týsdagur 6. juni 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2006
3
Jógvan Páll Lassen,
sakførari, hevur
torført at síggja nakra
meining við at kanna
skuldsetingarnar
ímóti Bjarna
Djurholm, lands
stýrismanni
Kanning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg havi ilt við at síggja
meiningina við eini slíkari
kanning.
Jógvan
Páll
Lassen,
sakførari, hevur lítið álit
á kanningini, sum løg
maður nú ætlar at seta í
verk av embætisførsluni
hjá Bjarna Djurholm, lands
stýrismanni.
Í kjalarvørrinum á skuld
setingunum, sum Dagmar
S. Joensen og aðir limir og
gamlir limir í nevndini í
Framtaksgrunninum, hava
sett fram ímóti Bjarna Djur
holm, hevur løgmaður gjørt
av at seta eina kanning í
verk av embætisførsluni
hjá landsstýrismanninum
fyri at vita, um hald er í
skuldsetingun um um, at
hann hevur hótt Dagmar
Joensen, sum forkvinnu í
Framtaksgrunninum og um,
at hann skal hava lagt seg út
í arbeiðið hjá nevndini.
Men tað hugtekur ikki
Jógvan Páll Lassen, sak
førara.
Hann er eisini sakførari
hjá Dagmar Joensen og
hann sigur, at teirra støða
í málinum verður á ongan
hátt ávirkað av úrslitinum av
eini kanning hjá løgmanni.
– Tá ið vit taka støðu
til málið, verður tað full
komiliga leyst av kanningini
hjá løgmanni, staðfestir
Jógvan Páll Lassen.
Ikki ein verulig
kanning
Hann sigur, at hann hevur
ógvuliga torført við síggja,
hvat hendan kanningin skal
til.
– Hetta er ein kanning
hjá løgmanni, sum hann
møguliga ger fyri at fáa
betri grundarlag at taka
støðu í málinum.
Hetta er sostatt ikki ein
kanning, sum hevur nakað
sum helst við Dagmar Joen
sen at gera.
Men sakførarin heldur,
at ein slík kanning er lítið
verd.
– Hetta er eitt úrslit av, at
løgfrøði og politikkur verða
blandað saman og so kemur
slíkt burturúr, sum lítil
meining er í, sigur hann.
Jógvan Páll Lassen stað
festir, at tað, sum løgmaður
fer at seta í verk, er ikki ein
kanning, sum er bindandi á
nakran sum helst hátt.
– Eg veit ikki, hvat
hetta er fyri ein kanning.
Eg veit heldur ikki, hvat
skal kannast, ella hvørjum
reglum, kanningin skal ger
ast eftir.
Men Jógvan Páll Lassen
staðfestir, at stóri trupul
leikin í eini slíkari kanning,
er, at ongin kann tvingast at
vera við í kanningini.
– Hetta er ikki ein bind
andi kanning, har tey,
sum verða biðin at geva
frágreiðing, hava skyldu at
svara.
– Tey, sum skulu geva
frágreiðing í eini slíkari
kanning, sum løgmaður
kann seta í verk, gera sjálvi
av, um tey vilja svara ella
ikki og tey gera eisini
sjálvi av um tey vilja siga
sannleikan ella ikki. Tey
eru ikki undir vitnisábyrgd
og tí hava tískil ikki skyldu
at svara og tey hava heldur
ikki skyldu til at siga satt.
– Hetta er sostatt ikki
ein bindandi kanning, tí
løgmaður kann ikki áleggja
nøkrum vitnisábyrgd, sum
merkir, at tey skulu svara
spurningurin og at tey skulu
siga satt.
Jógvan Páll Lassen sigur,
at hetta er ein avgjørdur
veikleiki við eini slíkari
kanning.
Hann sigur, at var ætlanin
at gera eina veruliga kann
ing, eru reglar um, hvussu
slíkt verður gjørt.
– Eitt nú kundi tað verið
landsstýrismálanevndin,
sum setti kanningina í verk.
Ein møguleiki kundi verið
at sett ein kanningarstjóra,
sum fær fulla atgongd til
uplýsingarnar í málinum,
tí í slíkum kanningum eru
tey, sum geva frágreiðing
meiri bundin.
Ella kundi málið verið
roynt í rættinum, tí har eru
tey, sum geva frágreiðing,
undir vitnisábyrgd. Tað
merkir, at tey skulu svara
spurningum og tey skulu
siga sannleikan, annars
verða tey revsað.
– Slíka heimild hevur løg
maður ikki, sigur Jógvan
Páll Lassen.
Smyril
Reproz
Broytingar á Suðuroyarleiðini
Broytingarnar koma í gildi hósdagin 8. juni 2006
Summarhálva / Summer (bert/only 3/6-2/9)
Frá
Mánad.
Týsd.
Mikud.
Hósd.
Fríggjad.
Leygard.
Sunud.
Dep.
Monday
Tuesday
Wedensday
Thursday
Friday
Saturday
Sunday
Tvøroyri
06.00
07.00
07.00
07.00
06.00
07.00
07.00
Tórshavn
10:00
12:30
12:30
10:00
12:30
10:00
10:00
Tvøroyri
15:30
15:30
15:30
15:30
15:30
17:30
17:30
Tórshavn
19:00
19:00
19:00
19:00
19:00
20:00
20:00
Tillaðing av ferðaætlanini fyri Bygdaleiðir í Suðuroy verður lýst á heimasíðuni
Frávik á leiðini verður lýst á www.ssl.fo
7 Tvøroyri – Tórshavn
Eg havi
ringt við
at síggja
meiningina
– Tey, sum skulu geva frágreiðing í kanningini
hjá løgmanni, gera sjálvi av um tey svara ella
ikki og tey gera sjálvi av, um tey siga sannleikan
ella ikki. Tí síggi eg lítla meining í kanningini,
har embætisførslan hjá Bjarna Djurholm skal
kannast, sigur Jògvan Páll Lassen, sakførari