Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 101 - 29. mai 2006 ] Dómararnir taka rennitest Í morgin verður fyrsta royndin við nýggju testini hjá FIFA fyri altjóða dómarar gjørd á Svangaskarði. Dómarar og hjálpardómarar skulu standa royndina, um teir skulu døma altjóða dystir. Royndin á Svangaskarði er fyrst og fremst ætlað føroysku FIFA-dómarunum og hjálpardómarunum, men Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at aðrir dómarar eisini eru vælkomnir at royna rennistestina týsdagin. Hendan testin verður neyðug, um dómarar skulu gera sær vónir um at sleppa at døma fyri FIFA. Pinligt avrik av Frem Danska felagið Frem, har tríggir føroyingar spæla, tapti í gjár heili 5-2 á heimavølli ímóti HIK. Heimasíðan hjá Frem kallar avrikið hjá sínum monnum fyri pínligt. Eingin føroyskur spælari var á vøllinum í stórtapinum, men bæði Atli Gregersen og Gunnar Nielsen, sum er komin fyri seg aftur eftir skaða, sótu á beinkinum. Jónas Tór Næs, sum hevur verið fastur maður á liðnum, hevur ikki spælt seinastu umførini. Frem liggu mitt á stigatalvuni í donsku 1. deild, nú tað mangla tríggir dystir. Vandin fyri niðurflyting er ikki stórur, hóast stigamunurin niður eftir ikki er tann heilt stóri. Fernando Alonso fekk uppaftur størri glopp niður til mannin á næsta plássi í kappingini um heimsmeistarheitið í eini sera spennandi koyring, ið tó stendur í skugganum av kontroversiellu parkeringini hjá Michael Schumacher, ið hevði við sær at hansara byrjunarstøða var kolldømd Formil1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fernando Alonso vann sann­ førandi á formil 1 breytini í Monako, heili sekstan sekund vóru millum hann og Juan Pablo Montoya á øðrum plássi, men tekniskir trupulleikar skuldu til, áðrenn sigurin gjørdist sann­førandi, tí bæði Kimi Räikkönen og Mark Webb­ er pressaðu hann hart inntil teirra bilar brendu saman. Koyringin var merkt av tøttum nærdystum, har bilarnir vóru býttir upp í tríggjar bólkar, ið innanhýsis lógu sera tætt. Eisini vóru nógvar yvirhálingar í eini sera spennandi koyring. Fyri Trulli tyktist vend endiliga at vera komin í kappingarárið, ið er byrjað sera illa fyri italiumannin, men við fimm umførum gav hansara Toyota bilur upp andan, meðan Trulli var á triðja plássi. Stóra yvirraskilsi var David Coulthard, ið koyrdi sín Red Bull á triðja pláss. Eitt pláss, ið liðfelagin Christian Klien ivaleyst hevði fingið, var hansara bilur ikki steðgaður upp við fáum umførum eftir. Michael Schumacher megn­aði at koyra seg úr seinastu byrjunarstøðu upp á fimta pláss, og hetta var eitt plástur á sárið fyri eitt vikuskiftið har hansara um­dømi veruliga fekk ein svartan blett. Hetta vikuskiftið í Monako var annars merkt av ósportligum atburði. Fyrst var tað parkeringin hjá Michael Schumacher og forðingin hjá Fisichella í tíðarkoyringini, ið teir báðir vóru revsaðir fyri, síðan var tað byrjanin har Albers skumpaði liðfelagan Monteiro. Síðan gjørdi Fisichella sær ómak, við at lata Alonso koma skjótt framvið sær, men forðaði Räikkönen og Webber at sleppa skjótt framvið sær, tá teir tríggir fremstu fóru eitt umfar framvið honum. Hetta legði alt ein myrkan skugga yvir eina annars frálíka koyring. Við sigrinum vaks Alonso um munin niður til Michael Schumacher í kappingini um heimsmeistaraheitið til 21 stig. Úrslit av formil 1 koyringini í Monako: 1 Fernando Alonso Renault 10 2 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 8 3 David Coulthard RBR-Ferrari 6 4 Rubens Barrichello Honda 5 5 Michael Schumacher Ferrari 4 6 Giancarlo Fisichella Renault 3 7 Nick Heidfeld Sauber-BMW 2 8 Ralf Schumacher Toyota 1 9 Felipe Massa Ferrari 10 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 11 Jenson Button Honda 12 Christijan Albers MF1-Toyota 13 Scott Speed STR-Cosworth 14 Jacques Villeneuve Sauber-BMW 15 Tiago Monteiro MF1-Toyota 16 Frank Montagney Super Aguri-Honda Komu ikki á mál: - Jarno Trulli Toyota - Christian Klien RBR-Ferrari - Nico Rosberg Williams-Cosworth - Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes - Takuma Sato Super Aguri-Honda - Mark Webber Williams-Cosworth Støðan koyrarar 1 Fernando Alonso Spania 64 2 Michael Schumacher Týskland 43 3 Kimi Räikkönen Finnland 27 - Giancarlo Fisichella Italia 27 5 Juan Pablo Montoya Kolumbia 23 6 Felipe Massa Brasilia 20 7 Jenson Button Ongland 16 8 Rubens Barrichello Brasilia 13 9 Ralf Schumacher Týskland 8 - Nick Heidfeld Týskland 8 11 David Coulthard Skotland 7 12 Mark Webber Avstralia 6 - Jaques Villeneuve Kanada 6 13 Nico Rosberg Týskland 4 14 Christian Klien Eysturríki 1 Støðan lið: 1 Renault 91 2 Ferrari 63 3 McLaren-Mercedes 50 4 Honda 29 5 Sauber BMW 14 6 Williams-Cosworth 10 7 Toyota 8 8 Red Bull Racing Ferrari 8 Fernando Alonso vann skandalukoyring í Monako Michael Schumacher fekk ein sera svartan blett á sítt umdømi, tá hann forðaði kappingarneytum sínum í at taka fyrstu byrjunarstøðu. Hóast Schumacher segði, at talan var um eitt óhapp, so trúði dómsnevndin honum ikk Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Dómsnevndin í formil 1 koyringini í Monako koll­ dømdi leygardagin fyrstu byrjunarstøðuna hjá sjeyfalda heimsmeistaranum í formil 1 Michael Schumacher, og týskarin byrjaði tí aftastur í koyringini sunnudagin. Tað var óhappið hjá Micha­el Schumacher í næst seinasta svingið í tíðar­koyr­ ing­ini, ið m.a. forð­aði nú­ver­ andi heimsmeistaranum Fer­nando Alonso í at seta skjótastu tíðina, ið dóms­ nevndin ikki metur var eitt óhapp, men heldur at Michael Schumacher steðg­ aði tilvitað. Hetta byggir á, at dómsnevndin ikki metti Schumacher hava nakra orsøk til at bremsa so hart, at hann misti tamar­haldið, tí hann koyrdi ikki skjótari enn hann hevði gjørt um­­ farið áðrenn. Liðstjórin í Ferrari Jean Todt var sera ónøgd­ur við avgerðina hjá dóms­ nevndini. Hann segði, at hetta skapar eitt sera óheppið fyridømi, ið í grundini tekur hugtakið koyrivillur burtur úr rasarakoyring. Jean Todt segði við heima­ síðuna hjá Ferrari, at hetta er burturvið, og at við at hyggja at tíðini, ið Michael Schumacher koyrdi hetta umfarið, so var greitt, at hann royndi at betra sína tíð uppaftur meira. Eisini Giancarlo Fisichella varð revsaður fyri at hava forðað David Coult­ hard í at seta eina skjóta tíð. Fisichella hevur mist trý tey skjótastu umførini, og byrjar tí væntandi úr níggjundu støðu. Dramatikkurin var stórur, tá Kimi Raikkonen í skundi mátti sleppa sær brennandi McLaren bilinum Mynd: Scanpix Michael Schumacher kolldømdur