fríggjadagur 19. mai 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 19.-21. mai 2006
43
VinnumálaráÐiÐ
lýsing
Í sambandi við at Føroya landsstýri fer
undir at einskilja fyritøku landsins, vil
Vinnumálaráðið hervið kunngera
umbøn um tilboð uppá ráðgeving í sambandi
við sølu av almennum partabrøvum hjá
P/F atlantic airways
P/F atlantic airways
Vinnumálaráðið er farið undir fyrireikingar at selja
33% av partabrøvunum í P/F Atlantic Airways.
Vinnumálaráðið leitar sær nú ráðgeving í sam
bandi við komandi søluna av partabrøvunum og
uppgávuna at skráseta felagið á føroyska virðis
brævamarknaðinum (ICEX). Lýst verður í føroyskum
og útlendskum bløðum. Lýsing av ætlanini og listi
yvir treytir/krøv frá Vinnumálaráðnum í sambandi
við tílíka ráðgeving fyriliggur og verður sent til
partar, ið ynskja at lata inn tilboð. Áheitan um hetta
skal vera Vinnumálaráðnum í hendi innan 30. mai
kl. 16.00.
umbøn um tilboð uppá ráðgeving í sambandi
við sølu av almennum partabrøvum hjá
P/F Føroya lívstrygging
P/F Føroya lívstrygging
Vinnumálaráðið er farið undir fyrireikingar at selja
50% av partabrøvunum í P/F Føroya Lívstrygging.
Vinnumálaráðið leitar sær nú ráðgeving í sambandi
við komandi søluna av 50% av partabrøvunum til
ein ella fleiri íleggjarar. Tilboð ynskjast frá føroyskum
og útlendskum ráðgevum. Lýsing av ætlanini og
listi vyir treytir/krøv frá Vinnumálaráðnum í sam
bandi við tílíka ráðgeving fyriliggur og verður sent
til partar, ið ynskja at lata inn tilboð. Áheitan um
hetta skal vera Vinnumálaráðnum í hendi innan 30.
mai kl. 16.00.
Samband
Keyparin av ráðgevauppgávunum er Vinnumála
ráðið, ið eisini varðar av almennu fyritøkunum,
ið skulu seljast. Adressan hjá Vinnumálaráðnum
er: Tinganes, Postsmoga 377, FO110 Tórshavn,
Føroyar. Tlf. 356060, Fax 356065, teldupost:
vmr@vmr.fo
T
Ó
R
S
H
A V
N
A
R
K
O
M
M
U
N
A
ÓLAVSØKAN
2006
ÓLAVSØKAN
2006
Øll søla og tiltøk, sum
skulu vera á ólavsøku
ella lýsast í ólavsøku-
skránni í ár, skulu nýta
serligt umsóknarblað.
Umsóknarblaðið fæst í
Snarskivuni og á heima-
síðu kommununar.
Freistin at flýggja inn
umsóknarblaðið er sett
til týsdagin 20. juni 2006
kl. 12.00.
Umsóknir, sum koma
inn aftan á 20. juni 2006
kl. 12.00, verða ikki við-
gjørdar.
www.torshavn.fo
Lærarastarv við
Kaldbaks skúla
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv vegna
avlopstímar frá 1. august 2006. Starvið er um 24
tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður ásett í
september.
Søkt verður eftir lærara, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar
skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• vera við áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving.
Læraralesandi, sum lúka prógv í summar, kunnu
eisini søkja starvið.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv og verður
lønt í lønarflokki 18.1-27.4. sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avrit av prógvum og møguligum
ummælum, skulu vera fyrstalærara Ragnari J.
Magnussen, Hagagøta 3 á Argjum, í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 2. juni kl. 16.00.
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til
Kaldbaks skúla, tlf. 302520 ella 515398.
Kaldbaks skúli
180 Kaldbak
Kaldbaks skúli hevur komandi ár um 30 næmingar. Á skúlanum
starvast 3 lærarar, sum leggja stóran dent á tann fakliga partin í
undirvísingini. Í 2003 våarð skúlin høvuðsumvaldur og bygt varð
afturat verandi skúla. Sera góðar hølisumstøður til næmingar og
lærarar.