Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tá danski dreingjabólkurin C21 spældi á náttin er ung í heyst, var framtíðin hjá bólkinum óviss, og kon­sertin í Ítróttarhøllini á Hálsi gjørdist síðsta fram­førslan hjá bólkinum. Kom­nir aftur til Danmarkar fóru David Pepke og Søren Bregendahl hvør til sítt, triði limurin Esben Duus var longu farin úr bólkinum í mars í fjør. Størsti danski dreingjabólkurin er søga. Á egnum beinum David Pepke er nú til reið­ar at standa á egnum beinum, og hann hevur valt at byrja har, ið C21 endaði, Føroyum. Hann fer á pallin framman fyri føroyskum áskoðarum, um­borð á Norrønu á Ung­ dóms­túrinum’06, har hann millum annað deilir pall við 200, Showmenn, Páll Finnur Norrønu, Thor Sim­on­ sen. Skunk og DJ Tum­mix. David viðgongur, at Før­ oyaferðin og øll tey fan­ tastisku støðini, ið hann sá á ferðini, sannførdu hann um, at hann mátti sleppa aftur til Føroyar og spæla sín egna tónleik her. Ì hernaðartænastu Tá vit fingu orð á David, var tað í eini av fáu fríløt­unum, ið hann hevur í hes­um døgum. Afturkomin úr Føroyum fór David í hernaðartænastu. Sum allir ungir danskir menn hevur hann hernaðarskyldu, og nú C21 var lagt á hillina, var hetta ein møguleika, at koma burtur úr gerandisdegnum, fyri veruliga at kunna byrja á berum. Hernaðartænastan er liðug mikudagin, og so verður hol sett á framtíð­ ina. Hugsaðu ymiskt David greiðir frá, at orsøkin til, at hann og Søren góvust við samstarvinum, ikki ligg­ur í einum ynski um at sleppa frá hvør øðrum. Teir eru enn væl og fara møguliga aftur at samstarva onkuntíð, men í løtuni høvdu báðir hug at royna at arbeiða á sín egna hátt. David sigur, at hansara tónlistarliga bakgrund er ein heilt onnur enn tann hjá Søren. Søren elskar popp í breiðum týdningi og nevnir serliga Celine Dion og Elton John sum íblásturskeldur. David harafturímóti hevur lurtað nógv eftir bretskum fólkarokki sum Bob Dylan og The Beatles. Tað var pápi hansara, ið dámdi henda tónleikin, og hann hoyrdi hann frá barnsbeini. David hevur eisini roynt seg innan klassiskan tónleik og rokk áðrenn C21. Tí er mátin, teir hugsa um tónleik sera ymiskur. Tónlistarlig atlit Tónleikurin hjá David er enn poppur. Hetta eru fang­ andi løg, men tey sam­ stundis meira ávirkaði av fólkarokki. Størri tónlistar­lig atlit eru tikin. “Eg vil fegin vera kendur fyri tónleikin, og ikki í so stóran mun image og idol-støðið. Tí valdi eg at byrja heilt av nýggjum.” sigur David. Tón­leikurin er Davidsa egni, og tekstirnir eru øgi­liga persónligir, snúgva seg um familjuna og um kærleiksupplivingar. “Eg havi arbeitt saman við Peter, ið spælir trummir og syngur.”, sigur hann. David og Peter eru so smátt farnir at venja sam­an við pápa David, ið spælir mandolin og einum basslei­ kara. “Hetta byrjar at blíva super feitt, men er ikki komið so langt enn”, sigur hann. So á túrinum til Føroyar verða tað bara teir báðir David, ið spælir gittar og syngur og Peter, ið trummar á einum lít­ lum trummisetti og syngur. David er væl greiður yvir, at hetta skapar eina nokkso óvanliga ljóðmynd, men sam­ stundis er hetta øgiliga dynamiskt, við at teir bara eru tveir. Løgini verða í stóran mun Davidsa egnu løg, men okkurt C21 lag verður eisini á skránni, men tey verða spæld soleiðis, sum David Pepke nú spælir og leggur tónleik til rættis. Hetta brýtur væl frá teimum upprunaligu dreingjabólks poppútgávum, sigur hann. Frálíku Føroyar David hevur einaferð gingið saman við eini føroyskari damu í eitt rættuliga langt tíðarskeið. Hon greiddi honum frá nógvum goðum um Føroyar serliga um náttúruna. Men hann slapp ongantíð til Føroyar tá. So tá hann endiliga upplivdi Føroyar í heyst, var tað frá­líkt. Hann sigur, at hann møt­ ti sera nógvum opnum og vinarligum fólki. Føroysku konufólkini vóru eisini ótrú­liga vøkur og fitt, greið­ir hann frá: “Eg og Søren fóru í býin at dansa tað eina kvøldið, og tað er ótrúligt, at so nógvar vakrar gentur kunnu vera á einum so lítlum øki.”, sigur David og leggur dent á at tær vóru festligar og fittar, men samstundis eisini skikki­ligar. Á motorsúkklu Tá hann kom til Føroyar, vildi hann gjarna sleppa at koyra á motorsúkklu í Føroyum. Hann eigur eina motorsúkklu og dámar sera væl at koyra á henni. Tí vildi hann fegin royna at koyra runt í føroysku natúrini. Hetta slapp hann eisini. Í Havn hitti hann Ove Ritter, ið lánti honum eina Harley Davidson, ið hann slapp at koyra ein fittan túr á. “Hetta var fantastiskt at uppliva, hvussu vinarlig fólk eru í lítlum samfeløgum sum í Føroyum - Hugsa tær, hann lánti mær bara eina Harley, av sínum góða hjarta.” David Pepke hevur býtt limosinuna, sjampanjuna og orkesturfelagan Søren, út sín egna fólkakenda popprokk mynd: scanpix.dk Tá fyrrverandi C21 sangarin David Pepke hoyrdi um Ungdómstúrin’06, kravdi hann at sleppa við. Honum dámdi so væl konseptið, og hann er somikið glaður fyri føroyska fólkið, serliga konufólkið, at hann bara mátti luttaka Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo C21 stjørna á Ungdómstúrinum 3