Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mai 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 96 - 19.-21. mai 2006 Hjá Tofta Kvinnufelag eru tey farin í holt við eina kanning, sum hevur til endamáls at nøkta tørv­in hjá ungdóminum í komm­ ununi. Heldur enn bara at grenja um, at einki er til ungdómin, valdi kvinnufelagið at gera eitt spurnarblað, sum næm­ ingarnir í 7., 8., 9., og 10. flokki hava svarað. Niðurstøðan av kann­in­g­ ini er, at tað er tørvur á einum stað har tey kunnu koma saman, til dømis ein­ um ungdómshúsi. Eisini hó­ ast nógv av teimum ungu nýta stóran part av frítíðini til ítróttarvirksemi. Kanningin bleiv einans gjørd hjá eldru flokkunum, men staðfest verður tó eisini, at longu í triðja flokki er tal­ an um ein trupulleika, tí tá er einki tilboð til børnini eftir skúlatíð. Hóskvøldið verður skipað fyri fundi, har støðan hjá yngra ættarliðnum verður lýst. Eins og ljós verður varpað á vandan, sum kann standast av, um einki innihaldsríkt frítíðarítriv er at taka til. Umframt umboð frá kvinn­ u­fel­agnum, verða umboð frá Marg­ar­in­fa­b­r­ikkini í Havn, Bláa krossi, narko- deildini hjá løgregluni og ein heils­usystur eisini á fundinum. -mørk Fyri stuttum hevði Djór­a­ vernd­arfelagið aðalfund, har nýggj nevnd skuldi velj­ast í felagið. Nýggja nevn­din hevur skipað seg við Dianu Mouritsen sum formanni, Ann Didriksen er næstformaður, Jonna Just­in­ us­sen er kassameistari, Sól­ ey Haraldsen er skrivari og Vár Lamhauge er PR-fólk. Eisini eru Ránnvá Johansen og Alice Simonsen við í nevnd­ini. Djóraverndarfelagið hevur eina fartelefon, nr. 504533, sum nevndarlimirnir skiftast um at hava hjá sær. Adressan hjá felagnum er postsmoga 1365, 110 Torshavn, eis­ ini hevur felagið eina teldupostadressu, djor­a­ vernd@kallnet.fo. -mørk Sunnudagin 11. juni hev­ur heimskendi klav­er­snill­ing­ur­in, vinn­u­lívsmaðurin, hitt­smið­urin og kvinn­udárarin Bent Fabricius Bjerre konsert í Norð­ur­land­ a­húsinum konsert Tíðindaskriv Hvør kennir ikki eyð­kenn­is­ løg­ini frá “Matador”, “Al­l­ ey Cat”, “Olsen Banden”, “For­­elsket i København” og mong mong onnur? Og hvør kennir ikki mannin handan klaverið – tann altíð unga Bent Farbricius- Bjerre, ella Bent Fabric, sum hann eisini rópar seg. Ungur í sinni. Hó­ast Bent Fabric hevur 81 ár á baki, stendur hann ong­antíð í stað. Hann leitar á­haldandi eftir nýggjum av­bjóðingum og megnar at endurnýggja seg sjálvan ferð eftir ferð. Unga unn­ust­ an,  38 ára gamla Camilla Arndt, er eitt livandi prógv um, at heldur ikki á tí økinum stendur á hjá hon­ um at royna nýggjar leiðir. Vilja geva ung­ dóminum nakað Bent Fabricius Bjerre til Føroya Nýggj djóraverndarnevnd Zacharias Heinesen 70 ár Í dag, 19. mai, fyllir Zacharias Hei­nesen listamaður í Havn 70 ár. Zacharias er sonur navn­frama rithøvundin og listamannin William Hein­ e­sen. Zacharias er upp­run­a­liga útbúgvin sum møbil­snikk­ ari, men hansara listarligu gávur gjørdu, at hann longu í 50-unum byrjaði við síni málningalist og fór á Myndlista- og hand­íðaskóla Íslands og seinni á Kunstakademiet í Keypmannahavn. Í 1965 kom hann heim aftur til Føroyar, og hevur hann síðan arbeitt sum list­ a­maður burturav. Hann hevur havt nógvar fram­sýningar bæði í Før­oy­ um og uttanlands. Umframt málningalistina arbeiðir Zacharias eisini við grafikki. Hann hevur gjørt bókamyndir, permur, plakatir, plátuumsløg v.m. Hann hevur t.d. teknað allar teir nýggjastu føroysku peng­a­seðlarnar, og fyri kort­um fekk føroyski tús­ und­krón­useðilin virðisløn sum heimsins vakrasti peng­ a­seðil í 2005. Í samband við føð­ing­ar­ dagin er ein framsýning í Å­huset í Brogade í Køge við olju- og vatnlitsmyndum hjá Zac­h­ariasi. Framsýningin er opin fram til 11. juni, opið er hósdag-sunnudag frá kl. 11-17.