fríggjadagur 2. juni 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 2. juni 2006
31
Gospel
Orð/myndir: Snorri Brend
Bólkurin, ið festi henda sangin
á band og síðani gav hann
út, var mannaður við fýra
ungum og virknum trúgvandi
klaksvíkingum – brøðurnir
Kristoffur og Theodor Olsen,
John Kára Jacobsen og Nichels
Lützen.
Teirra hægsta ynski var tá at
boða gleðiboðskapin um Jesus
út í sangi á ymiskum støðum. Í
so máta er navnið á bólkinum
eisini forpliktandi. Tað merkir
nevniliga Guds samkoma ella
kirkja.
Bólkurin er enn virkin, og er
í dag mannaður við Kristoffur,
Theodor og John Kára. Hóast
árini eru gingin er sanggleðin
ikki viknað.
Tað prógvaðu teir herfyri, tá
teir vóru ein av bólkunum sum
luttók á gospeltúrinum, sum
Smyril Line skipaði fyri.
Altíð sungið
Skulu vit finna orsøkina til at
Ekklesia yvirhøvur kom uppá tal
sum luttakarar á ársins gospeltúri
mugu vit skrúva tíðina samfull
28 ár aftur – ella kanska 29 ár.
Alt byrjaði við at fólk tóku seg
saman og byrjaðu virksemi í og
út frá Soli Deo Gloria í Klaksvík
í 1977. Hóast Kristoffur var
ungur, luttók hann eisini í hesum
arbeiðinum.
– Vit hava faktiskt altíð sungið
nógv, sigur hann.
Kristoffur kom sum heilt ungur
við í streingjakórið sum var
knýtt at andaliga arbeiðinum í
KFUM&K í Klaksvík.
Meðan teir vóru í streingja
kórinum var nógv ferðast runt
kring landið at syngja til møtir,
stevnur og onnur størri og
smærri andalig tiltøk. So líðandi
gjørdist tað til eina kvartett við
hesum fýra monnunum.
Trummurnar larmaðu
Aftrat sær høvdu teir fleiri
ljóðføri, m.a. trummur, sum ikki
var so vanligt tá.
– Eg veit ikki, vit vóru kanska
pionerar á hesum økinum. Tað
vóru kortini ikki øll sum dámdu
tað so væl, helst tí at tað var ov
hart.
– Men vit hildu kortini á, væl
inspireraðir av svenska bólkinum
Samuelsons, greiðir Kristoffur
frá.
Um hesa tíðina vitjaði hesin
kendi svenski gospelbólkurin
ofta í Føroyum, og vóru
limirnir í Ekklesia millum
trúføstu áhoyrararnar á hesum
konsertunum.
Teimum dámdu sangirnar
so mikið væl, at teir settu seg
at umseta fleiri teirra – bæði
Kristoffur og bróðurin Theodor.
Og tá farið varð undir tey
sonevndu tjaldmøtini á Gøtueiði
vóru teir í bólkinum millum nógv
brúktu sangkreftirnar.
– Vit skrivaðu okkurt sjálvir,
men flestu sangirnir vóru kortini
slíkir, sum vit umsettu.
Bond í hópatali
Sohvørt sum árini gingu og teir
gjørdist meiri kendir millum fólk,
kom hugskotið at geva eitt band
út. Hetta eydnaðist í 1982.
Um hesa tíðina komu rættiliga
nógv bond út – eisini nógv bond
við andaligum innihaldi. Millum
hesi kann nevnast Kvartettin í
Betesda, Midnáttar-sangbólkurin
Heimamissións-sangbólkurin og
Petur Oluf og Niels.
Hetta varð orðað við leiðsluna
í Soli Deo Gloria og hagani
fingu teir fullan stuðul til ætlan
ina. Semja var um, at hetta skuldi
ikki gerast fyri egnan vinning,
men fyri at stuðla samkomuni.
- Um nakar vinningur fekst
burtur úr, so skuldi hann fara
óskerdur til arbeiðið í sam
komuni, sigur Kristoffur.
Hesir ungu menninir løgdu
til brots – ikki í einum nútíðar
studio, men heima í stovuni við
einum leigaðum bandupptakara.
Eitt band eftir einari viku
Teir skipaðu upptøkurnar
soleiðis, at teir stóðu í stovuni og
sungu, meðan trummurnar stóðu
í køkinum, so at tær ikki skuldu
gerast ov harðar í mun til sangin.
– Ja, tað er ótrúligt at vit gjørdu
tað á henda hátt, og at vit tóku alt
upp ísenn, sigur hann við einum
brosi.
Upprunaliga var ætlanin at
taka eina og eina rødd upp og
síðani miksa alt saman. Men
skjótt funnu teir útav, at hetta fór
ikki at ganga.
– Men líka veit eg. Vit tóku
fleiri sangir umaftur, men at enda
høvdu vit 12 sangir í kassanum.
– Hóast hesar serstøku
umstøðurnar, tóku vit alla
fløguna upp eftir einari viku!!
Hetta bandið var í fyrsta
umfari margfaldað í 1000
eintøkum hjá Regini Bjarnastein,
men stutt eftir varð neyðugt at
gera 500 aftrat.
At bandið fekk so góða
móttøku – og at sangir hagani
enn eru at hoyra í teimum
trimum útvarpsrásunum – kemur
uttan iva av tí eina sanginum
“Siglir tú lívsins hins stormandi
hav”.
Tað sjáldsama er, at eftir
røttum ætlaðu teir als ikki
at hava henda sangin við á
bandinum!
Kvøðuljóma-hitt
– Nei, sigur Kristoffur. Eg var
sjálvur einki við uppá at hava
henda sangin við!
Tað var upprunaliga Olvheðin
Jacobsen, pápi John Kára sum
kom við hesum hugskotinum:
Hví ikki taka henda sangin
við á bandið?! Og hví ikki
prýða permuna við eini mynd av
Skálabergi í einum aldubroti?!
– Sjálvur helt eg ikki at hann
skuldi við á bandið, tí vit høvdu
ikki havt hann við í sangskrá
okkara.
– Men eg veit ikki. Vit avgjørdu
so kortini at taka hann við og hava
hann sum fyrsta lag á síðu A!
Tað skuldi kortini vísa seg,
at júst hesin sangurin kom
at sláa rættiliga ígjøgnum:
Hesin sangurin var í roynd
og veru við í nærum hvørjari
kvøðuljómasending.
Tá var nærum ikki ein slík
sending, har sangurin ikki var
við. Og mín sann um støðan
ikki er tann sama í dag, nærum
eina fjórðingsøld seinni. Lurta
bara eftir kvøðuljómunum
til sjófólkið í Útvarpi Føroya
mikumorgnar!
– Ja, so snedugt kann tað
verða!, sigur Kristoffur.
Havið og føroyingar
Hví júst hesin sangurin gjørd
ist so væl umtóktur, hevur
Kristoffur sína frágreiðing um:
Hann vísir til, at føroyingar
altíð hava verið eitt siglandi fólk,
og tykjast dáma væl slíkar sangir
sum hava við sjógvin og sjólívið
at gera.
Hinvegin so var hesin
sangurin væl kendur millum
fólk innan Heimamissiónina og
Brøðrasamkomuna í Føroyum,
eins og hann var við á fløguni “Á
lívshavsins bylgju” við Anniku
og Sigrið á sinni.
– Tað er líkasum at havið sigur
føroyingum nakað serligt. Tað
liggur í føroyinginum at hava
havið við sær, og júst tað er
eisini við í sanginum.
Hetta bandið er higartil einasta
útgávan hjá Ekklesia, men teir
hava við millumbilum tosað
saman um at geva okkurt út aftur.
– Men eg veit ikki. Enn eru
vit ikki komnir so langt. Tað
manglar kanska bara tað at
vit taka okkum saman!, sigur
Kristoffur.
Familjufyritøka
Frá fyrstu tíð hevur ætlanin við
Ekklesia verið greið: At syngja
gleðiboðskapin út um Jesus.
Tíðina áðrenn og eftir
útgávuna av bandinum vóru teir í
bólkinum nógv at hoyra á møtum
kring landið.
Hetta vardi nakað inn í 80-
árini, men síðani gingu eini 10
ár, har teir ikki sungu so nógv
saman.
Miðskeiðis í 90-árunum
byrjaðu teir so smátt at syngja
meiri saman, og síðani hevur tað
bara vundið meiri og meiri uppá
seg.
Samstundis við hetta kann
staðfestast, at sanggleðin ikki
bert er at finna hjá teimum
trimum – Kristoffur, Theodor og
John Kára. Yngra ættarliðið vísir
eisini sama áhugan.
Hetta fingu áhoyrararnir
umborð á Norrönu eisini
møguleika at hoyra meiri til,
tá synir teirra spældu undir á
gospeltúrinum: Sonur Kristoffur,
Hans Andreas spælir trummu, og
sonur Theodor, Hendrik spældi
keyboard. Saman við teimum
luttóku Jákup Martin Poulsen, ið
er svágur John Kára og Jógvan
Jacobsen, beiggi John Kára.
– So tú sært. Hetta er mestsum
ein familjufyritøka, sigur
Kristoffur við einum brosi.
Hoyrir tú sangin
“Siglir tú lívsins hins
stormandi hav” so
sigur tú samstundis
Ekklesia í Klaksvík.
Í nærum fjórðings
øld hevur hesin
sangurin verið at
hoyrt í útvarpinum.
Hann er tað í roynd
og veru enn, nú vit
skriva ár 2006
Sangur á landi
og sjógvi
Limirnir í Ekklesia hava
sum nevnt sungið á mongum
støðum kring landið – í
samkomuni í Klaksvík, við
møtir í Havn, Porkeri, Vágum,
Skopun og aðrastaðni.
Teir hava eisini sungið í
Oasuni í Hoyvík, m.a. saman
við Anniku og Sigrið. Tað var
við eitt av hesum møtunum,
at Sigrið greiddi teimum frá
ætlaða gospeltúrinum við
Norrönu.
– Hon spurdi tá, um vit
høvdu hug at koma við. Og tja,
– vit smekkaðu bara til, hóast
hetta kanska var ein heldur
stórur biti fyri okkum.
– Men vit hava ikki angrað ta
eina løtu at vit fóru við. Hetta
er ein veldigur møguleiki at
boða gleðiboðskapin út við
sangi okkara, sigur Kristoffur.
Hann fegnast um, at Smyril
Line við ferðamannaskipi
sínum gevur møguleika til ein
slíkan gospeltúr.
– Hetta er avgjørt eitt pluss
til Smyril Line, sigur hann.
Sanggleðin einki viknað í 30 ár
Teir tríggir hava sungið saman í skjótt 30 ár - og gera tað framvegis, f.v. Kristoffur Olsen, John Kári Jacobsen og
Theodor Olsen. Um vikuskiftið skulu teir m.a. luttaka á hvítusunnustevnuni í Kollafirði. Norðoyatunnilin ger tað
lættari hjá teimum at ferðast frá staði til stað