mánadagur 29. mai 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2006
41
Puntur nr. 1
Á Atlantic Airways
ivaðust tey ikki í
valinum, tá ein eyka
støð skuldi leggjast
afturat Billund
í flúgvingini til
Jútlands
Flogferðsla
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ikki færri enn 11 ferðir
um vikuna flýgur Atlantic
Airways í summar til
Jútland. Rutan til Billund
telur nú níggju fráferðir
um vikuna, og hartil er
flúgvingin til Aalborg nú
víðkað, soleiðis at flogið
verður tvær ferðir um vik
una til býin.
Aalborg
flúgvingin
varð eisini roynd í fjør, og
marknaðarstjórin hjá flog
felagnum, Kent L. Christ
ensen, sigur eisini, at talan
var um eitt ógvuliga tilvitað
val, sum tá varð gjørt.
– Fyrst og fremst, so hevur
Aalborg eitt rættiliga stórt
uppland av føroyingum, og
tí var tað sera nærliggjandi,
at rutunetið varð víðkað.
Hartil, so høvdu vit tann
positiva
trupulleika,
at
kapasiteturin á Billund-rut
uni var ov lítil, og tí var
neyðugt við nýggjari rutu.
– Hugsar tú so eisini um
ferðavinnuna, so liggur Aal
borg sera væl fyri. Norður
jútland hevur hópin av frítíð
arstøðum, sum føroyingar
vanliga vitja, og í so máta
er hendan rutan hampuliga
uppløgd.
Og
hetta
er
eisini orsøkin til, at vit
hava leygardag sum fastan
flúgvidag til býin. Hetta
er sonevndi skiftidagurin á
flestu frítíðarstøðunum, og
tí er tað best, um flúgvingin
er í samsvar við hetta, sigur
Kent.
– Hartil, so liggur eisini
væl fyri, at keypa sonevndar
flúgv/sigl pakkar, tá vit hava
Aalborg sum støð. Teinurin
upp til Hanstholm er ikki
tann heilt stóri, og tí kunnu
vit og Smyril Line í stóran
mun supplera hvønn annan
á hesum økinum.
Væl móttikin
Spurdur, hvussu móttøkan
av nýggju rutuni hevur ver
ið millum manna, er Kent
skjótur at svara, at hon
hevur verið framúr.
– Sjálvur hevði eg ikki
ímyndað mær, at so nógv
fólk longu nú gjørdu nýtslu
av rutuni. Hetta er jú
bara næsta árið, at flogið
verður á rutuni, og tí er tað
sera hugaligt at staðfesta,
hvussu góð undirtøkan hev
ur verið.
Er hon somikið góð, at
tit eisini umhugsa at flúgva
fast upp á Aalborg um vet
urin?
– Tað er nokk dekan ov
tíðliga at siga. Flúgvingin
hjá okkum til Jútlands
er ógvuliga nær tengd at
ferðavinnuni. Um veturin
hava vit bara tvær ferðir til
Billund um vikuna, meðan
hetta um summarið er
níggju – umframt tær báðar
ferðirnar til Aalborg. So í
verandi løtu vil eg ikki siga,
at talan verður um fasta
flúgving. 9
Marknaðarstjórin á Atlantic
Airways tykist ovurfegin um
góðu undirtøkuna, sum rutan til
Aalborg longu nú hevur fingið
Ein sentralur partur av Norðurjútlandi