli vøksturin í 2006 fer sambært búskaparmetingini at liggja um seks prosent. Hetta treytað av, at vit kunnu rokna við vanligum prísvøkstri á tvey prosent. Upplyftandi faktorarnir Undanfarnu árini hava tað í høvuðsheitum verið vinnur, ið eru tengdar at framleiðslu til heimamarknaðin, sum saman við tí almenna hava togað búskapartølini upp eftir. Alivinnan, harafturímóti, var beinleiðis tyngjandi fyri bruttotjóðarúrtøkuna. Hetta sær nú út til at broytast, og mett verður at tilfeingisvinnurnar og fiskavirking fara at koma fyri seg. Á heysti í fjør fingu vit økta kapping húsarhalds- og vinnumarknaðinum, og hetta hevur positiva ávirkan á búskaparmetingina, tí ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at sethúsabyggingin og vinnuligu íløgurnar vaksa. Tað sama kann sigast um almennu íløgurnar. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at hjá tí almenna verður talan ein samlaðan vøkstur, hóast vøksturin í lønarútgjaldingum er minni enn undanfarnu árini. Dýra oljan og aðrir hinkusteinar Hóast búskaparmetingin sær bjørt út, so eru tað ávísir faktorar, sum spæla inn og gera sítt til, at samlaða metingin ikki er betri enn tað sama. Har verður fyrst og fremst hugsað um serstakliga høga oljuprísin. Vinnan merkir høga oljuprísin sera væl, serliga fiskiveiðan og flutningsvinnan, meðan vanliga húsarhaldið eisini er merkt av honum. So hart raka høgu oljuprísirnir, at fleiri reiðarar hava verið frammi og sagt, at teir møguliga vera noyddir at leggja skip, um oljan framhaldandi dýrkar og fiskaprísirnir fara at fella. Og okkurt er, sum bendir á, at oljuprísirnir ikki dala beinanvegin. Sambært metingini hjá Landsbankanum, so eru prísirnir helst hægri enn vit kunnu rokna við, at teir vera í longdini, men at teir helst fara at hækka nakað aftrat, áðrenn vend kemur í. Aðrir hinkusteinar, sum gera sítt til, at góða búskapargongdin ikki er betri enn tað sama. Eitt av sjónarmiðunum, sum hava verið førd fram, er, at tað ikki er frí kapping millum byggivirki úr ymsu landspørtunum ella kommununum. Og í byggivinnuni hevur eftirspurningurin verið sera stórur seinastu tíðina. Hetta ger, at framleiðsluprísurin fer upp, men tað er ikki bara gott. Tí fiskavirking, sum hevur verið merkt av lítlum kappingarføri mótvegis arbeiðsmegi og ráfiski, hevur ikki henda møguleika, og ein hækkandi føroysk kostnaðarlega er tí hóttandi fyri hesa vinnuna. Eitt annað, sum eisini rakar fiskivirkinging á landi hart, er, at fiski- og alivinnan ikki rinda tilfeingisgjald, og at sjómenn og føroyskir handverkarar, sum arbeiða í til dømis Danmark ella Noreg, rinda minni skatt enn onnur. Hetta tí, at aðrar vinnur av tí sama eru minni førar fyri at kappast um arbeiðsmegina og um kapitalin. Aftrat øllum hesum kemur so listin við teimum vaksandi uppgávunum við longri livialdri og vaksandi tali av gomlum, sum tað almenna skal taka sær av. Framgongd hóast landskallahall Samumtikið vísir búskapar- metingin fyri 2006 ein vøkstur upp á seks prosent, hetta hóast, at landskassin hevur hall. Í hesum sambandi segði landsbankastjórin, Sigurð Poulsen, í Útvarpinum mikukvøldið, at tað ikki kann metast at vera serliga gott at hava hall í landskassanum, tá tíðirnar eru so góðar sum í løtuni. Karsten Hansen, framsøgumaður hjá Tjóðveldisflokkinum og fyrrverandi fíggjar- málaráðharri heldur, at sjálv metingin sær rættiliga neyv út, men hann er ikki nøgdur við ávís ting, sum framganga í metingini. – Metingin vísir greitt, at nettoskuldin er vaksin munandi, og tað er als ikki gott, heldur Karsten Hansen. – Vit selja almennar ognir og koyra tær í ein búskapargrunn og ella brúka vinningin at niðurgjalda skuld við, men samstundis fara vit út og læna pengar, og tá er tað talan um útreiðslur, staðfestir framsøgumaður Tjóðveldisflokksins. Landsbankastjórin, Sig- urð Poulsen, hevur víst á, at tað ikki er heppið at hava landskassahall í so góðum tíðum sum hesum, og hetta er nakað, sum Karsten Hansen er púra samdur við honum í. – Nú síggja vit, at fleiri og fleiri útreiðslur vera álagdar kommunum, og tað halda eisini tann rætta vegurin at fara. Men vit kunnu ikki samstundis binda fyri eyguni, tí tað er ein sannroynd at útreiðslurnar framvegis eru har, sigur Karsten Hansen, sum heldur, at tað fyrsta vit mugu gera er, at steðga vaksandi almennu útreiðslunum, og síðani kunnu vit fara at tosa um at økja um inntøkurnar. – Tá vit sótu í samgongu høvdu vit eitt yvirorðnað mál, sum segði, at vit skuldu fáa ein sjálvberandi búskap. Henda samgongan tykist ikki at hava nakað yvirorðnað mál, og alt druknar í visiónstosinum, er síðsta viðmerkingin frá Karsten Hansen. Frá 1998 og til 2003 eru grafurin bygdur á uppgerð frá Hagstovu Føroya, meðan hann frá 2003 og út er bygdur á eina miðal ímynd, har tað eisini er tikið hædd fyri ringum og góðum førum ÚTLIT Miðal ímyndin gevur ein vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni uppá 6,4% í leypandi prísum, og stavar vøksturin millum annað frá: n at alivinnan ikki longur dregur niður í BTÚ, sum hon hevur gjørt trý tey síðstu árini n at fiskaprísirnir eru øktir og geva inntøkuvøkstur í fiskiveiðuni, hóast høgar og vaksandi prísir n øktu kappingini um fígging til vinnu og húsarhald n støðugt vaksandi eftirspurninginum til privata nýstlu n at sethúsabygging og vinnuligar íløgur er vaksandi n at almennar rakstrarútreiðslur vaksa støðugt n at almennar íløgur er vaksandi Stígurin í búskpapinum vendur til framgongd Ikki alt sær eins gott út