mikudagur 31. mai 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 31. mai 2006
27
www.klaksvik.fo
H E I M A S Í Ð A N H J Á K L A K S V Í K A R K O M M U N U
Býurin, har mentanar- og vinnulívið
ganga lið við lið
Skapið framtíðina saman við okkum...
til 1. juni 2006
Búgv væl í Lalandia
Lalandia bjóðar summarhús til leigu, tá ið ferðin verður løgd til størsta
frítíðardepilin í Danmark. Skalt tú rættiliga forkelast, so kanst tú flyta
inn í eitt av teimum 106 luksushúsunum, sum eru til leigu.
Samanlagt eru tað fleiri enn 700 summarhús í økinum kring
Lalandia frítíðardepilin, og har er pláss til eini 4000 gestir. Tað eru
privatfólk, sum eiga summarhúsini, men alt verður leigað og rikið
ígjøgnum Lalandia, og har verður stórur dentur lagdur á, at húsini eru
góð og reinlig hjá fólki at búgva í.
Summarhúsini eru bygd rundan um allar hinar aktivitetirnar á
Lalandia, og tí ber til at ganga ímillum bústaðin og alt annað, sum
Lalandia hevur at bjóða.
Summarhúsini eru í ymiskum støddum, og tey eru væl egnað til
familjur, sum vilja brúka eina viku ella tvær í Lalandia. Húsini hava
allar hentleikar, og økið rundan um er gott og grønt.
107 av summarhúsunum er luksushús, har tú rættiliga kanst forkela
teg sjálvan við sauna, spa-baðikari og nógvum øðrum. Upp í átta fólk
kunnu búgva í hesum fyrsta floks summarhúsum, sum gera feriuna til
eina veruliga dreymaferiu.