hósdagur 1. juni 2006síða 40
Tekstur á síðuni
36
Nr. 104 - 1. juni 2006
Tak børnini við til
Tivoliland í Aalborg
Ein møguleiki í summar er at taka børnini við til Tivoliland í
Aalborg. Heimasíðan hjá Aalborg kommunu nevnir Aalborg bý
fyri ”barnanna bý”. Ein av møguleikunum at fara til, er Tivoliland.
Tivoliland er ein heimur fyri seg við einari rúgvu av tilboðum. Tey
flestu tilboðini eru gjørd einans til Tivoliland, og tí kunnu tey einans
upplivast í Tivoliland.
Størsta einstaka tiltakið í Tivoliland er tann 40 metrar høgi
”Boomerang”. Tað er stoltleikin hjá Tivoliland. Tú drønar avstað
gjøgnum sving og hæddir, og tá ið tú so endiliga heldur, at tað er
yvirstaðið, so fert tú ein túr afturat - bara við rygginumtil hesaferð!
Eisini kanst tú fara til ”Gravity Tower”, har tú fært eitt ótrúliga flott
útsýni, áðrenn tú verður kastaður úr 55 metra hædd í eitt frítt fall.
Eisini kanst tú síggja kenda klovnin Pjerrot, sum skemtar og
gyklar. Um tú ynskir, at børnini skulu uppliva okkurt í summar, so er
Tivoliland ein góður møguleiki.