mikudagur 31. mai 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 31. mai 2006
25
Puntur nr. 3
Lalandia er størsti
frítíðardepilin í Dan
mark, og vælumtókta
feriustaðið bjóðar alt
frá baðilandi, ítrótti
og matstøðum til
undirhald, spælipláss
og handlar. Tíðin
rýkur avstað í tí
familjuvinarliga
feriustaðnum har
suðuri í Danmark
Túsundatals fólk vitja á
hvørjum ári feriustaðið
Lalandia, sum liggur við
Rødby har suðuri í Dan
mark. Lalandia bjóðar eina
ørgrynnu av ymsum aktivi
tetum, og hugnaliga og inn
bjóðandi umhvørvi hevur
gjørt Lalandia til eitt tað best
umtókta feriustaðið av sínum
slagi í Norðurlondum.
Tað var í 1980’unum,
at arbeiðstakarin Ejnar
Jensen fekk hugskotið at
byggja Lalandia, og eftir
miðvíst arbeiði í fleiri ár,
lat Lalandia upp í desember
mánaði 1988.
Síðani er nógv hent í
Lalandia.
Útbyggingar
hava verið fleiri ferðir, og
ikki minst seinastu árini er
nógv gjørt fyri at betra og
menna feriustaðið.
Nú liggja 25.000 fermetrar
av Lalandia undir taki, og
tað er næstan óhoyrt í einum
slíkum feriustaði. Matstøð,
handlar, gongugøtur, ítróttar
fasilitetir, aktivitetir til
børnini og mangt annað er
innandura, og eingin klárar
at keða seg í Lalandia. Har
er nakað at gera fyri øll, um
umstøðurnar eru sum heild
av teimum allarbestu.
Baðilandið dregur
Eitt tað besta agnið hjá
Lalandia er tað ovurhonds
stora baðilandið, sum er
eitt slag miðdepli í feriu
staðnum. Baðilandið er
7.400 fermetrar til støddar,
og har eru alskyns svimji
hyljar, spa-baðikør, sauna,
skeiðibreytir og annað at
royna.
Baðilandið í Lalandia
verður roknað sum besta
baðilandið í Danmark, og
tað er ikki av ongum. Nógv
er gjørt við fasilitetirnar,
og har er rúmligt, hóast tað
kunnu verða upp í 1500
fólk inni samstundis.
Vatnið í baðilandinum er
28 hitastig, og luftin er 30
stig. Her er tí talan um
rættiligt tropiskt hitalag.
Tað eru ikki minst tær
fýra skreiðibreytirnar í baði
landinum, sum veruliga
lokka fólk til baðilandið.
Skreiðibreytirnar eru upp í
hundrað metrar til longdar,
og tað er framúr stuttligt
upplivilsi at lata seg skreiða
avstað við nógvari ferð og
enda úti í einum hylja eina
góða løtu seinni.
Fyri tey, sum búgva á
Lalandia, er baðilandið
ókeypis at brúka, og eingin
keðir seg í baðilandinum,
hóast tað verður vitjað í
nakrar tímar um dagin.
Feriuparadís í Lalandia
Vatnið í baðilandinum er 28
hitastig, og luftin er 30 stig. Tað er tí
talan um rættiligt tropiskt hitalag í
tí risastóra baðilandinum í Lalandia