Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 101 - 29. mai 2006 - Tvøroyar Býráð fer at viðgera støð­ una, sigur hann, tí hann heldur, at nið­ ur­støðan er meiri politisk enn hon er faklig Studningslán Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er ein avgerð, sum er politisk og onki annað, Tí er hetta ikki ein avgerð, sum byggir á saklig viðurskifti. Kristin Michelsen, borg­ ar­stjóri á Tvøroyri er sera misnøgdur við avgerðina, sum nú er tikin um, hvør skal fáa lán til at byggja eldrabýli fyri. Fríggjamorgunin varð greitt, hvørjar kommunur fara at fáa studning til at byggja ellis- og røktarheim, sambýli o.s.fr. Kristin Michelsen sig­ur, at avgerðin hjá lands­stýr­ is­manninum byggir ikki á saklig viðurskifti. - Avgerðin um, hvør skal fáa studning, hev­ur bara tvey endamál. Ann­að end­a­málið er at fáa holið fylt, sum í síni tíð varð grivið út til miðnámsskúla í Vági. Í hinum førunum er avgerðin politisk, tí tað er heilt skilligt, at tað er gamla heimbygdin, Vágur, hansara egna valdømi, Norð­streymoy og Havnin, sum fara við næstan allari játtanini. - Hesi trý plássini hava fingið einar 48 av teimum 51 milliónunum, sum nú eru býttar út, so tað luktar langan veg, sigur Kristin Michelsen. Ikki latin eftir tørvi Hann vísir eisini staðiliga aftur páhaldinum hjá Hans Paula Strøm um, at stuðulin er latin eftir tørvi. - Tað er hann ikki. Í Suðuroy er tvær ferð­ir so stórur tørvur í norðaru helvt í oynni sum í syðru helvt, men kortini fær syðra helvt studning til 24 pláss og norðara helvt fær bara studning til eitt sambýli til 16 fólk. - Studningurin, vit fáa til sambýli, er bara 50.000 krónur fyri hvørt búfólk, men til ellis- og røktarheim, er studningurin 500.000 krón­ur fyri hvørt fólk. Harafturat skal eisini ein psykiatriskur økisdepil til 8 fólk byggjast í syðru helvt. - Hetta verður gjørt, hó­ast sakkunnleikin hevur víst á, at økisdepilin fyri psykiatri skal helst liggja upp at einum sjúkrahúsi. Hann vísir á, at tørvurin er 22 fólk í norðaru helvt og 13 fólk í syðru helvt. - Tvøroyrar Kommuna søkti um studning til til 25 pláss á røktarheimi, heimi til minnisveik og á sambýli, men umsókn okkara er ikki tikin til viðgerðar. - Tí føla vit okkum sera illa viðfarin og tí tvíhaldi eg um, at einasta endamálið er at fáa okkurt bygt á stykkið í Vági, sum varð ætlað til miðnámsskúlan, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Hann sigur, at málið er so álvarsligt, at Tvøroyrar Býráð fer at taka málið upp fyri at vita, hvørja støðu, býráðið skal hava til málið. Eitt fakligt tilmæli Hans Pauli Strøm, lands­ stýr­ismaður, vísir stað­i­liga páhaldinum hjá borg­ar­stjór­ a­num á Tvøroyri, aftur. - Avgerðin, um hvr skal fáa studning ella ikki, bygg­ ir als ikki á politikk og endamálið er tí ikki at fylla eitt hol í Vági ella at lívga mítt egna valdømi. - Endamálið er at nøkta ein tørv, staðfestir hann. Hann sigur eisini, at tað eru fakfólk og em­bæt­is­fólk í almanna- og heils­u­mála­ ráðnum, sum hava gjørt eitt álit um, hvørjar umsóknir skuldi játtast og ikki. Landsstýris­mað­ur­in sig­ ur, at Tvøroyrar Býráð søkti bara um studning til sambýli. Hann vísir eisini aftur, at tørvurin í norðaru helvt í Suðuroy er tvær ferðir so stórur sum í syðru helvt. Tað, sum er hent í hesum føri, er, at embætisfólkini hava tikið alla Suðuroy und­ ir einum. - Síðani hevur fyrisitingin hugt eftir tørvinum í Suð­ur­ oy á plássum til røktarheim og sambýli. - Tey hava staðfest, at í syðru helvt er eitt nýmótans sam­býli í Vági, men onki ellis- og røktarheim. Í norðaru helvt er eitt røktarheim og eitt sera illa hóskandi sambýli á Tvøroyri og eitt sambýli í Hvalba, sum eisini er eini umbygd sethús. Tí hevur syðra helvt fing­ ið studning til eitt ellis- og røktarheim og norðara helvt fingið studning til eitt sambýli, tí tað eru hesi, sum tørvur er á í ávikavist syðru- og norðaru helvt, sigur Hans Pauli Strøm. Hann staðfestir eisini, at ætlanin at gera ein psyk­i­ atr­iskan økisdepil í Vági er bygt á eitt tilmæli frá fremsta serkunnleika á psykiatriska økinum í land­inum, nevniliga psyk­ i­atr­iska økisdeplin­um á landssjúkrahúsin­um, deild­ ini fyri sinnisveik og ser­ forsorgini so tað byggir á so haldgott grundarlag, sum yvirhøvur tilber. Kristin Michelsen stak ónøgdur við avgerðina Kristin Michelsen er so ónøgdur við tann studning, sum Tvøroyrar Kommuna hevur fingið, at hann fer at taka málið upp í býráðnum