mánadagur 1. mai 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 23. mai 2006
7
Mong hildu, at
Skarvanes var
útdeyð. Men ein
havnarmaður vildi
tað øðrvísi
Nýbúgvi
Orð/myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skarvanes: – Poul Jákup?
Nei, góðin. Hann gongur
ikki so laangt sum hann er
laangor!
Ein maður er í ferð við at
umvæla eitt av minnu hús
unum í bygdini, tá umboðið
fyri tíðinda tænastuna kemur
framvið.
Endamálið er at fáa orð á
tann nýggja og einasta fasta
íbúgvan í hesi lítlu fjarskotnu
bygdini á Sandoynni.
Fleiri hús eru at velja
millum – okkurt hvítt, okk
urt reytt og fleiri gul. Við
eitt teirra er ein maður til
arbeiðis, og hagar verður
leitað fyri at fáa at vita, hvar
bústaðurin hjá Poul Jákupi
Thomsen er.
Hann peikar móti einum
hvítum húsum, fyrst í bygd
ini. Fyrst kemur skúlin og
síðani húsini hjá havnar
manninum.
– Tú sært handa skutarin
standa omanfyri húsini. Poul
Jákup brúkar hann at koyra
við, – ja, sjálvt tann stutta
teinin her oman í bygdina!,
sigur hann við einum lítlum
skálkasmíli.
Hann fer aftur til arbeiðið
sítt, og umboðið fyri Sosial
in fer niðan til húsini hjá
fyrrverandi havnarmann
inum. Tey liggja bert eitt
skarvslop higani.
– I’m coming!, ljóðar av
loftinum.
Hann er í ferð við at gera
seg kláran til enn ein dag
við undirvísing, samtalu
og vitjan av blaðmanni.
Her er einki hektiskt yvir
nøkrum. Alt verður gjørt í
sínum tempo. Tíðin stendur
mestsum í stað.
Her valdar friður inni og
friður úti. Og friður í sálini.
Harri miskunna
Tað eru kanska ikki øll sum
vita hvar Skarvanes er, ella
hava verið í hesi lítlu, men
so hugnaligu bygdini.
Skúlaflokkar og fyritøk
ur gera ofta útferðir í Sand
oynna, og hjá fleiri teirra
er ein partur av ferðini at
ganga úr Dali til Skarvanes
ella øvugt. Hetta skal vera
ein sera vakur gongutúrur,
sigst.
Koyrir tú hinvegin eftir
vegnum heiman av Sandi til
eysturbygdirnar á Sandoynni
sært tú vegaskeltið sum vísir
tær á teir 5 km. til Skarva
nesar.
Hetta er einsporaður veg
ur, har ein ikki kann koyra
so skjótt. Hinvegin so fær
tann vitjandi møguleika at
eygleiða vøkru náttúruna
framvið vegnum og alt fugla
lívið, sum finst her.
Tá ein byrjar at nærkast
bygdini ber til at fáa eyga á
ein stóran stein, sum verður
nevndur Kyriusteinar. Í goml
um døgum varð hesin sagdur
at vera halgur.
Tá ein fór úr bygdini hevði
ein her møguleikan at síggja
gamla bønhúsið í bygdini.
Her vendi ein sær á og bar
fram orðini “Kyrie eleison”
(Harri miskunna) og kastaði
ein lítlan stein aftur um rygg,
áðrenn leiðin varð hildin
víðari.
Í dag er bygdarlívið á
Skarvanesi meiri merkt av
at Familjudeildin hjá Heil
brigdið heldur til her.
Skarvanes
– her tíðin stendur í stað
Poul Jákup hevur ikki bil, men
bara henda skutarin sum hann
hevur arvað eftir sonin. Hann
kann brúkast til stuttar túrar
oman í bygdina (!) og tá hann fer
til Havnar
Friðurin á Skarvanesi er til at føla og merkja. Her hevur tú góða tíð og einki stress tykist órógva teg – sjálvt hønurnar njóta gott av hesum