Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 26. mai 2006 31 Ert tú tann føddi seljarin? So hava vit rætta starvið til tín. iConcept veitir telefoni og breiðband til privat, virkir og stovnar. Telefon-tænastur verða veittar bæði í Føroyum og uttanlanda. Vit bjóða tær eitt avbjóðandi starv sum søluráðgevi, við ábyrgd fyri sølu okkara í Føroyum og uttanlanda. Millum tíni ábyrgdarøki eru: • Søla av vekslaraskipanum • Breiðband • IP telefoni • Samskipan av sølu sum heild Vit vænta at tú: Er dugnalig/ur, hevur góð samstarvsevnir og arbeiðsroyndir at vísa á. Tað er neyðugt at tú kanst arbeiða undir trýsti, yvirhalda freistir og ert ein proaktivur viðleikari í allari marknaðarføringstilgongdini. Neyðugt er, at tú dugur føroyskt og enskt í skrift og talu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving innan handil, men hetta er tó eingin treyt. Vit bjóða tær: Eitt avbjóðandi og spennandi starv, ið gevur tær góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Løn, og setanarviðurskiftir annars, verða í samráð við arbeiðsgevara. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Eyðstein Johannesen, tlf. 60 60 62. Skrivlig umsókn, við upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 05. Juni. Umsóknin skal sendast til: P/F iConcept Bøkjarabrekka 9 Postboks 172 110 Tórshavn ella sum teldupostur til starv@iconcept.fo www.itele.fo