hósdagur 1. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 • hósdagur • 1. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
HB fingið
nýggjan dóm
Kappingarnevndin hjá
FSF hevur nú sjálv tikið
støðu í málinum um
spæliloyvið hjá Páll Mohr
Joensen. Niðurstøðan er,
at HB skal koyrast úr
steypakappingini.
Hetta var eisini niður
støðan hjá aðalnevndini
hjá FSF, sum tók støðu
í málinum fyri nøkrum
vikum síðani. Dóms
nevndin hjá FSF staðfesti
tó, at aðalnevndin kundi
ikki taka slíka avgerð, tað
skuldi kappingarnevndin
gera, og tí var dómurin
ógildaður.
Tað fekk Kapping
arnevndina
hjá
FSF
at taka málið upp av
nýggjum, og eftir eina
nýggja viðgerð, har HB
eisini hevur latið nýggja
frágreiðing um máli,
hevur nevndin nú sjálv
tikið eina avgerð.
Avgerðin er, at HB
skal tapa dystin ímóti
VB/Sumba, tí felagið
brúkti ein spælara uttan
neyðugt spæliloyvi. Tí
skal VB/Sumba víðari
í kappingini um Løg
manssteypið og skal
spæla
fjórðingsfinalu
ímóti EB/Streymi. Vinn
arin av hesum dysti skal
spæla hálvfinalu ímóti
B36.
HB ætlar særat royna
málið enn einaferð í
dómsnevndini hjá FSF.
Súni hevur
fingið frí
Súni Olsen er ikki við
í hópinum hjá AaB,
sum í kvøld skal spæla
hálvfinalu í Viasat Cup.
Dysturin verður spældur
ímóti Esbjerg á útivølli,
og nógvir av spælarunum
frá 1. liðshópinum hjá
AaB hava fingið frí til
dystin. Tí er pláss blivin
fyri heili seks spælarum,
sum vanliga hoyra til 2.
liðshópin hjá felagnum.
Súni Olsen er ein av
teimum,
sum
hevur
spælt nógv í Viasat Cup
seinastu vikurnar, og
han hevur skorað tvey
mál fyri AaB. Nú er
hann ikki millum teir
15 spælararnar, sum
spæla fyrru hálvfinaluna
í
kvøld.
Sambært
heimasíðuni hjá AaB
verða nógvir spælarar
hvíldir, tí teir hava minni
skaðar. Seinna hálvfinal
an verðu spæld í Aalborg
sunnudagin, og seinni
fæst at vita, um Súni
Olsen verður klárur til
tann dystin.
Stutt sagt
Skúlatelvingin blómar
Tað hevur gingið
strúkandi við
kappingini í
skúlatelving higartil.
Tvær innleiðandi
kappingar hava
verið, og báður
ferðirnar hava 100
skúlabørn tikið
lut. Talvsambandið
fegnast um stóru
undirtøkuna fyri
kappingini
Skúlatelving
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað hevur gingið sera væl
við teimum báðum inn
leiðandi
kappingnum
í
skúlatelving fyri lið. Seinna
innleiðandi kappingin var
Kristi Himmalferðardag í
Klaksvík, og aftur hesaferð
vóru umleið 100 skúlabørn
við í kappingini.
Klaksvíkar
Talvfelag
skipaði fyri enn einari sera
væl úr hondum greiddari
kapping, og telvað verður
um FM-heitið fyri skúla
næmingar í 5. flokki og
eldri og 4. flokki og yngri.
Liðini eru mannað við 4
telvarum, umframt við
upp til 2 skiftistelvarum á
hvørjum liði.
– 20 lið møttu til kapp
ingina, og tað vil siga,
at aftur hesuferð vóru
umleið 100 talvungdómar
savnaðir til talvkapping, og
tað er sera hugaligt, sigur
Talvsambandið, ið fegnast
um stóru undirtøkuna fyri
talvkappingini.
Finalan í skúlatelvingini
verður telvað í Skopun 2.
Hvítusunnudag kl. 12.30.
Finalan er søgulig, tí FM
finala í talvi – ella FM talv
kapping yvirhøvur – ikki
hevur verið telvd á Sand
oynni áður.
Í finaluni verða liðini, sum
luttikið hava innleiðandi,
býtt upp í ein FM bólk
og ein Opnan bólk. Lið
sum ikki hava luttikið í
innleiðandi kappingunum,
eru somuleiðis vælkomin
at luttaka í opna bólkinum.
Seinasta freist at melda
luttøku til finaluna er leyg
arkvøld 3. juni.
Eldri bólkurin
Í bólkinum 5. flokkur og
eldri, gjørdi Havnin aftur
hesuferð bart – tey vunnu
allar dystir – og taptu bert 2
talv av 24 møguligum. Ilt er
at fáa eyga á møguleikanum
fyri, at nakað av hinum lið
unum skala teir í finaluni.
Klaksvíkin sýnist eisini
at hava sett seg á 2. plássið,
tó í harðari kapping við
Sandavág. Rókur hevur
hug at blanda seg uppí
stríðið um plaseringarnar,
tó uttan av álvara at hava
hótt hini liðini higartil.
Roynda havnarliðið var
aftur hesuferð mannað við:
Hjalta Toftum Jógvansson,
Margar Berg, Heiðriki Tind
skarð Jacobsen og Jaspur
Enghamar.
Bronsuvinnararnir
úr
Sandavági høvdu forfall
á liðnum og tískil varð
neyðugt at læna ein av
teim yngru telvarunum
upp í eldra bólkin. Hetta
darvaði ikki úrtøkuna –
heldur tvørturímóti. Høgni
Egilstoft
Nielsen,
sum
gongur í 2. flokki, tapti
eittans talvið á 4. borði í
eldra bólkinum – eitt talv
hann enntá átti vunnið.
Yngri bólkurin
Rættiliga stórur spenningur
er í yngra bólkinum og FM
stríðið sýnist víðopið. Lagt
er upp til eina sera spennandi
FM-uppgerð, har Klaksvík,
Havnin, Rókur, Skopun og
Sandavágur hava gjørt um
seg higartil. Og onnur lið
liggja somuleiðis framvið.
Sandavágur,
sum
vann
fyrru undankappingina, var
helst eitt sindur skert í 2.
undankappingini, nú Høgni
telvdi við teim eldru.
Fleiri
eftirrokningar
skuldu til, til tess at finna
vinnaran og tá avtornaði
hevði Klaksvík eitt (1)
vunnið talv meira enn
Havnin og sum gjørdist
avgerandi, tá liðini vóru
jøvn í dystarstigum.
Havnin hevði styrkt um
liðið hesuferð við Sáru
og Eydnu, sum luttóku í
kapping fyri fyrstu ferð.
Hesar báðar gjørdu rættiliga
um seg – her er nógv at
byggja víðari á – og saman
við Rúna Jacobsen og
Dánjal Hansen, er Havnin
eisini hjá teim yngru,
komin við í FM-stríðið.
Skopuningar gjørdust aftur
hesuferð júst ov stuttir
og spennandi verður, um
teir á heimavølli gera ein
seinasta vørr í finaluni
og røkka einari plasering.
Vinnandi Klaksvíksliðið
var aftur hesuferð manna
við Gregersen-brøðrunum
Einar, Heðin og Julian og
(systkinabarninum)
Una
Gregesen.
5. flokkur og eldri – seinna innleiðandi kapping
D-stig
V-talv
1. Havnin
18
22
2. Klaksvík
15
19
3. Sandavágur
11
14
4. Rókur
7
8
5. Vestmanna
5
9
Kollafjørður fekk 2 dystarstig og Skopun 1
5. flokkur og eldri – úrslit fyri undankappingar
D-stig
V-talv
1. Havnin
42
52
2. Klaksvík
34
43
3. Sandavágur
30
35
4. Rókur a
19
21
5. Kollafjørður
17
24
Vestmanna a fekk 14 dystarstig, Vestmanna b 6, Skopun 4
og Haldarsvík 0
4. flokkur og yngri – seinna innleiðandi kapping
D-stig
V-talv
1. Klaksvík
11
14
2. Havnin
11
13
3. Rókur
10
13
4. Skopun a
9
13
5. Sandavágur
9
11
Kollafjørður fekk 7 dystarstig, Sandur a 7, Vestmanna 7,
Sandur b 7, Skálavík 5, Sandur c 5, Sandur d 5, Skopun b 3
4. flokkur og yngri – úrslit fyri innleiðandi kappingar
D-stig
V-stig
1. Sandavágur
21
23
2. Klaksvík
20
24
3. Rókur
19
24
4. Skopun a
18
21
5. Havnin
16
20
Kollafjørður fekk 13 dystarstig, Vestmanna 13, Sandur a 10,
Skálavík 9, Sandur c 9, Sandur b 8, Sandur d 5, Skopun b 3
FAKTA
Eini 100 skúlabørn
vóru við í
talvkappingini í
Klaksvík Kristi
Himmalferðardag