Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 99 - 24. mai 2006 Lærarastørv í Skúlanum á Velbastað – skúlin er í Miðheiminum. Bert 10 min. úr Havn heim til Velbastaðar! Søkt verður eftir einum lærara til tíðaravmarkað starv og einum lærara til avlopstímar skúlaárið 2006/2007. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september. Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving. Læraralesandi, sum lúka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Før­ oya Lærarafelag og Fìggjarmálaráðið í lønarflokkun­ um 18.1­27.4. Umsóknir: Umsóknir við c.m. og avriti av prógvum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. juni kl. 16.00. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Manbjørn Mortensen, skúlaleiðara á tlf. 302505 ella 228607. Skúlin á Velbastað er ein 4 flokkaður skúli við undirvísing í 1.­ 7. árgang. Komandi skúlaár verða 5 lærarar og 49 næmingar í skúlanum. Lærarastørv í Tvøroyrar skúla Hesi størv eru leys at søkja: • 3-4 tíðaravmarkað fulltíðarstørv skúlaárið 2006- 07 vegna lærarar í farloyvi og lækkað tímatal. • 1 tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2006-07 vegna avlopstímar og serligan tørv. Lærarar, ið settir verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfelagarnar fremja frálæru og verða partur av skúlans dagliga arbeiði • duga at samstarva og vera fyrikomandi • vera fúsir til at átaka sær uppgávur, ið annars eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Harafturat skulu lærararnir hava førleika til at átaka sær allar vanligar lærugreinir, og umframt tað hevur skúlin tørv á lærarum, ið skulu átaka sær: • frálæru í týskum • frálæru í ítrótti og svimjing • frálæru í alis- og evnafrøði • flokslærarauppgávu Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sum tíðaravmarkaði sáttmálasett størv. Tímatalið til parttíðarstarvið verður ikki endaliga ásett fyrr enn í september 2006. Tey,ið sett verða,eiga at tola broytingar størvunum viðvíkjandi og koma at starvast við báðar skúlarnar í kommununi:Tvøroyrar skúla og Trongisvágs skúla. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1-27.4 sam- bært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fìggjar- málaráðið. Umsóknir: Umsóknir við c. v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 7. juni 2006 kl. 16.00. Meiri fæst at vita um størvini hjá skúlastjóranum: Martin Eidesgaard Tlf. 371582 FO-800 Tvøroyri Tvøroyrar/Trongisvágs skúli er 10 flokkaður skúli við 2 flokkum í næstan øllum árgangum, og í skúlaárinum 2006/07 eru 27 fulltíðarstørv í skúlanum umframt 1 parttíðarstarv,og har ganga 293 næmingar. Les meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Arbeiðsmaður til umsitingina Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir arbeiðsmanni til umsitingina í Ráðhúsinum. Umsóknarfreist: Mánadagin 5. juni 2006. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært fastlønarsáttmálanum millum Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag. Fyri at flaggað verða 1000 kr. latin í viðbót. Nakað av arbeiði er uttanfyri vanliga arbeiðstíð, sum verður avspáka. Meira fæst at vita við at venda sær til Eivind Danielsen, leiðara á húsaumsitingini ella Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, tlf. 302010. Tórshavnar kommuna Leyst starv FØRARASETRIÐ Jekaragøta 10 • Tórshavn John A. Christiansen koyrilærari tel 21 47 75 Stanley A. Olsen koyrilærari tel 21 10 99 Eystur- oyingar! Teoriskeið til motorsúkklu byrjar í Eysturoynni leygardagin 27. mai kl. 16.00